Um fakið

Fysioterapi er sjálvstøðugt handligt/ástøðiligt heilsufak.

Fakið er tengt at medisin, samfelagsvísindaligum og humaniterum fakum.

Tað byggir á neyðuga fatan av, kunnleika til og royndir við normalu rørslumenningini hjá menniskjanum og hvussu henda menning verður ávirkað av kroppsligum, kensluligum, sosialum, umhvørvisligum og samfelagsligum viðurskiftum og av sjúku og skaða.

Ástøðiliga grundarlagið fyri fysioterapi byggir á medisinsk grundfak, ástøði um rørslulæru, og pedagogiska/psykologiska lærufyrimynd, t.d. heintað frá rørsluvísind.

Fysioterapi hevur kropp og rørslu í samspæl við kringumstøður sum útgangsstøði fyri tiltøkum.

Grundleggjandi uppgávan er at bøta um og halda viðlíka virkisførleika hjá menniskjanum og javna fyri mistan virkisførleika.

Rørsla er aðalmál í fysioterapifakinum:

  • At kanna og greiða, sum metingargrundarlag og eyðkenni, og sum  ráð at taka til  og setningur.
  • Allar rørslur hava kvantitativar og kvalitativar partar, sum eru sentralir í virkismøguleikum hjá menniskjum og sum skapa virkistól hjá menniskjanum.
  • Virkismetanin tekur støði í tilfeingiskunnandi tankagongd, t.v.s. varnast møguleikar, sum kunnu geva upprunastøði til vøkstur og menning.
  • Almennar meginreglur fyri fyribyrgjandi arbeiði, viðgerð og habilitering/rehabilitering eru grundarlag fyri meting og gerð.
  • Aðalpartar eru kanning, kortlegging, greining og meting av virkisførleika, m.a. rørsluháttur, tyngdarviðurskifti og feilvirksemi og umhvørvisviðurskifti, sum ávirka heilsustøðuna hjá fólki.

Fysioterapeutisk tiltøk kunnu í stórum býtast upp í:

  • Fyribyrgjandi tiltøk
  • Kanning og viðgerð
  • Habilitering/rehabilitering
  • Heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk fevna um:
  • Vegleiðing og upplæring í arbeiðs – og livihátti sum fremur góða funktión og sum forðar fyri afturstigi til sjúku og/ella at sjúka kemur í. Sentral arbeiðsøki eru heilsu- og umhvørvisvernd, t.d. við tiltøkum í skúlalæknatænastu, heilsumiðstøðum, heilsutænastum innan fyritøkur og alment upplýsandi virksemi
  • Greining av arbeiðsplássum, leggja arbeiðsumhvørvi til rættis, í arbeiðslívi, skúla og heima við hús.
  • Ráðgeving, vegleiðing, upplæring og fremjan av tiltøkum fyri ymiskar bólkar av fólki við atliti at kroppsligum virksemi, arbeiðstyngd, arbeiðsumhvørvi og arbeiðsskipan.
  • Vera við til at leggja til rættis umhvørvis- og samfelagslig tiltøk sum kunnu ávirka fólkaheilsu.
  • Greiða vandafaktorar, sum kunnu hava heilsubrek við sær.

Kanning, viðgerð, habiliteing og rehabilitering umfatar:

  • Kanning og metan av funktiónsdiagnosu
  • Leggja til rættis, fremja og gera eina samanhangandi metan av miðsøknum viðgerðar- habiliterings – og rehabiliteringsuppleggi, saman við brúkara, avvarðandi og øðrum starvsbólkum.
  • Kunning og vegleiðing at økja tilvitanina hjá brúkarinum um egið kroppsligt, sálarligt og sosialt tilfeingi og fremja brúk og menning av hesum fyri at halda við líka, endurvinna og / ella bøta um virkisførleika, virkismøguleika og lívsvirði.
  • Tiltøk/hættir, sum ávirka kroppsligu støðuna hjá sjúklingi, t.d. rørslu, styrki, úthaldni og koordinatión, fyri við hesum at ávirka/bøta um sálarligu og kropsligu heilsustøðuna og sosiala virkisførleikan.
  • Leggja til rættis íbúðarumhvørvið og nærumhvørvið soleiðis at umhvørvið fremur virkisførleika ( heimavitjan)
  • Tillaging og roynd av tekniskum hjálpartólum

Týðandi fyri at útinna fakið er:

  • Pedagogiska virksemi, har frálæra, vegleiðing, tileggjan og læruprosessin eru í fokus
  • Samhandling og samstarv við aðrar yrkisbólkar
  • Umsitingarlig leiðsla av fysioterapitænastuni og samskipan og samarbeiði við onnur
  • Gransking og fakmenning, har nýggj vitan tekur seg upp og árin verða prógvað. Hetta ber í sær samskipaða - - innsavning og tilevning av tí, sum funnið er sum neyðug prógv.