Fysioterapeutar til Heilsu- og umsorganartænastuna

Leyst starv | 30-08-2019

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir tveimum fysioterapeutum, sum brenna fyri at at stuðla aldrandi borgarar soleiðis, at tey gerast virkin og vakin alt lívið.

Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Aðalmálið er at stimbra heilsu og vegleiða eldru borgarunum í kommununi um heilsu og trivna. Tú kemur at virka bæði í venjingarhølum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrasambýlunum og røktarheimunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

VIT SØKJA EFTIR:
• einum fysioterapeuti á setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar
frá 1. oktober 2019
• einum fysioterapeuti í barnsburðarfarloyvisstarv á setanarbrøki
0,75 svarandi til 30 tímar frá 1. november 2019 til 31. oktober
2020

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMI, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI: 

•at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri, og í mun
til hetta seta átøk í verk
•at fremja heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar og onnur
átøk fyri eldri borgarar
• at venja og undirvísa bólkum av eldri við kroniskari sjúku
• at undirvísa og ráðgeva starvsfólkum og borgarum
• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni
• at meta um og søkja um hjálpartól

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR
Vit vænta, at tú:

• hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
• ert fleksibul, positiv/-ur og fyrikomandi
• hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
•hevur visjónir um, hvussu ein kann arbeiða heilsustimbrandi,
sjúkufyribyrgjandi og rehabiliterandi
• hevur vitan um vanliga aldran og eldrasjúkur
• dugir at vegleiða og undirvísa
• hevur umsorgan fyri tí einstaka
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvs- og samskiftisevni
• KT-førleika á brúkarastøði
•trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi og dámar fjølbroyttar og
skiftandi uppgávur

VIT BJÓÐA TÆR
•Eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum
interprofessionellum, lærandi og samstarvandi toymi, har áherðsla
er løgd á, at borgarin kann meistra egna tilveru
•Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika
at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning
av tilboðunum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
•Vit arbeiða aktivt fyri at útvikla og fasthalda eitt gott arbeiðsumhvørvi,
og okkum dámar væl ein góðan látur og humor í gerandisdegnum
• Góðar og hjálpsamar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / FMR og Fysioterapeutfelag Føroya.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgursendurvenjing. Vit halda til í Heilsuhúsinum har øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur verða skipaðar.

Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Jákup Petur Eliassen, deildarleiðara fyri fysioterapeuttoymið, á telefon 793145 ella á jakupp@torshavn.fo

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Fysioterapeutur“.

Umsóknarfreistin er 23. september 2019 kl. 12. Setanarsamrøða verður 25. september 2019.


Skrivað: Ingunn Hansen

LEYS STØRV

Fysioterapeutar til Ergo- og Fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum
10.09.2019
Fast starv og avloysarastarv sum fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi
10.09.2019
Fysioterapeutar til Heilsu- og umsorganartænastuna
30.08.2019