Nýggj nevnd í Fysioterapeutfelag Føroya

Tíðindi | 18-02-2017

Fysioterapeutfelag Føroya hava havt aðalfund leygardagin 18. februar 2017. Fimm nýggir nevndarlimir blivu valdir í nevndina.

Á aðalfundinum hjá Fysioterapeutfelag Føroya leygardagin blivi fimm nýggir nevndarlimir valdir. Klæmint Isaksen og Ingunn Hansen hava í eina tíð verið sum tiltakslimir í nevndini, tey valdu bæði at stilla upp aftur og blivu vald. Nýggj í nevndini eru harumframt Sólfríð Skoradal, Bjartur Thomsen og Jórun Simonsen. Tveir tiltakslimir blivu eisini valdir og hesar eru Lív Michelsen og Gitte Clausen.  

Forkvinnan í Fysioterapeutfelag Føroya Augusta Mikkelsen stóð fyri vali og hon valdi ikki at stilla upp aftur. Felagið vil nýta høvið til at takka henni fyri eitt megnar arbeiði og ynska henni ein góðan byr framyvir. 

 

Nevndin í Fysioterapeutfelag Føroya telur 7 limir og hesi eru:

Hjørleif Niclasen, kontaktpersónur fyri starvandi fysioterapeutar

Ingunn Hansen, skrivari

Jórun Simonsen, umboð fyri álitisfólk

Elin Danielsen, nevndarlimur

Klæmint Isaksen, nevndarlimur

Sólfríð Skoradal, nevndarlimur

Bjartur Thomsen, nevndarlimur

 

Nýggja nevndin fer í næstum at hava nevndarfund, har hon fer at skipað seg. 

 

 


Skrivað: Ingunn Hansen

ONNUR TÍÐINDI

Mótstríðandi heilsutilmæli skapa ørkymlan
19.04.2020
Øll óneyðug fysioterapeutisk viðgerð skal útsetast - Danska Sundhedsstyrelsen
12.03.2020
Vegleiðing um starvsfólka- og lønarviðurskifti í sambandi við COVID-19
05.03.2020
Heilsustarvsfólk sum hava verið í coronarektum umráði, skulu verða heima við hús í 14 dagar.
05.03.2020
Fysioterapeutar úr 10 londum á altjóða seminari í Føroyum
07.08.2019
Nýggjur limur í nevndini hjá Fysioterapeutfelag Føroya
26.02.2019
ABC toymið telur nú 20 samstarvsfelagar
20.12.2018
Meira venjing - minni heilivágur
16.10.2018
Fysioterapeuterne er hovedpulsåren i det færøske sundhedsvæsen
01.09.2018
Marjun Poulsen er nú master í heilsuvísind
24.05.2018
Fleiri filmsbrot í lýsa tey ymisku arbeiðsplássini runt um í landium
15.09.2017
Altjóða fysioterapidagur er 8. septembur
08.09.2017
Venjing ger mun fyri lívsgóðskuna hjá hjartasjúklingum
03.07.2017
Móttøka
01.05.2017
Endurvenjingartænastan betur samskipað millum geirar
02.04.2017
Nýggj nevnd í Fysioterapeutfelag Føroya
18.02.2017
Aðalfundur
16.02.2017
Semja millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya
16.11.2016
Fysioterapi og diabetes
21.11.2014