Upptøkublað til Heilsutrygd
- Upptøkublað.docx (132.01 KB)
Skrásetan av fysioterapeuti, ið ynskir at virka eftir sáttmálanum millum Heilsutrygd og Fysioterapeutfelag Føroya
Tey fakligu krøvini, sum skulu lúkast til viðgerðarstovueigarar og ferðandi fysioterapeutur eru:
- Góðkenda danska autorisatión sum fysioterapeutur
- Í minsta lagi 2 ára starvstíð sum fysioterapeutur.
- Í minsta lagi 80 tíma fysioterapi viðkomandi eftirútbúgving
Er umsøkjari settur ella leigari er kravi at umsøkjari hevur góðkenda danska autorisatión sum fysioterapeutur. Viðvíkjandi hølisviðurskiftunum er eingin reglugerð, mælt verður til at fylgja vegleiðing um arbeiðsumhvørvi .
Umsøkjari sendir undirskrivað eintak til Fysioterapeutfelag Føroya á fys@fys.fo
Um søkt verður um at reka egna viðgerðarstovu ella at vera ferðandi fysioterapeutur skal avriti av autorisatión, arbeiðsváttan og fysioterapeutiska eftirútbúgving sendast við.