• Virkin januar 2024 | Mynd: Fólkaheilsustýrið
  • Virkin januar 2024, børn | Mynd: Fólkaheilsustýrið
  • Virkin januar 2024, ung | Mynd: Fólkaheilsustýrið
  • Virkin januar 2024, vaksin | Mynd: Fólkaheilsustýrið

Virkin januar 2024

Tíðindi | 02-01-2024

Fysioterapeutfelag Føroya er samstarvsfelagi hjá ABC fyri sálarliga heilsu

Átakið Virkin januar kann vera við til at skapa eina góða byrjan uppá 2024. Virkin januar er ein álmanakki við 31 sálarliga heilsufremjandi uppskotum, ið kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá tær og teimum rundan um teg.

Fjórða árið á rað verður eggjað til at vera virkin í januar. Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Fólk, sum eru virkin á ymsan hátt, hava eina betri sálarliga heilsu og kenslu av vælveru enn tey, ið ikki eru virkin, og tí hevur álmanakkin Virkin januar nógv ymisk uppskot til virksemi í januar.

At vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er sambært gransking við til at betra um sálarligu heilsuna og varðveita góða sálarliga heilsu.

Álmanakkarnir Virkin januar eru tøkir til ávikavist børn, ung og vaksin. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í januar kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Tú kanst heinta álmanakkarnar niðanfyri sum pdf ella mynd:

Til børn:

Álmanakki til børn sum pdf: Børn_virkinjanuar2024.pdf

Álmanakki til børn sum mynd: Børn_virkinjanuar2024.png

Til ung:

Álmanakki til ung sum pdf: Ung_virkinjanuar2024.pdf

Álmanakki til ung sum mynd: Ung_virkinjanuar2024.png

Til vaksin:

Álmanakki til vaksin sum pdf: Vaksin_virkinjanuar2024.pdf

Álmanakki til vaksin sum mynd: Vaksin_virkinjanuar2024.png

 

Les meir um ABC fyri sálarliga heilsu her.

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023
Broyting í nevndini
18.09.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
11.09.2023
Væleydnaður summar 5'ari
03.07.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
26.06.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
31.05.2023
Fakligur 5'ari tann 30. juni
28.05.2023
Ítróttartingið 2023: Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall
13.05.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
29.04.2023
Agnas 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur
16.04.2023
Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital
30.03.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
15.03.2023
Forkvinnan afturvald
19.02.2023