Endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum
Sjúkrahúsverkið er skipað við trimum sjúkrahúsum: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Endurvenjing er á øllum trimum sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi. Endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing, eftir at vera útskrivaður av sjúkrahúsi.
Sí faldarar og aðra kunning á hesum leinkjum:
Landssjúkrahúsið: Ergo- og fysioterapideildin og Psykiatrisk fysioterapi
Klaksvíkar Sjúkrahús: Terapideildin
Suðuroyar Sjúkrahús: Fysiurgisk deild
Ambulant endurvenjingartilboð
Sjúklingar, sum eru útskrivaðir, kunnu halda fram við ambulantari endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið, eftir at teir eru útskrivaðir av sjúkrahúsi. Ambulantu endurvenjingartilboðini eru hesi:
- Barnakonur við kokupínu fáa vegleiðing v.m.
 - Børn verða kannað, fáa vegleiðing og
viðgerð - Heittvatnsvenjing
 - Hjartarehabilitering fyri skurðviðgjørdar sjúklingar og sjúklingar við hjartaviknan
 - Endurvenjing fyri krabbameinsjúklingar, sum eru í viðgerð
 - Lungnarehabilitering fyri KOL og aðrar lungnasjúkur
 - Framhaldandi venjing fyri sjúklingar við apopleksi
 - Uppfylgjandi endurvenjing eftir ortopedskurðviðgerðir
 - Ambulant psykiatrisk endurvenjing
 - Psykiatrisk ergoterapi, útgreining og venjing av førleikum, sansastimbrandi viðgerð v.m.
 - Psykiatrisk fysioterapi, kanning, meting, viðgerðir - kropskensluvenjing og kropsedukatión v.m
 
Harumframt veita sjúkrahúsini hesi ambulantu endurvenjingartilboðini:
Klaksvíkar Sjúkrahús
- Bandagist/ortopediskan skómakara
 - Giktasjúk fáa bólkaviðgerð við venjingum í hyli og á landi
 - Lymfødemviðgerð eftir mettum tørvi
 - Petø-viðgerð fyri børn við kropsligum avbjóðingum
 - Ryggambulatorium/ryggbólkar, bólkaviðgerð við venjingum í hyli og á landi
 - Sclerosu-bólkaviðgerð við venjingum í hyli og á landi
 
Landssjúkrahúsið
- Bróstkrabbasjúklingar fáa vegleiðing, venjing og viðgerð
 - Sjúklingar við dystoni fáa vegleiðing, venjing og viðgerð
 - Sjúklingar við krabba í høvdi og hálsi fáa vegleiðing, venjing og viðgerð
 - Sjúklingar við inkontinens fáa kanning, vegleiðing, venjing og viðgerð
 - Lymfødemviðgerð eftir mettum tørvi
 
Suðuroyar Sjúkrahús
- Parkinsonvenjingar
 - Pínuklinikk við kropsterapi og fysioterapi
 - Screening fyri SI-trupulleikar til børn og ung
 - Barsilsvenjingar í viku 24 og fram til føðing
 - Heittvatnshyl til barnakonu og barn frá viku 8 eftir føðing
 - 1. hjálparskeið til mammu og barn
 - Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til børn við sjúku, førleikatarni og/ella breki
 - Motoriskar venjingar til børn
 
Nærri kunning um ávísu endurvenjingartilboðini er at finna á heimasíðunum hjá sjúkrahúsunum á www.ls.fo, www.ks.fo, og www.ssh.fo.
Seinast dagført juni 2022