Fysioterapeutfelag Føroya er samstarvsfelagi hjá ABC fyri sálarliga heilsu
ABC fyri sálarliga heilsu
ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, sum er í áhaldandi menning. Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Tað hevur eins stóran týdning at ansa eftir og varðveita góða sálarliga heilsu, eins og tað hevur týdning at ansa eftir kropsligu heilsuni.
Ver virkin - Ver saman - Ver hugbundin
Síðani 2016 hevur Fólkaheilsuráðið arbeitt við ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum. ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar. Tað vil siga, at ymiskir stovnar, feløg og kommunur kring landið seta átøk í verk, sum kunnu vera við til at skapa felagsskapir, virksemi og tiltøk, sum geva meining fyri tann einstaka og sum øll kunnu vera partur av ella sjálvi taka stig til.
Við at vera virkin á ymiskan hátt (ver virkin), partur av einum felagsskapi (ver saman) og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin (ver hugbundin), kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hettar kann gerast á alskyns mátar og á ymiskum stigum. Til dømis kunnu vit gera okkurt gott fyri onnur, vera partur av einum bindiklubba, fótbóltsliðið, byrja eitt nýtt kór, telva ella spæla borðspæl, tosa við grannan, fara ein gongutúr ella niðan í hagan og binda frið. Tað snýr seg um at finna útav, hvat gevur lívinum meining, gleði og innihald fyri tann einstaka. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum, tí tað hevur týdning, at vit hava kenlsuna av at hava okkurt og onkran at fara upp til um morgunin.
ABC fyri sálarliga heilsu er fyrsta átakið sum er grundað á gransking og sum er fyri øll. Verkætlanin leggur jaligan dent, hvat fyri atferð skal til fyri at betra um og varðveita góða sálarliga heilsu, og snýr seg soleiðis ikki bert um vandarnar fyri sálarligum trupulleikum, men fevnir eisini um alt tað, sum fremur trivnað og styrkir okkum sum menniskju.
ABC fyri sálarliga heilsu hevur í sær tríggjar ítøkiligar boðskapir, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesir boðskapir eru einfaldir og ein jalig leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu:
- VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna
- VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av
- VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum
Ver virkin
Tú kanst vera kropsliga virkin uppá nógvar ymiskar mátar og á nógvum ymiskum støði. Tú kanst fara ein gongutúr, rennitúr, svimjitúr, spæla hondbólt ella badminton, dansa til títt yndislag ella gera reint.
Tú kanst vera sosialt virkin tá tú ert saman við familju, vinum, starvs- ella floksfeløgum, tosar við grannan ella fólk tú kennir til handils, tú kanst vera partur av onkrum frítíðarfelagsskapi sum t.d. kóri, veving, leir ella taka lut í øðrum sosialum virksemi.
Tú kanst vera sálarliga virkin tá tú lesur eina bók, loysir krossorðagátu, spælir borðspæl, fert í biograf ella vitjar eitt listasavn. Tað snýr seg um at tú gert okkurt, sum krevur at tú hugsavnar teg.
Tú kanst vera andaliga virkin tá tú fert til gudstænastu ella á møti, venur joga, fert ein friðarligan túr í náttúruni - eini viðarlund, við havið ella í hagan. Tú kanst eisini vera andaliga virkin tá tú tosar við ein vin um lívsins stóru spurningar. Yvirskipað snýr tað seg um at finna frið og hugdýping.
Hvørja ávirkan hevur tað at vera virkin?
Gransking vísir, at fólk sum eru virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga hava betri sálarliga heilsu enn tey, ið ikki eru virkin. Tá vit eru virkin kenna vit okkum glaðari og klára somuleiðis betri at handfara avbjóðingar í gerandisdegnum. Harafturat kann tað minka um sálarligar trupulleikar sum angist og tunglyndi.
Ver saman
Sosial sambond við onnur sum t.d. vinir, familja, starvs- ella floksfelagar hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara sálarligu heilsu, tí tey eru við til at geva okkum kensluna av at hoyra til. Tá vit eru partur av ymiskum felagsskapum gevur tað íkast til okkara samleika og sjálvskenslu. Talan kann vera um stórar og smáar bólkar í nærumhvørvinum ella bólkar, sum fevna um alt landið ella altjóða netverk. Felagsskapirnir kunnu vera ymiskir og kunnu t.d. fevna um ein matklubba, lesiring, gongufelag, tónleikabólk, gamlan vinarbólk, ein felagsskapur á netinum ella tey tú gongur til frítíðarítriv saman við.
Tilflytarar frá øðrum londum kunnu mangla netverk og stuðul frá teirra familju og vinum. Í hesum førum kunnu nýggir felagsskapir skapast á arbeiðsplássinum, í skúlanum hjá børnunum, í fríðarfeløgum ella við at møta øðrum tilflytarum. At taka lut í virksemi og feløgum í nærumhvørvinum fremur felagsskapin og er við til at skapa góða sálarliga heilsu.
Hvørja ávirkan hevur tað at vera saman?
Tað hevur stóran týdning fyri okkum menniskju og okkara sálarligu heilsu at vit hava kensluna av at hoyra til og vera partur av einum felagsskapi. Tá vit taka lut í sosialum virksemi økja vit um kjansin fyri at læra nýggj fólk at kenna og fyri at gerast partur av einum felagsskapi. Um vit í jøvnum millumbilum taka lut í ymiskum sosialum virksemi økja vit um kjansin fyri at gerast partur av ymiskum sosialum felagsskapum. Tess fleiri góð sosial sambond vit hava við onnur, tess betri eru vit før fyri at handfara avbjóðingarnar, ið lívið hevur at bjóða. Tað er gjøgnum sosialu sambondini at vit kunnu fáa bæði kensluligan og praktiskan stuðul.
Ver hugbundin
Tú kanst vera hugbundin tá tú bindir teg til okkurt við fullum huga og gert okkurt, sum er við til at geva tær eina kenslu av meining og endamáli í lívinum. At vera hugbundin kann snúgva seg um at eydnast við eini uppgávu ella avbjóðing, royna okkurt nýtt, gera sjálvboðið arbeiði ella at hjálpa øðrum við onkrum.
Tá tú gert okkurt tú ert errin um, byggir tú títt sjálvsvirði og sjálvsálit upp. Tað noyðist ikki at vera eitt bragd, men kann t.d. vera alt frá at royna eina nýggja uppskrift, hjálpa onkrum eldri, klára seg væl í sínum starvi og til at læra eitt nýtt mál. Tess meiri vit hugbinda okkum í eini uppgávu, søk, ella verkætlan, tess størri kenslu av sjálvsvirði og lívsgleði fáa vit. Tá vit gera okkurt gott fyri onnur ella hjálpa teimum, ið hava tað torført, gevur tað okkum eina kenslu av meining og hettar kann hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá teimum vit hjálpa og okkum sjálvum.
Hví er tað gott at vera hugbundin?
At geva sær sjálvum nakrar smáar avbjóðingar og røkka sínum málum (eisini teimum smáu), gevur eina kenslu av at avrika, eina kenslu av effektiviteti og ein sterkari sjálvskenslu. Alt hettar er týdningarmikið fyri sálarligu heilsuna. Tá vit gera sjálvboðið arbeiði, hjálpa øðrum og geva íkast til felagsskapin hevur tað eisini jaliga ávirkan í mun til at gera teg sjálvan og onnur glað. Tað er við til at styrkja kensluna av meining og endamáli við lívinum.