Um felagið

Tú merkir munin

" Vit arbeiða áhaldandi við at betra fólkaheilsuna í Føroyum. Við at seta Føroyingin í miðdepilin, arbeiða vit á tí fakpolitiska pallinum, eins og vit eru við til at menna tvørfakligt samstarv innan heilsu.

Vit eru talurør hjá fysioterapeutum, arbeiða fyri at skapa góðar arbeiðsumstøður og at bera so í bandi, at brúkarar fáa neyðugu fysioterapeutisku tilboðini. "

Vit menna fysioterapeutiska fakið, og styrkja um fatanina hjá samfelagnum av virðinum av fysioterapi hjá tí einstaka og fyri heildina.

Visjón

  • Fysioterapeutfelag Føroya setir dagsskránna fyri hvussu fólk fáa betur heilsu
  • Fysioterapeutfelag Føroya er tann náttúrligi samstarvspartnarin fyri ein hvønn persón, stovn ella virki, sum arbeiðir fyri heilsu
  • Fysioterapeutfelag Føroya skal tryggja atdráttarmikil lønarviðurskifti, samsýning og arbeiðsumstøður, sum spegla týdningin fyri heilsu

Misjón

  • Fysioterapeutfelag Føroya mennir fysioterapeutiska professiónina og styrkir fatanin hjá samfelagnum av virðini av fysioterapi fyri tann einstaka og fyri heildina
  • Fysioterapeutfelag Føroya tryggjar best møguligar treytir fyri fysioterapeutar, tá tað snýr seg um løn-,starvs- og setunarteytir, útbúgving og førleikamenning

Virði

  • Dokumentatión: Fysioterapeutfelag Føroya arbeiðir fyri at dokumentera fakligheit og úrslit fyri professiónina
  • Ávirkan: Fysioterapeutfelag Føroya hevur mest  mest møguliga ávirkan
  • Íverksetan: Fysioterapeutfelag Føroya setur ígongd, sær og skapar møguleikar
  • Samstarv: Fysioterapeutfelag Føroya samstarvar fyri at skapa úrslit
  • Samanhangur: Fysioterapeutfelag Føroya sær og skapar samanhang í innsatsin

 

Snúvningsdepilin hjá Fysioterapeutfelag Føroya:

Tú merkir munin