Sáttmáli millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið

 

§ 1 Sáttmálaøki

Hesin sáttmálin er galdandi fyri fysioterapeutar, sum arbeiða innan Almanna- og Heilsumálaráðið og
stovnum undir landinum.

Stk. 2. Sum fysioterapeutur er at rokna tann, sum er góðkendur sum slíkur sambært "Lov om
terapiassistenter" frá 8. mai 1968, broytt við lóg nr. 217 frá 23. apríl 1986.

Stk. 3. Starvsheiti á sáttmálaøkinum. Fysioterapeutar kunnu setast í starv sum:

1) Fysioterapeutur, t.e fysioterapeutur, sum á stovni ella heima hjá sjúklingi veitir fysioterapeutiska viðgerð,
ráðgeving og leiðbeining. Umframt hetta verður eisini útint arbeiði, ið fevnur um málsviðgerð av
hjálpartólum og húsabroytingum. Hesi ganga lønarstigini 28, 30, 32, 34, 36.
2) Deildarfysioterapeutur, ið umframt at útinna arbeiði sum fysioterapeutur leggur arbeiði til rættis fyri aðrar
fysioterapeutar og/ella aðrar bólkar, ið starvast á deildini, í samstarvi við og undir ábyrgd av leiðandi
fysioterapeutinum. Ganga stigini 36, 38, 40.
3) Leiðandi fysioterapeutur, ið hevur ábyrgdina av leiðsluni og av at leggja til rættis arbeiðið hjá
fysioterapeutum og /ella øðrum bólkum, ið starvast á deildini skulu flokkast við avtalu millum
samráðingarpartarnar. Lønarstigini eru 41 til 49.
4) Fysioterapeutur, sum arbeiðir einsamallur og ikki sum leiðandi fysioterapeutur hevur rætt til árliga viðbót
kr. 12.000,00.
5) Lesandi, ið hevur staðið 4. semestur, fær 85% av byrjanarløn hjá fysioterapeuti, nevndur í § 1, stk. 3, p.
6) Konsulentviðbót, er kr. 341,02 um tíman.
7) Verður Fysioterapeutur settur í starv sum stovnsleiðari, verkætlanarleiðari ella fakligur leiðari, verður
starvið flokkað við avtalu millum samráðingarpartarnar.
8) Fysioterapeutur, ið undirvísir á Almanna- og heilsuskúlanum gongur stigini 32, 34, 36 og 38.
9) Leiðandi fysioterapeuturin á Lágargarði flytur á stig 43.
10) Leiðandi fysioterapeuturin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi flytur á stig 45
11) Leiðandi fysioterapeuturin á Suðuroyar Sjúkrahúsi flytur á stig 45
12) Leiðandi fysioterapeuturin á Landssjúkrahúsinum flytur á stig 45.

Um annað starvsfólk røkir starv, sum ætlað er fysioterapeuti, skal hetta starv lýsast leyst hvørt ár, um onnur
avtala ikki verður gjørd við Fysioterapeutfelag Føroya. Um persónur úr øðrum fakbólki verður settur í hetta
starv, skal fráboðan latast hesum persóni um, at starvið er fyribils.

§ 2 Samráðingarrættur

Samráðingarrættin hevur Fysioterapeutfelag Føroya, sum ger sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Fíggjarmálaráðið ásannar, at felagið hevur samráðingarrættin viðvíkjandi øllum fakligum viðurskiftum hjá limunum.

Stk. 2. Verður ósemja um, hvussu hesin sáttmáli skal skiljast, skal ósemjan leggjast fyri gerðarrætt, sum ger
bindandi úrskurð í trætuni.

Gerðarættarlimirnir verða valdir soleiðis:
Fysioterapeutfelag Føroya velur tveir limir. Fíggjarmálaráðið velur tveir limir.
Hesir báðir partarnir velja í felag fimta limin, sum skal vera ástøðumaður. Verður ikki semja um
ástøðumannin, verður hann tilnevndur av sorinskrivaranum.

§ 3 Løn

Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 4
Starvsfólk, sum nevnd er í § 1, verður lønt eftir galdandi lønartalvu fyri Fysioterapeutfelag Føroya og øll
lønarstig eru galdandi í 2 ár.

§ 4 Viðbøtur og førleikaviðbøtur

Leiðandi fysioterapeutur og deildarfysioterapeutur fáa leiðaraviðbót sambært galdandi lønartalvu.

Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving. Hesar viðbøtur eru førleikaviðbøtur og eru knýttar at starvinum. Fyri at kunna fáa førleikaviðbót, skal eftirútbúgvingin verða kravd og verða frá góðkendum útbúgvingarstað. Sjálvt um fysioterapeuturin hevur tikið meira enn eina eftirútbúgving, so verður bert ein viðbót latin. Er starvið parttíðarstarv verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum.

Eftirútbúgving 120 tímar: 750,-kr.

Eftirútbúgving 160 tímar: 1.000,-kr.

Eftirútbúgving 200 tímar: 1.250,-kr.

§ 5 Starvsaldur

Lønin hjá fysioterapeuti verður ásett eftir, hvussu leingi viðkomandi hevur arbeitt sum mánaðarløntur fysioterapeutur ella hevur verið í eftirútbúgving innan tey øki, sum hesin sáttmáli fevnir um.

Stk. 2. Hevur fysioterapeutur arbeitt í útlondum ella innan øki, har ið hesin sáttmáli ikki er galdandi, skal starvsfólkið saman við nevndini í felagnum og setanarmyndugleikanum áseta lønarstigið. Í slíkum førum skal avgerðin takast eftir tí, sum starvsfólkið hevur arbeitt við, og teimum royndum, sum starvsfólkið hevur innan hetta sáttmálaøkið.

Stk. 3. Tá ið fysioterapeutur fer úr starvi, skal arbeiðsgevarin lata starvsfólkinum váttan fyri starvsaldur, og starvsfólkið skal vísa hesa váttan, tá ið byrjað verður á nýggjum arbeiðsplássi.

§ 6 Lønútgjalding

Lønin verður útgoldin eina ferð um mánaðin afturút umleið 25. í hvørjum mánaði. Viðlagdur skal vera seðil, har tilskilað er, hvat lønin er fyri. Samstundis sum lønin verður útgoldin, avgreiðir stovnurin/arbeiðsplássið eftirlønargjaldið.

§ 7 Eftirløn

Til onnur loysn er funnin, verður viðvíkjandi eftirløn gingið eftir sáttmálanum millum "Danske Fysioterapeuter og Amtsrådsforeningen". Tann 1. juli í 2007 er eftirlønargjaldið lagt um til at vera eitt arbeiðsgevaragjald, ið er 15,8%.

§ 8 Fyribilstænasta í hægri starvi

Fysioterapeutur sum fyribils røkir hægri starv í minst eina viku, eigur í hesum tíðarskeiði somu løn, sum fysioterapeuturin hevði fingið, um viðkomandi var settur í hetta hægra starvið.

§ 9 Tænastubúni

Fysioterapeutur fær frían tænastubúna. Í størvum, har ið hetta ikki ber til, ella har ið starvsfólk av viðgerðarávum verða biðin um at nýta síni egnu klæðir, verður latin árlig viðbót 1.920,00 kr. Er frítt vask á arbeiðsstaðnum verður latin árlig viðbót 840,00 kr. Henda upphædd er galdandi óansæð lønarbrøk.

§ 10 Arbeiðstíð

Stk. 1. Vanlig arbeiðstíð;

 Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, íroknað tilkallivakt sambært § 10, stk. 3 og 4. Um so er, at Fíggjarmálaráðið ger avtalu við onnur føroysk feløg um at seta vikutímatalið niður, verður vikutímatalið í hesum sáttmála lækkað samsvarandi.

 Dagliga arbeiðstíðin verður fastløgd millum 7 og 8½ tíma. Tó eru møguleikar at gera avtalu um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað. Henda avtala verður gjørd millum álitisumboðið/Fysioterapeutfelag Føroya og starvsstaðið/leiðsluna.

 Arbeiðstíð út um fastløgdu dagligu arbeiðstíðina verður roknað sum yvirtíð. Matarfrí, sum ásett er frammanundan, verður ikki íroknað arbeiðstíðina. Ber ikki til at leggja matartíðina fasta, verður henda roknað sum arbeiðstíð og skal tá haldast, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Henda fríløtan skal vera styttri enn ½ tíma, og fysioterapeuturin má tá vera til reiðar at møta til arbeiðis, um boð verða eftir honum.

2. Kvøld- og náttarvakt.

Fyri hvørjar 40 tímar í kvøld- ella náttarvakt eigur fysioterapeuturin frí í 3 tímar.

Sum kvøld- ella náttarvakt verður roknað arbeiði, sum er byrjað kl. 14 ella seinni, og sum endar seinni enn kl. 17. Hesar reglur galda fyri allar yrka-, sunnu- og halgidagar, men ikki fyri yvirtíð, tilkalli- og samdøgurvaktir.

Vunnin frítíð skal samsýnast við heilum arbeiðsfrídøgum, t.e. dagar, ið annars áttu at verið arbeiðsdagar.

Tá ið fysioterpeuturin fær arbeiðsfríar dagar, skal tann vunna frítíðin styttast við tí tímatali, sum viðkomandi annars skuldi arbeitt eftir tænastuætlanini.

Henda regla umfatar ikki tímalønt, av tí at tey fáa fulla samsýning í tímaløn fyri kvøld- og náttararbeiði.

3. Tænastuætlan.

Tænastuætlan fyri arbeiðstíð verður kunngjørd soleiðis, at fysioterapeutar altíð vita, nær arbeiðstíðin er, og teir skulu vita 4 vikur frammanundan, nær teir hava frí. Hetta er tó ikki galdandi fyri leysar avloysarar.

Broyting í tænastulista kann bert gerast í serstøkum førum (t.d. um starvsfólk eru sjúk) og í samráð við starvsfólkini.

Verður neyðugt at broyta ætlaða frígongu av vunnari frítíð minni enn 72 tímar frammanundan byrjan av síðstu tænastu fyri frítíðina, skal vunna tímatalið niðurskrivast við sama tali av tímum, og frítíðin kortini roknast sum hildin. Hesir arbeiðstímar skulu samsýnast annað hvørt sum yvirtíð sambært stk. 2 ella sum boðsending uttan at hava tilkallivakt sambært stk. 6. Viðbótin fyri broytta tíð sambært stk. 1, nr. 4 verður ikki latin í hesum sambandi.

Kunngerð um frídagar orsakað av serligum arbeiði, so sum yvirtíð, sunnu- og halgidagsarbeiði, boðsending í tilkallivakt v.m. skal vera givin í seinasta lagi 72 tímar frammanundan, at byrjað verður við arbeiðinum, sum liggur beint áðrenn byrjað verður upp á frídagar.

4. Umlagdir tímar.

Um tænastulistin verður broyttur hjá fysioterpeuti (leysir avloysarar undantiknir), skal hetta fráboðast í minsta lagi 72 tímar frammanundan. Verður henda freistin ikki hildin, fær fysioterapeuturin 19,00 kr. um tíman sum viðbót fyri broyttu tíðina. Frá 1.10.2004 er viðbótin 20,75 kr. um tíman. Broytt tíð er at skilja sum tíð, tá ið fysioterapeuturin ikki skuldi verið til arbeiðis, men sum eftir broytingina verður vanlig arbeiðstíð.

Stk. 2. Yvirtíð.

Yvirtíðararbeiði skal, alt tað ber til, samsýnast við frítíð, sum skal vera eins long og yvirtíðin og við viðbót uppá 50% rundað uppeftir til heilar tímar. Er yvirtíðararbeiði ikki samsýnt við frítíð, tá ið triði mánaðurin er lokin frá tí, at yvirtíðararbeiðið er útint, verður løn goldin fyri yvirtíðararbeiðið eftir reglunum, sum í sáttmálanum eru galdandi viðvíkjandi yvirtíðarsamsýning, t.e. tímaløn + 50%. Verður fysioterapeutur settur Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 6

at arbeiða yvir, skal hetta fráboðast í arbeiðstíðini dagin fyri. Verður ikki fráboðað rættstundis, fær fysioterapeuturin umframt yvirtíðarløn eina viðbót uppá 21,00 kr. um yvirtíðararbeiðið varir meira enn ein tíma. Frá 1.10.2004 er viðbótin 23,00 kr.

Stk. 3. Parttíðarstarvandi.

Parttíðarstarvandi, sum arbeiða meira enn tað tímatal, sum avtalað er, og tað ikki verður roknað sum yvirtíðararbeiði, verða samsýnt í sama mun við frítíð. Hava tey ikki fingið hesa frítíð, tá ið 3 mánaðir eru farnir frá tí, at arbeiðið varð gjørt, fáa tey vanliga tímaløn uttan viðbót. Í teimum førum, har ikki ber til at fríganga, kann starvsstaðið og álitisumboðið hjá einum bólki av fysioterapeutum gera avtalu um, at peningurin kann útgjaldast, áðrenn omanfyri nevnda tíðarskeið er lokið. Fysioterapeutur, sum arbeiðir parttíð, hevur ikki rætt til yvirtíð, fyrr enn farið verður út um vanligu arbeiðstíðina á starvsstaðnum. Tá parttíðarstarvandi verður settur at gera meira arbeiði enn upprunaliga avtalað, skal hann hava boð um tað dagin fyri. Verður ikki boðað frá rættstundis, skal hann, umframt yvirtíðarløn, hava eina viðbót uppá 21 kr., varir hetta arbeiðið meira enn ein tíma. Frá 1.10.2004 er viðbótin 23,00 kr.

Stk. 4. Frísamdøgur.

Fysioterapeutar hava rætt til eitt frísamdøgur um vikuna, og henda dag kann heldur ikki verða álagt teimum tilkallivakt sambært § 10.

1) Arbeiðstíðin verður løgd eftir hesum reglum:

a) Frísamdøgrið í vikuni skal vera minst 64 tímar út í eitt. Tó verður tað roknað sum givið frísamdøgur, um frítíðin hevur verið millum 55 og 64 tímar.

b) Tá ið viðurskiftini gera, at frísamdøgrið í vikuni ikki kann hava ta longd, sum ásett er undir a), kunnu í staðin fyri verða veitt tvey frísamdøgur. Hesi frísamdøgur skulu vera minst 35 - 40 tímar til longdar.

c) Verða tvey ella fleiri frísamdøgur við longd sum undir a) løgd saman, skal tað fyrsta lúka treytirnar undir a), og hini skulu vera í minsta lagi 48 tímar til longdar.

d) Verður eitt frísamdøgur við longd sum undir a) lagt saman við frísamdøgrum sum undir b), skal tað fyrsta frísamdøgrið lúka krøvini undir a), og hini skulu vera í minsta lagi 24 tímar til longdar.

e) Verða tvey ella fleiri frísamdøgur við longd sum undir b) samanløgd, skulu tvey tey fyrstu tilsamans hava longd sum nevnt undir a), og hini skulu vera í minsta lagi 24 tímar til longdar.

2) Verður neyðugt at broyta frítíðina, sum hoyrir til vikufrísamdøgrið ella annað frísamdøgur, sum er 24 tímar ella meira til longdar, hjá fulltíðarstarvssettum og parttíðarstarvssettum verður arbeiðstíðin samsýnt eftir yvirtíðarreglum, sambært stk. 2, tó fyri minst 6 tímar.

3) Verður eitt frísamdøgur av serligum orsøkum tikið aftur, verður so skjótt sum til ber sum samsýning givið annað frísamdøgur og eitt ískoyti í tíð svarandi til 50% av tí arbeiði, sum gjørt var hetta frísamdøgur, rundað upp til heilar tímar. Samlaða endurgjaldið verður tó í minsta lagi fyri 6 yvirtímar ella 9 tímar til frígongu.

Stk. 5. Frídagar.

1) Sum fastir frídagar eru at rokna:

Nýggjársaftan

Nýggjársdagur

Skírisdagur

Langifríggjadagur

Páskaaftan

2. páskadagur

Flaggdagur

Dýribiðidagur

Kristi Himmalferðadagur

Hvítusunnuaftan

2. hvítusunnudagur

Ólavsøkudagur

Jólaaftan

1. jóladagur

2. jóladagur.

Sum hálvir frídagar eru at rokna:

 Grundlógardagur aftaná kl. 12.

 Ólavsøkuaftan aftaná kl. 12.

Fysioterapeutar hava rætt til frí teir hálvu ella føstu frídagarnar, ella rætt til endurgjald svarandi til frí á annan hátt. Frí verður givið á annan hátt í hesum førum:

a) Vanligt arbeiði ella tilkallivakt fastar ella hálvar frídagar.

b) Tá ið vikufrísamdøgrið ella onnur frítíð, sambært stk. 4, nr. 2 fellur fastar ella hálvar frídagar.

Men ikki í hesum førum:

1. Tá ið fastur ella hálvur frídagur fellur vikudag, sum fysioterapeuturin altíð hevur frí.

2. Parttíðarstarvandi, sum hava fasta arbeiðstíð, og dagurin fellur ein dag, tey kortini hava tíðarásett vikufrísamdøgur.

2) Frítíðin skal vera sum ásett undir stk. 4, nr. 1, b) ella e). Er henda frítíð ikki givin, tá ið 3. mánaðurin er lokin frá tí, at arbeitt varð fastan frídag, verður endurgjald veitt í peningi sambært reglunum í stk. 2 um yvirtíð, tó í minsta lagi fyri 6 tíma arbeiði. Starvsstaðið og álisitfólkið/Fysioterapeutfelag Føroya kunnu tó gera avtalu um, at samsýningin verður veitt fyrr enn annars, um ikki ber til at fríganga.

Stk. 6. Yvirtíð uttan vakt. (Uppkall).

Tey, sum verða sett til arbeiðis uttan fyri vanligu arbeiðstíðina, uttan at teimum er álagt tilkallivakt sambært § 10, fáa løn sum fyri yvirtíð sambært stk. 2, nr. 1, tó í minsta lagi fyri 3 tímar. Fyri arbeiði meira enn 3 tímar verður goldið yvirtíð fyri hvønn byrjaðan tíma. Verður fysioterapeutur biðin til arbeiðis fleiri ferðir innan fyri 3 tímar, fær hann tó bert løn fyri 3 yvirtímar. Fyri arbeiði út um 3 tímar, verður yvirtíðargjald latið fyri hvønn byrjaðan tíma. Verður fysioterapeutur biðin til arbeiðis í tíðarskeiði sambært stk. 4, verður lønt eftir hesum reglum: Fleiri uppkall innan fyri 6 tímar frá 1. uppkalli at rokna, verða roknað undir somu tíð. Verður næsta uppkall meira enn 6 tímar aftaná 1. uppkall, verður samsýningin sambært fyrra stk.

Stk. 7. Samsýning fyri sunnudagar og fastar frídagar.

Fyri sunnudagsarbeiði og arbeiði teir hálvu og føstu frídagarnar, sum ikki eru sunnudagar, verður latin eyka samsýning 50% fyri hvønn tíma arbeitt er. Arbeiði teir føstu frídagarnar, sum nevndir eru í stk. 5, verður samsýnt við 50% eyka av teirri arbeiðstíð, sum arbeitt er fastan frídag. Er endurgjaldsfrítíð ikki givin, tá ið 3. mánaðurin er lokin frá tí, at arbeitt varð sunnudag, hálvan ella fastan frídag, verður latið endurgjald svarandi til 50% av tímalønini í dagtænastu sambært § 20. Starvsstaðið og álitisfólkið/Fysioterapeutfelag Føroya kunnu tó gera avtalu um, at samsýningin verður veitt fyrr enn annars, um ikki ber til at fríganga. Samsýning verður veitt fyri hálvar tímar.

Nevnda samsýning verður eisini givin fyri yvirtímar sambært stk. 2, um arbeitt verður nevndu dagar. Fulltíðarstarvandi (undantiknir eru fysioterapeutar, ið eru settir til sunnudagstænastu), sum í einum ársfjórðingi (januar-mars, apríl-juni, juli-september og oktober-desember) verða áløgd at arbeiða meira enn seks sunnudagar, fáa eyka samsýning fyri hesar sunnudagar, svarandi til helvtina av vanligu eykasamsýningini, sambært stk. 1.

Stk. 8. Ótíðarviðbøtur (stk. 8, 9 og 10).

1) Fyri arbeiði leygardag millum kl. 12.00 og 24.00 og mánadag frá 00.00 til náttarvaktin endar, verður fyri hvønn tíma goldin eykasamsýning sambært avtalu um vaktargjøld o.a.. Samsýningin verður eisini latin fyri yvirtíðartímar sambært stk. 2 sum falla innan fyri nevndu tíðarbil. Viðbótin verður roknað í heilum tímum.

Stk. 9. Fysioterapeutar, sum arbeiða í kvøld- og náttarvakt, fáa eykasamsýning fyri hvønn tíma sambært avtalu um vaktargjøld o.a. Henda upphæddin verður eisini latin fyri yvirtíðartímar sambært stk. 2 og arbeiði í Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 8

tilkallivakt, sum fella í sama tíðarbili. Fysioterapeutar, sum í einum ársfjórðingi (januar-mars, apríl-juni, juli-september, oktober-desember) hava meira enn 31 kvøld- og/ella náttarvaktir, fáa fyri hesi meirarbeiði millum kl. 17.00 og 06.00 eina eykaviðbót aftrat, sum svarar til helvtina av eykasamsýningini, sambært stk. 8, 1). Henda regla er tó ikki galdandi fyri tey, sum bert eru sett til kvøld- og/ella náttarvaktir.

Stk. 10. Allar viðbøtur verða eisini veittar í frítíðarskeiðnum, undir sjúku og barnsburði.

Stk. 11. Verður arbeitt 2 tímar ella meira út um vanliga arbeiðstíð, hevur fysioterapeutur rætt til ½ tíma matsteðg uttan lønarmiss.

§ 11 Tilkallivakt (Vakt)

Stk. 1. Slag av vakt. Fysioterapeuti kann verða álagt hesi sløg av tilkallivakt:

I) Tilkallivakt heimanífrá.

II) Tilkallivakt úr vaktarrúmi.

Fysioterapeutar skulu møta beinanvegin, sum teir eru boðsendir. Frammanundan tilkallivakt skal fysioterapeutur hava vanligan arbeiðsdag (undantikið samdøgursvakt). Er talan um vakt I (heimanífrá) metir starvsstaðið, um flutningstíðin til arbeiðsstaðið er ov long. Um so er, má starvsstaðið meta, um vaktin skal broytast til vakt II (vaktarrúm) ella geva samsýning fyri nýtslu av egnum akfari ella fyri hýruvogn. Hetta umfatar eisini flutning til hús aftur.

Vaktarrúmið skal lúka ávís minstukrøv:

Vaktarrúmið skal hava sovi-, lesi- og skrivipláss umframt skápspláss. Í rúminum skal vera telefon, og atgongd skal vera til bað og toilett, tekøk og kuldaskáp. Rúmið skal kunna læsast og má ikki verða nýtt til annað endamál um dagin.

Stk. 2. Slag av vakt. Fysioterapeuti kann eisini verða álagt tilkallivakt sum nevnt í stk. 1 í eitt samdøgur (samdøgursvakt) teir dagar, sum ikki eru heilir arbeiðsdagar (helst sunnu- og halgidagar).

Samdøgursvakt verður roknað til tað samdøgrið, har flestu tímarnir í samdøgrinum falla.

Stk. 3. Virðið av vakt. Tilkallivakt (tó ikki samdøgursvakt sambært stk. 4 er partur av vanligu vikuarbeiðstíðini, sambært § 10, stk. 1 a, við hesum virðum:

Vakt I: 1/3 tíma

Vakt II: 3/4 tíma.

Stk. 4. Samdøgursvakt. Samdøgursvakt er partur av vanligu vikuarbeiðstíðini sambært § 10, stk. 1 a) við hesum virðum:

Vakt I: 14 tímar

Vakt II: 20 tímar.

Tilkallivakt verður innroknað í vikutímatalið (40 tímar). Starvsstaðið eigur sostatt at bera so í bandi, at starvsfólkaskipanin er so, at vikutímatalið ikki fer upp um 40 tímar orsakað av, at arbeitt verður við tilkallivakt. Annars verður tilkallivaktin roknað sum yvirtíð. Verður nøkrum álagt eyka tilkallivakt, verða tímarnir umroknaðir til vanligar tímar og útgoldnir sum yvirtíð sambært § 9, stk. 2.

Stk. 5. Broyting av vakt. Verður neyðugt at gera frávik í arbeiðstíðini frá tí, sum upprunaliga er avtalað, skulu fysioterapeutar (tó ikki leysir avloysarar) hava boð um hetta í minsta lagi 72 tímar frammanundan. Verður henda freistin ikki hildin, verður fyri hvønn tíma, ið fysioterapeutur er til taks - íroknaðir tímar, ið arbeitt verður - veitt viðbót svarandi til helvtina av viðbótunum, ið nevndar eru í § 9, stk. 1, nr. 4.

Stk. 6. Boðsending.

(Boðsending merkir: boðsending og tænasta veitt um telefon).

Fyri ta tíð, roknað frá boðsending, tá ið arbeitt verður í tilkallivakt (samdøgursvakt undantikin sambært stk. 7), verður samsýnt við frí sum fyri yvirtíðararbeiði ella við yvirtíðarløn sambært § 9, stk. 2, minkað við teimum virðum, sum nevnd eru í § 10, stk. 3. Haraftrat galda ásetingarnar í § 9, stk. 7-9.

Hvør boðsending telur minst 1 tíma. Boðsending verður lønt fyri hvønn byrjaðan tíma, ið arbeitt verður. Fyri fleiri boðsendingar innan fyri sama tíma verður tó bert samsýnt við frí við yvirtíð ella yvirtíðarløn fyri ein tíma.

Boðsendingin er at rokna frá tí, at boðini verða send, og til fysioterapeuturin er við hús aftur.

Samsýningin fyri boðsendingina er yvirtíðargjald umframt galdandi viðbøtur. Verður boðsendingin avroknað sum frídagar (tímar), verður hvør boðsendingartími niðurskrivaður við 1/3 tíma (vakt I) ella 3/4 tíma (vakt II).

Verður boðsendingin avroknað við útgjalding, verður galdandi tímaløn (roknað sum í § 20 um tímaløn í dagtænastu) niðurskrivað við 1/3 tíma (vakt I) og 3/4 tíma (vakt II).

Stk. 7. Samdøgursvaktir. Fyri samdøgursvaktir sambært stk. 2 galda hesar reglur:

1) Fyri teir fyrstu 8 tímarnar, ið arbeitt verður, verður ikki veitt eyka frítíð ella løn.

2) Fyri arbeiði í meira enn 8 tímar verður veitt frítíð sum fyri yvirtíðararbeiði ella yvirtíðarløn sambært § 9, stk. 2.

3) Ásetingarnar í § 9, stk. 7-9 galda fyri boðsendingar sambært 1) og 2).

4. Arbeiði í samdøgursvaktum verður uppgjørt sum nevnt í stk. 6, 2).

Í samband við samdøgursvakt í sunnu-/halgisamdøgrinum v.m. verður altíð latin sunnudags- ella halgidagsviðbót fyri 8 tímar.

Stk. 8. Hvíld aftaná vakt. Tá ið tænastuætlanin, sambært § 9, stk. 1, 3), verður gjørd, verður miðað eftir, at fysioterapeutur ikki beint eftir tilkallivakt verður settur til vanligt arbeiði, hvørki dagarbeiði ella samdøgursvakt. Verður kortini álagt fysioterapeutinum at hava vanligt dagarbeiði ella samdøgursvakt beint eftir tilkallivakt, og hann ikki hevur havt hvíld í tilkallivaktini, sum svarar til minst helvtina av tilkallivaktartíðini (fyri samdøgursvakt tó 11 tímar), harav minst 4 tímar skulu falla millum kl. 23.00 og byrjan av komandi tænastu, skal hann ikki byrja dagarbeiði, samdøgursvakt ella frígongu, fyrr enn hann hevur fingið 8 tíma hvíld út í eitt roknað frá seinastu boðsending í vaktartíðini.

§ 12 Broyting í arbeiðsgongd v.m.

Tá ið avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini, ella nýggj tøkni verður tikin í nýtslu, skal starvsfólkið fáa boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættisleggingini. Krevja slík tiltøk eftirútbúgving, skal starvsfólkið hava høvi til at fáa ta neyðugu eftirútbúgvingina, so tey kunnu røkja hetta arbeiði.

§ 13 Setanarbræv

Tá ið starv sum fysioterapeutur er leyst, skal tað lýsast í Fysioterapeuten, ella www.fysio.dk og í føroyskum bløðum. Tilskilast skulu starvsstað og starvsøki. Sama er galdandi, tá ið lýst verður eftir vikarum og leysum avloysarum.

Stk. 2. Mánaðarlønt fáa fyri setanina setanarbræv, har ið starvsstað og deild eru tilskilað. Er talan um setan í fasta arbeiðstíð (t.d. kvøld- ella náttarvakt), eigur hetta at vera viðmerkt í setanarbrævinum. Harumframt eiga parttíðarsett at hava tilskilað fasta arbeiðstíð.

§ 14 Sjúka

Fysioterapeutar fáa løn undir sjúku sambært løgtingslóg nr. 13 frá 1. juli 1958 um starvsmenn.

Stk. 2. Um starvsfólk sjúkrameldar seg á frígongdudegi, skal dagurin roknast sum frígingin. Um starvsfólk sjúkrameldar seg áðrenn frígongudagurin er byrjaður, verður tíðin at rokna sum sjúkradagur. Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 10

Stk. 3. Verður barn hjá fysioterapeuti sjúkt, hevur starvsfólkið í samband við sjúkuna rætt til frí við løn - tó ikki í meira enn 2 dagar í senn og í mesta lagi 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár kunnu tey fáa frí í 20 dagar.

§ 15 Frítíð

Fysioterapeutar fáa frítíð og frítíðarløn sambært løgtingslóg nr. 30 frá 1. apríl 1986 um frítíð við løn við seinni broytingum.

Stk. 2. Starvsfólk eiga rætt til serstakt frítíðargjald, svarandi til 1,5% av allari føstu árslønini og 12% av øllum útgoldnum viðbótum og úrtíðarløn í undanfarna innvinningarári.

Hesi gjøld verða at gjalda í seinasta lagi, tá ið frítíðin byrjar. Nevnda 1,5% frítíðargjald verður ikki goldið, tá ið farið verður úr starvi, men í staðin verður frítíðargjald 12% goldið av allari lønini undanfarna innvinningarár.

Stk. 3. Parttíðarstarvandi, sum arbeiða meira enn tað, sum avtalað er, og hetta ikki verður roknað sum yvirtíðararbeiði, fáa fyri hetta arbeiði 12% í frítíðarløn. Hetta er eisini galdandi, tá ið farið verður úr starvi.

Stk. 4. Tá ið fysioterapeutur verður settur í starv seinast 1 mánað eftir lokna næmingatíð, verður veitt frítíð við løn eftir reglunum, sum ásettar eru fyri starvið.

Stk. 5. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frítíðardagar. Tó kunnu eftir umsókn í serligum førum, har sjúkan forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frítíðardagar verða tá givnir. Um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá frítíðin byrjar, verða tó altíð latnir eyka frídagar. Somu reglur verða galdandi í sambandi við sjúku undir frígongu.

§ 16 Barnsferð

Fyri at stovnurin kann leggja arbeiðið til rættis, skal fysioterapeuturin siga frá í minsta lagi 3 mánaðir, áðrenn hon væntast at eiga.

Stk. 2. Fysioterapeutur hevur rætt til fulla løn, meðan hon er burtur frá arbeiði vegna barnsburðarfarloyvi, tó í mesta lagi í 8 vikur fyri føðingina og tilsamans í 24 vikur. Umframt hetta kann hon eftir umsókn fáa frí uttan løn í minst 5 mánaðir uttan at missa starvsaldur. Í hesum føri kann mannligur fysioterapeutur eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í ein mánað uttan at missa starvsaldur.

Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann fysioterapeutur fáa farloyvi alla barnsburðartíðina, tá ið hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera til arbeiðis. Í slíkum førum verður veitt starvskvinnuni full løn. Hetta farloyvið verður ikki íroknað 120 daga regluna viðvíkjandi sjúkradøgum.

Stk. 4. Ættleiðir kvinnuligur fysioterapeutur barn, kann hon eftir umsókn fáa í mesta lagi 24 vikur frí við løn. Í hesum sambandi kann mannligur fysioterapeutur eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í ein mánað uttan at missa starvsaldur.

§ 17 Eftirsitiløn

Doyr fysioterapeutur, sum er løntur eftir hesum sáttmála, meðan hann er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár, sum fysioterapeuturin hevur skyldu at uppihalda, rætt til løn í mun til uppsagnartíðina, tó í minsta lagi 3 mánaðir.

Stk. 2. Eftirsitiløn er tann løn, sum fysioterapeuturin hevði deyðsdagin. Lønin í mánaðinum, tá ið fysioterapeuturin doyr, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina, men verður goldin teimum, sum hava rætt til hesa eftir stk. 1.

§ 18 Skeið

Um skeið til frama fyri arbeiðsstaðið fellur á leygardag, sunnudag ella fastan frídag, verður veitt frígonga fyri hesar dagar.

§ 19 Farloyvi

Fysioterapeutar kunnu fáa farloyvi uttan løn, um tað ikki nervar arbeiðsgongdina á stovninum.

Stk. 2. Farloyvi kann verða játtað í mesta lagi í 5 ár. Setanarmyndugleikarnir hava skyldu at hava starv leyst, tá ið farloyvistíðin er úti.

Stk. 3. Fær fysioterapeutur farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum stovnsins, kann fysioterapeuturin fáa frí við løn við eftirlønargjaldi.

§ 20 Uppsøgn

Uppsagnarfreistin er frá báðum pørtum sambært løgtingslóg nr. 13 frá 1. juli 1958 um starvsmenn.

Stk. 2. Verður talan um at siga fysioterapeuti úr starvi, hava setanarmyndugleikarnir skyldu at geva Fysioterapeutfelag Føroya skrivlig boð við grundgeving fyri uppsøgnini.

Stk. 3. Til endaliga reglugerðin fyri virkið hjá samstarvsráðnum er samtykt (sí semju frá 16. februar 1993), verður hendan regla galdandi í samband við uppsøgn: Yrkisfelagið skal hava boð um uppsøgnina við nágreiniligari grundgeving, og verður uppsøgnin ikki givin, fyrr enn yrkisfelagið innan 2 vikur hevur ummælt uppsøgnina.

Stk. 4. Metir Fysioterapeutfelag Føroya uppsøgnina at vera ógrundaða, kann felagið innan ein mánað eftir uppsøgnina krevja fund við tann uppsagda fysioterapeutin, setanarmyndugleikarnar og felagið.

Stk. 5. Fæst ikki semja á fundinum, kann málið innan ein mánað verða viðgjørt í eini uppsagnarnevnd, har Fysiotrapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið velja 2 limir hvør, og í felag velja tey tann 5. limin: ástøðumannin. Fæst ikki semja um 5. limin, skal Sorinskrivarin velja hann. Nevndin skipar sjálv sín arbeiðshátt. Uppsagnarnevndin kann avhoyra partarnar og vitni.

Stk. 6. Nevndin ger ein úrskurð í seinasta lagi ein mánað eftir, at málið er lagt fyri nevndina. Úrskurðurin skal sendast Fíggjarmálaráðnum og Fysioterapeutfelag Føroya. Um fysioterapeuturin ella starvsstaðið ikki ynskir framhaldandi starvssetan, verður álagt setanarmyndugleikunum at lata fysioterapeutinum endurgjald, sum nevndin ásetir; fyrst endurgjald eftir, hvussu leingi fysioterapeuturin hevur verið í starvi, og síðani endurgjald eftir vanligum endurgjaldsreglum fyri mista inntøku, tá ið endurgjaldið fyri starvsstíð ikki er roknað við. Nevndin ger av, hvør ið skal rinda útreiðslurnar av nevndararbeiðinum.

Tímaløntir fysioterapeutar (§§ 21 - 23)

§ 21 Tímaløn

Fysioterapeutur, sum í meðal arbeiðir minni enn 15 tímar um vikuna, kann verða løntur við tímaløn. Tímalønin verður roknað í dagtænastu sum 1/2080 og í kvøld- og náttartænastu sum 1/1924 partur av nettoárslønini eftir starvsaldri.

Stk. 2. Er ikki annað avrátt, hava tímalønt rætt til at verða avroknað eina ferð um mánaðin. Kann lønin ikki útgjaldast í arbeiðstíðini, ella beint sum arbeiðstíðin byrjar ella endar, kann tann tímalønti fáa lønina sendandi. Tilskilað skal vera, hvat ið lønin er fyri.

§ 22 Starvsaldur

Tá ið fysioterapeutur verður settur í tímalønt starv, verður starvsaldurin roknaður eftir somu reglum sum hjá mánaðarløntum fysioterapeutum. Um fysioterapeutur kann prógva minst 705 tíma arbeiði í einum ári uttan at hava verið í føstum starvi, verður starvsaldur roknaður. Starvssetan minst 15 tímar um vikuna telur við sum fullur starvsaldur.

§ 23 Arbeiðstíð

Í samband við

§ 9, stk. 1: Arbeiðstíð,

§ 9, stk. 2: Yvirtíð,

§ 9, stk. 7: Sunnudagsarbeiði,

§ 9, stk. 8: Eykaviðbót fyri arbeiði leygardag og mánadag,

§ 9, stk. 9: Eykaviðbót fyri tænastu millum kl. 17.00 og 06.00 og

§ 10: Tilkallivakt

galda somu reglur fyri tímalønt sum fyri mánaðarlønt.

Stk. 2. Tímalønt, sum hava arbeitt í 6 fylgjandi dagar (íroknað teir frídagar, sum eru fastlagdir sambært § 23, stk. 4) undan og í sambandi við ein fastan frídag, hava fyri fastar frídagar rætt til partvíst vanliga løn fyri teir tímarnar, sum arbeitt verður, og partvíst samsýning um tíman roknað á sama grundarlagi sum mánaðarlønt fáa í samsýning fyri mistar frídagar, sambært § 9, stk. 4. Tímalønt, sum hava minni enn 6 arbeiðsdagar beint undan føstum frídegi, hava rætt til frammanfyri nevndu samsýning, sí stk. 2, um tíman. Sama er galdandi fyri yvirtíð.

Stk. 3. Er tímatal avrátt við fysioterapeut, og stovnurin ikki hevur nóg mikið av arbeiði til hetta starvsfólk, hevur tann tímalønti - um ikki stovnurin hevur boðað starvsfólkinum frá í seinasta lagi 4 tímar, áðrenn arbeiðið átti at byrja - rætt til løn fyri teir tímarnar, sum avrátt varð, at starvsfólkið skuldi arbeiða henda dagin.

§ 24 Uppsøgn, sjúka, frítíð o.a.

Tímalønt kunnu sigast upp við eini freist, sum verður roknað soleiðis: Fyri hvørjar fullar 14 arbeiðsdagar, arbeitt er, er uppsagnarfreistin 1 dagur.

Stk. 2. Tann tímalønti fysioterapeuturin kemur undir galdandi lóg um dagpening í sambandi við sjúku og barnsburð.

Stk. 3. Tímalønt, sum verða biðin til tíðaravmarkað arbeiði og gerast sjúk, áðrenn arbeiðið byrjar, hava somu rættindi sum fastlønt, sambært § 13.

Stk. 4. Tímalønt hava rætt og skyldu til eitt frísamdøgur uttan løn fyri hvørjar seks fylgjandi dagar, ið arbeitt er. Frísamdøgrini kunnu tó flytast, er tørvur á tí á stovninum/arbeiðsplássinum.

Stk. 5. Tímalønt fáa frítíð sambært løgtingslóg frá 1. apríl 1986 við seinni broytingum. Frítíðarlønin verður 12% av skattskyldugu inntøkuni almanakkaárið fyri.

§ 25 Ferðaútreiðslur

Ferðaútreiðslur í sambandi við avloysarastørv:

 til avloysarastørv í 8 mánaðir og styttri rinda setanarmyndugleikarnir ferðaútreiðslurnar.

Ferðaútreiðslur í sambandi við dagliga arbeiðið og tænastuferðir:

 fysioterapeutur, settur eftir hesum sáttmála, hevur rætt at fáa goldnar ferðaútreiðslur, dag- og tímapening og endurgjald fyri nýtslu av egnum akfari í tænastuørindum eftir reglunum hjá Fíggjarmálaráðnum, sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.

Flutningsútreiðslur í sambandi við vaktir:

 Fysioterapeutur, sum hevur tilkalli- og samdøgurvakt heimanífrá og sum verður boðsendur, fær frían flutning til og frá tænastustaðnum.

 Fyri nýtslu av egnum akfari í sambandi við tilkalli- og samdøgursvakt heimanífrá, fær fysioterapeuturin samsýning sambært reglugerð hjá Fíggjarmálaráðnum, vísandi til protokollat nr. 4 frá 26.03.90

§ 26 Frálæra v.m.

Fysioterapeutar hava rætt til serliga løn fyri frálæru til næmingabólkar eftir hesum reglum:

1) Liggur fyrireiking og frálæra í arbeiðstíðini, fæst einki endurgjald.

2) Liggur frálæra í vanligari arbeiðstíð, og fyrireiking uttan fyri arbeiðstíð, verður endurgoldin hálv tímaløn fyri ta tíð, frálæran varir.

3) Liggur frálæra eftir arbeiðstíð, verður endurgoldið fyri teir tímar, frálæran varir.

4) Fyri hvørjar seks stílar ella uppgávur, sum verða rættaðir, verður goldin ein frálærutími.

Stk. 2. Goldin verður tímaløn 215,28 kr. umframt 12% í frítíðarløn.

Stk. 3. Fyri frálæru til fysioterapeutar er tímalønin 418,27 kr. umframt 12% í frítíðarløn.

Stk. 4. Fyri frálæru til aðrar fakbólkar, verða goldnar 341,02 kr. um tíman umframt 12% í frítíðarløn.

Stk. 5. Frálæra, ið verður givin um kvøldið, t.e. aftaná kl. 17.00, verður samsýnd eftir § 25, stk. 1-4, umframt eitt ískoyti uppá 20%.

Stk. 6. Tá ið fysioterapeutar halda fyrilestur er lønin 1.048,39 kr. fyri tann fyrsta tíman og 440,10 kr. fyri hvønn fylgjandi tíma.

Stk. 7. Fyri frálæru til bachelorlesandi, verður samsýnt eftir § 25, stk. 4.

§ 27 Álitisfólkaskipan

Á arbeiðsplássi, har ið minst 3 fysioterapeutar arbeiða, hava teir rætt at velja eitt álitisfólk og varaálitisfólk. Allar reglur um álitisfólk eru somuleiðis galdandi fyri varaálitisfólk.

Stk. 2. Fysioterapeutar í leiðandi starvi kunnu tó ikki veljast til álitisfólk.

Stk. 3. Álitisfólkið hevur skyldu at ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir o.a., sum eru galdandi fyri arbeiðsplássið/stovnin, sum heild verða hildin.

Stk. 4. Álitisfólkið hevur rætt og skyldu at tingast við deildar- og stovnsleiðsluna um øll mál, sum Fysioterapeutfelag Føroya og starvsfólk felagsins á arbeiðsplássinum/stovninum áleggja álitisfólkinum.

Stk. 5. Eru álitisfólk og starvsfólk ikki nøgd við avgerð leiðslunnar eftir samráðingar, skal málið leggjast fyri Fysioterapeutfelag Føroya.

Stk. 6. Tá ið talan er um at seta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á arbeiðsplássinum/stovninum. Semjast partarnir ikki, skal málið fyri Fysioterapeutfelag Føroya.

Stk. 7. Álitisfólkið skal - í samráð við stovnin - í arbeiðstíðini hava møguleika at taka sær av málum, sum viðvíkja starvsfeløgum ella arbeiðsviðurskiftum á stovninum/arbeiðsplássinum.

Stk. 8. Verður fysioterapeutur valdur í nevndina fyri Fysioterapeutfelag Føroya, hevur starvsfólkið rætt til frí við løn at gera felagsarbeiði í arbeiðstíðini, tó soleiðis at tað ikki darvar arbeiðsgongdini á staðnum. Tá álitisfólk/nevndarlimur er burtur frá arbeiði vegna álitismanna/felagsarbeiði og játtað er frí við løn, verður bara givið frí við løn fyri ta tíð, viðkomandi skuldi havt verið til arbeiðis.

Stk. 9. Verður álitisfólk/varaálitisfólk/nevndarlimur sagt upp, skulu Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið viðgera málið. Við uppsøgnini skal fylgja nágreinilig grundgeving fyri at siga álitisfólkinum/varaálitisfólkinum/nevndarliminum upp. Henda grundgeving er grundarlagið fyri málsviðgerðini hjá Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðnum. Metir felagið uppsøgnina ov illa grundaða, skal álitisfólkið halda fram í starvi sínum sum álitisfólk. Uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum verður longd við 3 mánaðum. Reglurnar í álitismannaskipanini eru galdandi í tvey ár frá tí at viðkomandi er farin frá sum ávíkavist álitisfólk, varaálitisfólk ella nevndarlimur.

Stk. 10. Álitisfólkaval fer fram í septembur mánaði ómakaár, og felagið boðar avvarðandi stovni/arbeiðsplássi frá, hvørji eru vald til álitisfólk.

Stk. 11. Álitisfólk og nevndarlimir í felagnum hava rætt til tænastufrí við løn at luttaka á álitisfólkaskeiði.

§ 28 Samstarvsráð

Á øllum almennum stovnum verður sett á stovn eitt samstarvsráð, har umboð fyri leiðslu, álitisfólk og varaálitisfólk sita. Samstarvsráðið skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi, og verða avgerðir ikki tiknar, fyrrenn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli.

Stk. 2. Settur verður 4 manna bólkur við 2 umboðum valdum av yrkisfeløgunum og 2 valdum av landsstýrinum at gera uppskot til reglugerð fyri virkið hjá samstarvsráðnum.

§ 29 Gildi og Uppsøgn

Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. oktober 2011.

Stk. 2. Báðir partar hava rætt at siga sáttmálan upp at fara úr gildi við 3 mánaða ávaring, tó í fyrsta lagi 1. oktober 2015.

Tá ið uppsøgnin av sáttmálanum fær gildi, og til nýggjur sáttmáli tekur við, verða fysioterapeutar fyribils løntir eftir teirri avtalu, sum var í gildi síðsta dag, ið sáttmálin galt.

Argir, tann 4. desember 2012

 

 

Avtala um tiltøk, ið kunnu stuðla undir ein virknan starvsfólkapolitikk á landsins stovnum.

1. Inngangur

Tað er týdningarmikið, at starvsfólkið hevur møguleika fyri persónligari menning, og neyðugt er samstundis at taka atlit at sambandið millum arbeiðslív og onnur lívsviðurskifti. Partarnir eru tí samdir um, at styrkja teir møguleikar, ið stovnarnir hava, tá ið teir evna sín starvsfólkapolitikk á hesum økjum:

 Førleikamenning

 Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum

 Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum

 Javnstøða

Harafturat eiga rættindi hjá starvsfólkum at verða vird, verður virksemi hjá landinum lagt til onnur at reka.

2. Førleikamenning

Leiðslur og starvsfólk eru týdningarmesta tilfeingið hjá landsins stovnum. Tað er tað arbeiði, sum tey í landsins tænastu inna, sum ger av, um úrslitini verða góð. Framhaldandi at menna starvsfólkini er tí umráðandi fyritreyt fyri, at landsins stovnar mennast.

Partarnir eru tí samdir um, at:

 miðvís og dagførd eftir- og víðariútbúgving av starvsfólkinum er ein fyritreyt fyri virkisfýsnum almennum stovnum við høgum tænastustigi.

 hvør stovnur sær skal virka fyri, at starvsfólkinum stendur í boði at kunna menna sín førleika bæði gjøgnum sítt dagliga yrki og við eftir- og víðariútbúgving. Til tess at røkka hesum endamáli, eigur hvør stovnur at seta sær miðvís menningarmál.

 endamálið við hesi avtalu er at geva starvsfólkinum umstøður at menna seg sjálvt og síðani møguleikar, at átaka sær virknari leiklut at mynda virki stovnsins. Harumframt ber til hjá leiðsluni at menna almenna tænastuførleikan.

 starvsfólk og leiðsla hava í felag ábyrgdina av førleikamenningini. Uppgávan hjá stovninum er at bera so í bandi, at starvsfólkini altíð eru skikkað til uppgávuna.

 Sáttmálapartarnir seta ein arbeiðsbólk, sum í sáttmálaskeiðnum skal tilevna eina vegleiðing um eina skipaða útbúgvingarætlan til starvsfólk á landsins stovnum.

3. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum

Fyri at varðveita eldri starvsfólk og fakligu vitan teirra á arbeiðsmarknaðinum, eru partarnir samdir um, at sum liður í eldrapolitikkinum á einstaka stovninum eigur at bera til at gera skipanir til starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri – um so er, at tey sjálvi vilja tað, og umstøðurnar á arbeiðsplássinum annars eru til tess – at leggja síni eldru ár á arbeiðsmarknaðinum soleiðis til rættis, at tey fáa eina liðiliga tillagingarskipan, áðrenn tey fara úr starvi.

Tá ið stovnar evna sín eldrapolitikk, kunnu teir sum part í hesum gera sjálvbodnar skipanir, í hesum karmi:

Niðursett tíð

Hesar treytir skulu verða loknar, so at starvsfólk skal kunna koma undir skipanina:

a) vera fylt 60 ár

b) hava starvast hjá landinum seinastu 10 árini

c) arbeiðstíðin skal vera minst 20 tímar um vikuna, eftir tað, at hon er niðursett Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 15

Starvsfólk kann fara uppí ¼ niður í starvstíð við lutfalsliga at fara niður í løn.

Stovnurin kann í hesum tíðarskeiðinum gjalda eftirlønargjaldið, sum um starvstíðin var ikki sett niður.

Niðursett tíð orsakað av sparingum.

Gera sparingar, at starvsfólk verður sett niður í tíð, varðveitir starvsfólkið eftirlønargjaldið, sum um starvstíðin varð ikki sett niður. Treytirnar eru:

a) starvsfólkið hevur fylt 55 ár

b) starvsfólkið hevur starvast hjá landinum seinastu 10 árini

c) arbeiðstíðin er minst ½ tíð, eftir at hon er niðursett.

Lægri starv

Stovnur kann eftir umsókn játta starvsfólki, ið hevur fylt 55 ár, at fara í annað lægri starv, um so er, at starvsfólkið seinastu 10 árini hevur starvast fulla tíð hjá landinum í einum starvi við leiðsluábyrgd ella í øðrum serliga krevjandi starvi.

Lønin verður tá samsvarandi lægra starvinum, men starvsfólkið fær framvegis heilt ella lutvíst eftirlønargjaldið í hægra starvinum, fyri eitt tíðarskeið, sum í mesta lagi má vera 7 ár.

Stovnurin kann veita eitt ikki eftirlønargevandi ískoyti, sum í mesta lagi kann vera munurin millum lønina í lægra flokkinum og lønina í hægra flokkinum. Ískoytið kann í mesta lagi verða veitt í 3 ár.

4. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum

Tá ið lagt verður til rættis, eiga bæði starvsfólk og leiðsla at vísa lagaligheit og smidleika, fyri at betri samanhangur kann verða millum familjulív og arbeiðslív.

Í teimum førum, tá ið børn verða innløgd á sjúkrahús, og lækni sigur tað vera neyðugt, at annað av foreldrunum verður innlagt við, kann starvsfólkið, loyva arbeiðsumstøðurnar tí, brúka dagarar, ið starvsfólkið eigur til frí við løn, tá ið barn/børn teirra eru sjúk, samanhangandi longur enn 2 dagar.

5. Javnstøða

Lønarskipanin eigur at verða so mikið greið, at hon gevur betri trygd fyri, at javnstøða er millum kynini, tá ið lønin verður ásett.

6. Umleggja alment virksemi

Um so er, at virksemi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur, rættindi og skyldur, landið hevur mótvegis starvsfólkunum, tá ið umskipanin fer fram, óskerdar at verða førdar yvir á tann, sum yvirtekur virksemið.

 

Avtala um strategiska og skipaða førleikamenning á stovnum landsins

§ 1. Inngangur

Skulu uppgávurnar hjá stovnum landsins verða røktar á munadyggan hátt við neyðugari dygd og framhaldandi menning, er sera týðandi, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða áhaldandi røktir og mentir.

Stk. 2. Partarnir halda tað vera avgerandi, at starvsfólk hjá landinum fáa møguleika at menna sín førleika, bæði í dagliga arbeiðnum og við eftirútbúgving og víðari útbúging. Fyri at fremja førleikamenningina eiga leiðslur og starvsfólk í felag at hava sum mál at stovna felags læruumhvørvi og at leggja til rættis eina smidliga tilgongd fyri førleikamenningini. Partarnir eru samdir um, at strategisk mál fyri menningini skulu verða gjørd fyri øll starvsfólk.

§ 2. Øki Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 16

Avtalan er galdandi fyri starvsfólk, sum eru fevnd av sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og felag, ið hevur undirskrivað hesa avtalu.

§ 3. Endamál

Endamálið við avtaluni er at binda leiðslu og starvsfólk til at leggja stóran dent á førleikamenningina, og báðir partar hava ábyrgd av at tryggja, at førleikamenningin styrkist. Hetta skal nøkta tørvin á fakligari menning hjá einstaka stovninum og einstaka starvsfólkinum.

§ 4. Menningarmál

Fyri hvørt einstakt starvsfólk á øllum stovnum hjá landinum verður gjørd ein skipað førleikamenningarætlan, ið skal taka atlit at málunum hjá tí einstaka stovninum.

Stk. 2. Árliga er samrøða millum leiðsluna og starvsfólkið, har ítøkilig menningarmál fyri einstaka starvsfólkið verða fest á blað í semju við starvsfólkið. Í starvsfólkasamrøðuni verður eisini viðgjørt um og hvussu, starvsfólkið hevur nátt málunum, ið sett vórðu í síðstu starvsfólkasamrøðu.

Stk 3. Útbúgving og annað menningarvirksemi fer vanliga fram í arbeiðstíðini. Arbeiðsgevarin rindar, jb. stk. 2, útreiðslur av útbúgving.

Stk. 4. Leiðsla og starvsfólk hava felags ábyrgd av, at menningarmálini verða rokkin. Leiðslan tryggjar karmar og treytir fyri førleikamenning, og starvsfólkið arbeiðir fram móti avtalaðu menningarmálunum.

§ 5. Almennur førleiki

Dagførdur grundleggjandi skúlakunnleiki kann verða treytin fyri at røkja og menna fakliga førleikan. Bæði einstaki stovnurin og einstaka starvsfólkið hava ábyrgd av at virka fyri, at almennur førleiki er partur av førleikamenningini.

§ 6. Leiklutur hjá leiðslu, starvsfólki og samstarvsnevnd

Leiðsla og starvsfólk skulu í felag, grundað á strategisku málini hjá stovninum og tørvinum á strategiskari førleikamenning

 áseta grundreglur og leiðreglur fyri førleikamenningartiltøkunum á stovninum

 samráðast um grundreglurnar fyri og tørvin á eftirútbúgving fyri allar starvsfólkabólkar

 áseta leiðreglur fyri, hvussu starvsfólkasamrøður skulu verða skipaðar

Stk. 2. Leiðsla og starvsfólk eftirmeta í felag eina ferð árliga førleikamenningartiltøkini á stovninum.

Stk. 3. Uppgávurnar í stk. 1 og 2 røkir samstarvsnevndin, um stovnurin hevur eina slíka. Biður annar parturin um tað, verður ein menningarnevnd vald undir samstarvsnevndini.

§ 7. Fylgibólkur

Ein fylgibólkur verður settur við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið og tey feløg, sum hava undirskrivað hesa avtalu.

§ 8. At seta í gildi og siga upp

Henda avtala verður sett í gildi tann 1. oktober 2003. Avtalan kann skrivliga verða søgd upp við 3 mánaða ávaring til ein 1. í mánaðinum, tó í fyrsta lagi tann 1. oktober 2005.

 

Avtala um serstaka fríviku

Øki

§ 1. Avtalan er galdandi fyri mánaðarlønt starvsfólk.

Stk. 2. Avtalan er eisini galdandi fyri tímalønt, sum eru í starvi í meiri enn 3 mánaðir.

Hvussu frívikan verður innvunnin og hildin

§ 2. Aftur at frítíðini eftir frítíðarlógini, vinnur starvsfólk eina sertaka fríviku um árið. Vunnir verða 0,42 serstakar frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Serstøku frídagarnar verða vunnir samsvarandi setanarbrøkinum.

Stk. 2. Serstaka frívikan verður innvunnin og hildin í frítíðarárinum, á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini.

§ 3. Setanarmyndugleikin og tann setti avtala, nær í frítíðarárinum serstaka frívikan verður hildin. Hon verður løgd í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Starvsfólkið skal boða frá so tíðliga sum til ber, nær ætlanin er at halda frívikuna.

Stk. 2 Frídagarnir kunnu verða hildnir hvør sær, eisini sum hálvir dagar.

§ 4. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu í staðin avtala, áðrenn frítíðarárið byrjar, at serstaka frívikan ella partur av henni verður ikki hildin, men útgoldin, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7. Er semja um tað, kann slík avtala eisini verða gjørd í frítíðarárinum.

§ 5. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu eisini avtala, at serstaka frívikan ella partur av henni, sum er ikki hildin, tá ið frítíðarárið er av, verður flutt at halda í seinri frítíðarári.

Stk. 2. Avtalan skal vera skrivlig og avtalað skal eisini verða, nær fluttu dagarnir skulu verða hildnir.

Stk. 3. Verður avtala ikki gjørd sambært stk. 1, verða serstøku frídagarnir útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7.

§ 6. Fer starvsfólk úr starvi, og hevur ikki hildið serligu frívikuna ella part av henni, verður hon útgoldin, jb. §7.

§ 7. Útgjaldið fyri serstakan frídag er ½% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári.

Í útrokningini verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti.

 

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 8. Avtalan hevur gildi frá 1. oktober 2003.

§ 9. Starvsfólk, sum er í starvi alt innvinningarárið 2003/2004, tvs. frá 1. apríl 2003 til 31. mars 2004, hevur rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai 2004. Hevur starvsfólkið verið í starvi minni enn alt innvinningarárið, verða serligu frídagarnir lækkaðir samsvarandi.

§ 10. Sáttmálafrídagarnir fella burtur 1. januar 2004.

 

Protokollat nr. 2 viðvíkjandi skeiði

Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar og Føroyskir Sjúkrahúslaborantar og Føroya Landsstýri eru samd um, at fyrr galdandi praksis/kutyma viðv. skeiðvirksemi heldur á fram.

Tórshavn tann 26/3-1990

Føroya Landsstýri: Føroyskir Fysioterapeutar:

Jógvan Sundstein, sign. Karin Djurhuus, sign.

Súsanna Danielsen, sign. Fysioterapeutsáttmálin 2011-2015 18

Føroyskir Ergoterapeutar

Hanna á Reynatúgvu, sign.

Føroyskir Sjúkrahúslaborantar

Katrina M. Johannesen, sign.

 

Protokollat nr. 3 viðvíkjandi bústaði

Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar, Føroyskir Sjúkrahúslaborantar og Økonomafelag Føroya og Føroya Landsstýri eru samd um, at íbúð til vikarar og avloysarar so vítt gjørligt er til taks í sambandi við avloysarastørv.

Annars hevur arbeiðsgevarin ikki skyldu til at útvega bústað til starvsfólkið.

Um íbúðir verða útleigaðar fyrstu ferð av stovninum, verður leigan ásett av samráðingarpørtunum.

Tórshavn tann 25/3-1990

Føroya Landsstýri: Føroyskir Fysioterapeutar:

Jógvan Sundstein, sign. Karin Djurhuus, sign.

Súsanna Danielsen, sign.

Føroyskir Ergoterapeutar

Hanna á Reynatúgvu, sign.

Føroyskir Sjúkrahúslaborantar

Katrina M. Johannesen, sign.

Økonomafelag Føroya

Mariann Patursson, sign.

 

Protokollat nr. 4 viðvíkjandi nýtslu av egnum akfari í sambandi við tilkallivakt

Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar og Føroyskir Sjúkrahúslaborantar og Føroya Landsstýri eru samd um, at fyri nýtslu av egnum akfari í sambandi við tilkalli- og samdøgursvakt heimanífrá verður givin ein samsýning, sum samsvarar við hálvum hýruvognstaksti.

Tórshavn tann 26/3-1990

Føroya Landsstýri: Føroyskir Fysioterapeutar:

Jógvan Sundstein, sign. Karin Djurhuus, sign.

Súsanna Danielsen, sign.

Føroyskir Ergoterapeutar

Hanna á Reynatúgvu, sign.

Føroyskir Sjúkrahúslaborantar

Katrina M. Johannesen, sign.

 

Protokollat nr. 5 viðvíkjandi kvalifikatiónskrøvum

Partarnir eru samdir um, at miðast skal ímóti, at tá størv sum sjúkrahúslaborantar, økonomaassistentur v.m., ergoterapeutar og fysioterapeutar verða lýst leys at seta, verða tey sett við fólki, sum lúka kvalifikatiónskrøvini. Um so er, at hetta ikki letur seg gera, og fólk, sum ikki lúka kvalifikatiónskrøvini, verða sett í starvið, skal avvarðandi yrkisfelag verða kunnað um setanina og hava frágreiðing um, hví viðkomandi er settur.

Tórshavn, tann 20/10-91 Tórshavn, tann 4/11-91

Føroya Landsstýri: Føroyskir Sjúkrahúslaborantar

Atli P. Dam, sign. Katrina M. Johannesen, sign.

Súsanna Danielsen, sign.

Økonomafelag Føroya

Mariann Patursson, sign.

Føroyskir Ergoterapeutar

Hanna á Reynatúgvu, sign.

Føroyskir Fysioterapeutar:

Karin Djurhuus, sign.

 

Protokollat nr. 6

Partarnir vilja í sáttmálaskeiðnum hyggja nærri at, um tað ber til at gera sáttmála, har miðað verður eftir:

- betri skipaðum og greiðari viðurskiftum

- einfaldari og liðiligari sáttmála

Tórshavn, tann 8. apríl 1999

Fyri Fíggjarmálastýrið Fyri Føroyskar Fysioterapeutar

Karsten Hansen, sign. Jórun Simonsen, sign.

Thomas Magnussen, sign.

 

Protokollat

Partarnir binda seg til í sáttmálaskeiðnum at orða krøv til eina leiðaraútbúgving, ið skal kunna geva eina leiðaraviðbót. Feløgini koma við uppskoti.

Argir, 14. november í 2003