Barsilsfarloyvisstarv sum fysioterapeutur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Leyst starv | 06-07-2024

Søkt verður eftir einum fysioterapeuti í barsilsfarloyvisstarv til ergo- og
fysioterapiina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9 seingjarplássum. Á ergo- og fysioterapideildini starvast 14 fólk; 2 ergoterapeutar, 8 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Bandagisttænastan Sahva er eisini knýtt at deildini.

Ergo- og fysioterapiin skipar, saman við seingjardeild, rehabilitering til innlagdar sjúklingar, og uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt hetta eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so sum venjing til børn við CP ella øðrum kropsligum avbjóðingum, rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerose, endurvenjing eftir skurðviðgerð, so sum hondkirurgi og ortopedkirurgi sum heild.

Søkt verður eftir einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 í eitt barsilsfarloyvisstarv, fyri tíðarskeiðið 1. septembur 2024
til 30. septembur 2025.

Krav:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.

Vit vænta at tú:

  • hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
  • hevur áhuga at arbeiða innan medicinska økið
  • hevur áhuga at arbeiða innan ortopediska økið
  • hevur áhuga og møguligar royndir innan barnaøkið
  • hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir
  • hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
  • ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi
  • ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
  • hevur ein hugburð, sum stuðlar góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Vit bjóða:

  • eina væl útgjørda ergo- og fysioterapi, við fakligheit á høgum støði
  • eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
  • eitt tvørfakligt umhvørvi
  • eitt arbeiðsumhvørvi, ið setur prís uppá góðar sosialar relatiónir.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard, telefon 235467, ella teldupost benadicta@ks.fo 

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo 

Umsóknarfreistin er 20. juli 2024.

Skrivað: Ingibjørg Matras

LEYS STØRV

Barsilsfarloyvisstarv sum fysioterapeutur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
06.07.2024
Send okkum eitt prei
20.04.2014