Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina.

Leyst starv | 01-02-2019

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir fysioterapeuti til Ergo- og fysioterapideildina. Talan er um eitt barsilsvikariat á 35 tímar um vikuna, til setan 1. mars 2019.

Á Landssjúkrahúsinum eru medisinskar, psykiatriskar og kirurgiskar sergreinar, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerð, sum er knýtt at hesum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongd.

Á Ergo- og fysioterapideildini eru 16.7 fulltíðarstørv. 1 leiðandi terapeutur, 13 fysioterapeutar, 4 ergoterapeutar og 1 hjálparfólk.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Medisinski depilin.
Kanning og viðgerð apoplexi/neurologi og medisinskum sjúklingum
Annað sjúkrahúsarbeiði.
Vit leggja dent á

prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
fakligar royndir innan sergreinarnar
royndir og áhugi fyri neurologi/apoplexi
góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
góðan telduførleika
vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi, aðrar samstarvspartar og primera sektorin
Vit bjóða

eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
innleiðslu og upplæring
Lønar- og setanartreytir sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álv Hansen, leiðandi fysioterapeut, tlf. 304500, lokal 5797, alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er 17. februar 2019

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".

Vinarliga søk starvið her:


Skrivað: Ingunn Hansen

LEYS STØRV

Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina.
01.02.2019