• Jóhan Esmarsson Heimustovu og Bjartur Bernhardson Thomsen til Ítróttarting 2023 | Mynd: Ítróttasamband Føroya

Fysioterapeutar í miðlunum

Tíðindi | 29-04-2023

Ítróttarting 2023

29. apríl 2023 skipaði Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttatingið 2023, undir yvirskriftini ‘Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall”. Til hendan dagin høvdu Bjartur Bernhardson Thomsen og Jóhan Esmarsson Heimustovu, sum umboð fyri Fysioterapeutfelag Føroya, eina framløgu um “Ung, venjingarmongd og skaðar.”
Fylg hesi leinkjuni fyri at lesa ein samandrátt av framløguni, ið Ítróttasamband Føroya hevur skrivað.
Niðanfyri sæst niðurstøðan av framløguni:

Niðurstøða:
• Vit síggja fleiri skaðar, enn vit hava gjørt áður
• Teir flestu eru ikki álvarsamir, men nakrir eru
• Teir flestu kunna fyribyrgjast, og vit vita enntá í ein ávísan mun, hvussu vit kunnu gera hetta
• Venjingarmongdin má tillagast bæði eftir ítrótti og einstaklinginum
• Skaði kann vera eitt boð um væntandi hug og motivatión
• Fakligheitin er tilstaðar, og tað ber væl til at fáa góða vegleiðing, sum fyribyrgir
• Venjingin skal tillagast aldur og kyn
• Vísið serligt uppmerksemi í skiftinum millum summarítrótt og vetrarítrótt og umvent. Gerið skema fyri venjingarmongdina í hesum tíðarskeiðnum, tí tað er oftast í hesum tíðarskeiðnum, at skaðarnir vísa seg.

Sí aðrar greinar har fysioterapeutar eru í miðlunum her.

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023
Broyting í nevndini
18.09.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
11.09.2023
Væleydnaður summar 5'ari
03.07.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
26.06.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
31.05.2023
Fakligur 5'ari tann 30. juni
28.05.2023
Ítróttartingið 2023: Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall
13.05.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
29.04.2023
Agnas 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur
16.04.2023
Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital
30.03.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
15.03.2023
Forkvinnan afturvald
19.02.2023