Um felagið

Tú merkir munin

" Vit arbeiða áhaldandi við at betra fólkaheilsuna í Føroyum. Við at seta Føroyingin í miðdepilin, arbeiða vit á tí fakpolitiska pallinum, eins og vit eru við til at menna tvørfakligt samstarv innan heilsu.

Vit eru talurør hjá fysioterapeutum, arbeiða fyri at skapa góðar arbeiðsumstøður og at bera so í bandi, at brúkarar fáa neyðugu fysioterapeutisku tilboðini. "

Vit menna fysioterapeutiska fakið, og styrkja um fatanina hjá samfelagnum av virðinum av fysioterapi hjá tí einstaka og fyri heildina.
Fysioterapeutfelag Føroya er økislimur í Danske Fysioterapeuter, og arbeiða eftir “loven om kollegiale vedtægter” hjá Danske Fysioterapeuter. Í Danmark eru fimm øki, umframt Føroyar.

Nevndin hevur til uppgávu at røkja áhugamál hjá fysioterapeutum í Føroyum. Nevndin hevur førleikar og avgerðarmynduleika vegna høvuðsfelagið innan føroysk viðurskifti.

Felagið er sáttmálapartur vegna fysioterapeutar í Føroyum og forhandlar sáttmálar við Fíggjamálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsutrygd.

Í Fysioterapeutfelag Føroya eru umleið 110 limir.