Fysioterapeutfelag Føroya hevur eftirlønaravtalu hjá LÍV
Sum limur hjá Fysioterapeutfelag Føroya gevur tað tær hesar fyrimunir:
- Sjálvvirkandi innliman við starvssetan
- Lagaligar upptøkutreytir
- Lægri umsitingargjald
Tá arbeiðsgevarin flytur fyrstu lønina, verður eftirlønargjaldið samstundis flutt til LÍV. Tá inngjaldið er
bókað, verður stovnað ein eftirlønarskipan og tú verður eisini innlimað/ur í samlagstrygging hjá
felagnum. Grunda á samlagstryggingaravtaluna, fær felagið eisini ávísan avsláttur í
umsitingargjaldinum fyri henda partin.
B-skattur: Sjálvstøðug vinnurekandi skulu sjálvi rinda inn ásetta eftirlønargjaldið í mun sáttmálan hjá
Fysioterapeutfelagnum. Í hesum sambandi er umráðandi, at tað verður fráboðað LÍV, at inngjaldið er
partur av avtaluni hjá Fysioterapeutfelagnum soleiðis, at tú kanst skrásetast sum limur í okkara
samlagstrygging.
Samlagstryggingin fevnir um hesi útgjøld:
Lívstrygging: Limir til og við 49 ár kr. 800.000,-
Limir 50-59 ár kr. 675.000,-
Limir 60-66 ár kr. 550.000,-
Hættislig sjúka: Limir kr. 150.000,-
Børn upp til 18 ár kr. 100.000,-
Óarbeiðsføristrygging: Mánaðarlig veiting á 240% av eftirlønarinngjaldinum.
Dømi: Mánaðarløn kr. 25.000,00
Eftirlønargjald 15% kr. 3.750 (áðrenn eftirlønarskatt á 40%)
Inngjald til LÍV kr. 3.750 - 40% = kr. 2.250
Óarbeiðsførisveiting kr. 2.250 x 240% = kr. 5.400 mánaðarliga
Ískoyti til hoyritól: Skattafrí upphædd
Upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið
Treytir fyri innliman í samlagstryggingina.
Treytin fyri innliman er, at tú ert fullkomiliga frýsk/ur og ikki ert í vardum starvi. Limir, sum eru settir
í vart starv svara persónligum heilsuspurningum, sum verða sendir LÍV til støðutakan.
Áheitan um útgjald:
Vinarliga set teg í samband við LÍV á tlf. 31 11 11 ella umvegis liv@liv.fo
Hví velja LÍV sum tryggingar- og eftirlønarveitara?
Kundin eigur LÍV: Sum nakað serligt er tað kundin, sum eigur LÍV. Vinningurin verður borin aftur
gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingini frá
fyrsta degi.
Leyst av øðrum íleggjarum: Við nýggja ognarskaranum er einki vinningsbýti, sum skal rindast út til
uttanfyristandandi eigarar. Ágóðin verður býttur út til tryggingartakaran.
Støddin hjá LÍV gevur fyrimunir: Stóra eftirlønaruppsparingin gevur møguleika at gera góðar avtalur
á virðisbrævamarknaðinum. LÍV stendur seg sera væl á hesum øki, tá samanborið verður við
kappingarneytar.
Málrættað virksemi: LÍV miðar eftir at hava kappingarførar prísir og eitt munagott avkast. Dentur
verður lagdur á, at laga tryggingarútboðið í mun til marknaðin og veita eina góða tænastu. Gott
samskifti við kundaskaran tryggjar, at LÍV kann bjóða avtalur, sum eru í tráð við tíðina og tørvin hjá
kundunum.
LÍV faldari - Trygging og eftirløn sum limur í Fysioterapeutfelag Føroya