
Viðgerðarstovur í Føroyum
Hevur tú ávísing frá lækna endurrindar Heilsutrygd helvtina av kostnaðinum fyri viðgerðina.
- Fysioterapeutar eru serfrøðingar í rørslu og venjing
- Fysioterapeutar kanna, viðgera og fyribyrgja trupulleikum í rørslulagnum.
- Fysioterapeutar stuðla fólki í at liva eitt virkið lív.
Um tú hevur avbjóðingar, ið ávirka títt rørslulag - spyr ein fysioterapeut
Ískoyti til fysioterapi
Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá fysioterapeuti, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 50% av kostnaðinum.
Hetta er galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru skrásettir sum búgvandi í Føroyum.
Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til fysioterapeutin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til fysioterapeutin.
Um borgarin av heilsuávum ikki er førur fyri at ferðast til fysioterapeut uttan persónliga hjálp, og hendan persónliga hjálpin ikki er tøk, kann læknin ávísa fysioterapi í heiminum hjá borgaranum.
Viðgerðin hjá fysioterapeutinum er deild í eindir.
Hvør eind kostar kr. 116,93 harav Heilsutrygd rindar helvtina, um borgarin hevur ávísing frá lækna.
Sí hvørjir fysioterapeutar virka eftir sáttmála ímillum Fysioterapeutfelag Føroya og Heilsutrygd her.
Seinast dagført 16/02-2023