Endurvenjing og venjing

Ein nýggjur faldari er gjørdur, sum lýsur tilboð um endurvenjing og venjing frá Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og kommunum. 
Ætlanin við faldaranum er at lýsa, hvørji venjingartilboð eru innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur. Tilboðini verða lýst í stuttum, meðan gjøllari frágreiðing um einstøku venjingartilboðini er á heimasíðunum hjá ávikavist teimum trimum sjúkrahúsunum, Almannaverkinum og kommunalu samstarvsøkjunum.

Faldarin kann takast niður her.

Hvat er endurvenjing?

Endurvenjing snýr seg um at endurvinna mistan førleika bæði likamliga, kognitivt, sálarliga og sosialt. Málið við venjingini er, at persónur heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika, sum áðrenn hann varð mistur. Endurvenjingin fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða, fyriskipaða og samskipaða venjing. Vant verður, fyri at endurvinna kropsfunktiónir og førleikar, við at gera ymiskar venjingar.

Hvat er viðlíkahaldsvenjing?

Viðlíkahaldsvenjing snýr seg um at varðveita førleikastøði, sum av heilsuligum ávum gevur avbjóðingar. Málið við venjingini er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta at virkisførleikin versnar. Soleiðis at ein kann halda fram í arbeiðslívinum og/ella gerandisdegnum, sum longst. Vant verður, fyri at viðlíkahalda kropsfunktiónir og førleikar, við at gera ymiskar venjingar.

Hvat er heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjing?

Endamálið við heilsufremjandi venjing er at venda sjóneykuna burtur frá
sjúkuni og at arbeiða við at menna tilfeingið, virkisførleika og meistrings strategiir, sum borgarin hevur. Sostatt
er endamálið, at borgarin skal hava eina sterka kenslu av, at tilveran er innihaldsrík, løtt at skilja og handfara. Sjúkufyribyrgjandi venjing er at fyribyrgja, at borgarin fær lívsstílssjúkur og fylgisjúkur. Endamálið er at varðveita góða heilsu, trivna og virkisførleika sum longst.

Seinast dagført februar 2023