Venjing í kommununum

Eldraøkið er skipað í 7 samstarvsøki, umframt Tórshavnar Kommunu, sum er skipað fyri seg:

  • NBH – Norðoya Bú- og Heimatænasta – eldrasamstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum
  • Nánd – eldrasamstarvið millum kommunurnar í eystur Eysturoy
  • Roðin – eldrasamstarvið millum kommunurnar við Skálafjørðin
  • VEKS – eldrasamstarvið millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur
  • Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu
  • Vesturvón – eldrasamstarvið millum kommunurnar í Vágum
  • Økistænastan í Sandoyar Sýslu – eldrasamstarvið millum kommunurnar í Sandoynni
  • Bú- og Heimatænastan í Suðuroy – eldrasamstarvið millum kommunurnar í Suðuroy

Trý sløg av venjing eru:

  • Endurvenjing
  • Viðlíkahaldsvenjing
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjing

Øll økini veita fólki, sum eru 67 ár og eldri, endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing.

Fysio- og ergoterapeutar samskipa og stíla fyri venjingini. Áðrenn venjingin byrjar verður ein persónlig og ítøkilig
venjingarætlan um mál, innihald og tíðarskeið ásett saman við hvørjum einstøkum. Venjingarætlanin byggir sostatt á eina fakliga meting, í samráð við borgaran.

Venjingartilboðini krevja ikki ávísing frá lækna. Borgari, kommunulækni, avvarðandi, visitator og heilsustarvsfólk
kunnu venda sær til eldrasamstarvið og søkja um venjing.

Venjingartilboðini fara aloftast fram í bólkum, sum eru skipað fasta tíð, og staðsett í venjingarhøli, sum kommunan varðar av. Venjingin kann eisini skipast sum einstaklingavenjing, bæði í venjingarhølum, í heiminum og nærumhvørvinum hjá borgaranum, ella á bústovnum, sum kommunan varðar av. Vanliga verður vant 1-3 ferðir um vikuna í eitt avmarkað tíðarskeið.

Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing kann innihalda:

  • Venjing í persónligum gerandisaktivitetum, sum t.d. persónligt reinføri og í/úrlating
  • Venjing í mobiliteti/flytføri í heiminum og nærumhvørvinum, tað vil siga at flyta seg frá einum staði
    til annað
  • Venjing í, heilt ella partvíst, at megna gerandisaktivitetir, t.d. gera mat, keypa inn, vaska klæði, gera reint, arbeiða í hava o.s.fr.
  • Venjing í kognitivum, sálarligum og sosialum funktiónum, sum t.d. at halda skil á og skipa gerandisdagin
  • Venjing av ítøkiligum førleikum, t.d javnvág, liðiligheit, úthaldni, lungakapasiteti og styrki, sum kann vera ein fortreyt fyri at megna omanfyrinevndu gerandisaktivitetir
  • Venjing í at nýta hóskandi hjálpartól og vælferðartøkni

Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjing kann innihalda:

  • Venjing í styrki, úthaldni, javnvág, liðiligheit
  • Læra at tillaga støðuna ein er í, í mun til virkisføreika
  • Læra at liva við varandi sjúku
  • Vegleiðing í nýtslu av hjálpartólum/vælferðartøkni
  • Sosiala samveru

Harumframt veita kommunusamstørvini ergoterapeutiska og fysioterapeutiska vegleiðing.

Afturat tilboðunum, sum eru nevnd omanfyri, um endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og heilsufremjandi og
sjúkufyribyrgjandi venjing, skipa økini hvør í sínum lag ymisk tilboð til sínar borgarar. Yvirlit yvir tilboðini sæst
niðanfyri:

Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH):

  • Samdøgursrehabilitering á Sambýlinum á Heygnum
  • Eginvenjing í Ven og Virka
  • Venjing sum kvøldskúlatilboð www.kks.fo
  • Søkjast kann um serflutning til venjing
  • Leinkja til heimasíðu: NBH

Nánd:

  • Eginvenjing í Leirvík fyri borgarar 60+
  • Eginvenjing í kappróðrarfelagnum í Fuglafirði
  • Leinkja til heimasíðu: Nánd

Roðin:

  • Samdøgursrehabilitering á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík
  • Heilsufremjandi venjing í Bylgjuni í Runavík
  • Heilsufremjandi venjing í Ítrottarhøllini á Skála
  • Leinkja til heimasíðu: Roðin

VEKS:

  • Fyribyrgjandi venjing á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna
  • Fyribyrgjandi venjing á Mørkini í Streymnesi
  • Fyribyrgjandi venjing í Hólmahúsinum á Eiði
  • Fyribyrgjandi venjing í fimleikahøllini í skúlanum í Kvívík
  • Leinkja til heimasíðu: VEKS

Heilsu- og umsorganartænastan:

  • Samdøgursrehabilitering á Urd í Hoyvík
  • Fyribyrgjandi venjing í FIMI í Gundadali
  • Fyribyrgjandi venjing í Badmintonhøllini í Gundadali
  • Fyribyrgjandi venjing í fimleikahøllini í Kollafirði
  • Fyribyrgjandi venjing í Nólsoy
  • Eginvenjing í venjingarmiðstøð
  • Venjing í bólki og sjálvvenjing í Tilhaldinum í Miðbýnum
  • Venjing til borgarar í dagtilboðunum í Tórshavnar Kommunu
  • Leinkja til heimasíðu: Heilsu- og umsorganartænastan

Vesturvón:

  • Venjing í sambandi við rehabilitering/umlætting á Sýnini
  • Venjing til borgarar á Dagtilboðnum í Ivanshúsi
  • Heilsufremjandi venjing í venjingarhølinum á Sýnini
  • Leinkja til heimasíðu: Vesturvón

Økistænastan í Sandoyar sýslu:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy:

GEVIÐ GÆTUR! Tilboðini kunnu broytast, sí dagførd yvirlit á heimasíðuni hjá viðkomandi eldrasamstarvi.

Seinast dagført juni 2022