• Álvur Hansen og Agnas Mortensen

Agnas 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur

Tíðindi | 16-04-2023

Fríggjadagin 3.mars var hátíðarløta á Landssjúkrahúsinum fyri Agnas Mortensen, ið kann hátíðarhalda sín 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum. Í hesum sambandi varð Agnas heiðrað við “fortjenestemedalju” í silvur frá Drotningini fyri góða og trúgva tænastu.

Álvur Hansen, leiðandi fysioterapeutur á Ergo- og fysioterapideildini, bjóðaði vælkomin. Í røðu síni takkaði hann Agnas fyri sítt megnar arbeiði sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum øll hesi árini. Agnas læs fysioterapi í Íslandi á sinni, og varð sum fyrsti føroyingur útbúgving fysioterapeutur á bachelorstigi. Umframt hollu vitan og royndir sínar hevur Agnas arbeitt á ymsum serøkjum og við støðugt at menna deildina. Agnas er ikki bert ein dugnaligur og ágrýtin fysioterapeutur, men eisini ein góður starvsfelagi.

Tummas í Garði, varastjóri, handaði Agnas riddarakrossin og takkaði henni fyri tað orku, hon hevur lagt í sítt arbeiði hesi seinastu 40 árini. Starvsfólkini á Ergo- og fysioterapideildini høvdu harumframt skipað fyri tveimum tónleikainnsløgum fyri Agnas. Børnini Andrea og Grímur, ið bæði starvast sum læknar á Landssjúkrahúsinum, spældu eitt klassiskt verk á flygil og violin fyri mammu síni, og at enda sang Dupultkvartettin í Ebenezer við Jens Andreassen, yvirlækna, á odda tvey løg. 

Skrivað: Ingunn Hansen

ONNUR TÍÐINDI

Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023
Broyting í nevndini
18.09.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
11.09.2023
Væleydnaður summar 5'ari
03.07.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
26.06.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
31.05.2023
Fakligur 5'ari tann 30. juni
28.05.2023
Ítróttartingið 2023: Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall
13.05.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
29.04.2023
Agnas 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur
16.04.2023
Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital
30.03.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
15.03.2023
Forkvinnan afturvald
19.02.2023