Felagið

Fysioterapeutfelag Føroya heldur til í Smæruni hjá Starvsmannaðfelagnum, J.H. Schrøters gøta 7, 100 Tórshavn.

Fysioterapeutfelag Føroya er økislimur í Danske Fysioterapeuter, og arbeiða eftir “loven om kollegiale vedtægter” hjá Danske Fysioterapeuter. Í Danmark eru 5 øki, umframt Føroyar.

Nevndin hevur til uppgávu at røkja áhugamál hjá fysioterapeutum í Føroyum. Nevndin hevur førleikar og avgerðarmynduleika vegna høvuðsfelagið innan føroysk viðurskifti.

Felagið er sáttmálapartur vegna fystioterapeutar í Føroyum og forhandlar sáttmálar við Fíggjamálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsitrygd.

Í Fysioterapeutfelag Føroya eru umleið 90 limir.

Limir í nevndini eru:

  • Sólfríð Skoradal, forkvinna
  • Ingunn Hansen, skrivari
  • Hjørleif Niclassen, kontaktpersónur starvandi
  • Jórun Simonsen, umboð fyri álitisfólk
  • Augusta Mikkelsen, nevndarlimur 
  • Klæmint Isaksen, nevndarlimur
  • Bjartur Thomsen, nevndarlimur

 

Samskifti:

Fysioterapeutfelag Føroya
J.H. Schrøtersgøta 7
100 Tórshavn
Tel +298 21 42 84
fys@fys.fo