Sáttmáli hjá privatstarvandi
SÁTTMÁL millum Føroyskar Fysioterapeutar (DF 16. øki) og Heilsutrygd
um Starvandi fysioterapeutar í Føroyum.
Galdandi frá 1. oktober 2020
2. Kapittul – Treytir fyri at virka undir skipanini
3. Kapittul – Treytir fyri at kunna útinna starvi
4. Kapittul – At skipa viðgerðarstað
5. Kapittul – Ávísing til fysioterapeut
6. Kapittul – Heimaviðgerð og gjald fyri koyring
7. Kapittul – At velja fysioterapeut
10. Kapittul – At stilla grundgjaldið
11. Kapittul – Avrokningarskipan
13. Kapittul – Gildiskoma og uppsøgn
Øki
§ 1. Hesin sáttmáli um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti er gjørdur millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
§ 2. Sáttmálin fevnir um fysioterapi, sum er ásett í kunngerð við heimild í løgtingslóg um almenna heilsutrygd.
Stk. 2. Aðrar avtalur um gjald fyri veiting hjá fysioterapeuti mugu ikki gerast uttan semju millum sáttmálapartarnar
og í samráð við Heilsumálaráðið.
Yrkisøkið hjá sáttmálanum
§ 3. Fysioterapi er viðgerðarhættir og virksemi, ið á ymsan hátt fremja førleika einstaklingsins, t.d. at fáa burtur ella linna pínu og trotið, fremja liðrørslur, liðmobilisering, liðmanipulatión, stimbra veikar vøddar, loysa og mýkja læstar vøddar, fremja kropstilvit, trivnað og heilsu annars.
Fysioterapi fevnir eisini um fyribyrging, undirvísing, ráðgeving og eftirviðgerð. Í fysioterapi eru ymsir viðgerðarhættir. Fysioterapeutisku viðgerðirnar byggja á kunnleika um ta neuromuskuleru, biomekanisku og psykomotorisku samvirkanina í mannakroppinum.
Stk. 2. Fysioterapeuturin ger eina fysioterapeutiska kanning. Eftir hesari kanning verður viðgerðin
løgd til rættis eftir støðuni, trupulleika og tørvi í samráð við sjúklingin og ávísandi læknan.
Stk. 3. Viðgerðir kunnu bara útinnast av løggildum fysioterapeutum eftir læknaávísing sum liður í viðgerð av sjúku.
Stk. 4. Fysioterapeutar skulu kunna veita heimaviðgerð.
Stk. 5. Sáttmálin fevnir ikki um útinnan av sonevndum alternativum serligum viðgerðarháttum, sum t.d. sonuterapi, kinesiologi og healing.
2. Kapittul – Treytir fyri at virka undir skipanini
§ 4. Fysioterapeutur, sum vil verða fevndur av hesum sáttmála, sendir umsókn til Heilsutrygd.
Hetta er galdandi fyri bæði fysioterapeutar, sum starvast á egnari fysioterapiviðgerðarstovu, fysioterapeutar, sum eru í starvi á fysioterapiviðgerðarstovu og ferðandi fysioterapeutar.
Stk. 2. Umsóknin verður skrivað á umsóknarblað, sum Heilsutrygd og Fysioterapeutfelag Føroya hava góðkent.
Stk. 3. Heilsutrygd kannar, um fysioterapeuturin lýkur treytirnar um førleikar, t.v.s. hevur útbúgving sum fysioterapeutur, og er fakliga førur fyri at veita allar viðgerðir í hesum sáttmála. Frá 1. januar 2020 at rokna er tað ein treyt fyri at kunna virka sum fysioterapeutur eftir hesum sáttmála, at viðkomandi hevur autorisatión frá Sundhedsstyrelsen. Bara fysioterapeutar, sum lúka hesar treytir, kunnu verða fevndir av hesum sáttmála.
Stk. 4. Heilsutrygd sendir fysioterapeutinum váttan um upptøku í sáttmálan. Váttanin verður skrivað á váttanarskjal, sum Heilsutrygd og Fysioterapeutfelag Føroya hava góðkent.
§ 5. Fysioterapeutur verður fevndur av sáttmálanum við at hetta verður fráboðað frammanundan við 1 mánaða freist til tann 1. í einum mánaði.
§ 6. Fysioterapeutur kann við 1 mánaða freist til 1. í einum mánaði boða frá, at viðkomandi tekur seg úr arbeiðinum sambært hesum sáttmála. Uppsøgnin skal vera skrivlig og skal latast Heilsutrygd.
§ 7. Fysioterapeutur, sum er fevndur av hesum sáttmála, skal útinna viðgerð sambært honum, og hevur skyldu til at fylgja ásetingunum í hesum sáttmála.
§ 8. Fysioterapeutur, sum hevur farloyvi, kann lata virksemið til annan fysioterapeut. Farloyvi kann vanliga ikki vara longri enn 1 ár.
Stk. 2. Heilsutrygd skal góðkenna farloyvi, sum er longri enn 1 ár.
Stk. 3. Tá ið fysioterapeutur fer í farloyvi, og letur annan fysioterapeut røkja virksemið sína vegna, skal fysioterapeuturin, sum kemur í staðin, lúka tær í §§ 4 - 7 ásettu treytir.
Stk. 4. Tá ið fysioterapeutur letur annan fysioterapeut røkja fysioterapeutviðtaluna sína vegna, skal tað verða fráboðað Heilsutrygd, áðrenn avhendingin kann fara fram. Heilsutrygd skal samstundis hava boð um, hvussu langt tíðarskeið talan er um. Avhendingin fær virknað, tá ið Heilsutrygd skrivliga hevur boðað fysioterapeutinum, sum røkir starvið vegna hin fysioterapeutin, frá góðkenningini.
§ 9. Heilsutrygd kunnar á heimasíðuni um, hvørjir fysioterapeutar virka í skipanini.
3. Kapittul – Treytir fyri at kunna útinna starvi
§ 10. Fysioterapeuturin fyriskipar veitingina eftir besta førimuni og í samsvari við ávísing frá lækna.
§ 11. Tá ið tað er neyðugt, samskifta fysioterapeuturin og ávísandi læknin sínámillum um úrslitið av viðgerðini. Fysioterapeuturin fær 3 grundgjøld í § 30 fyri møguligt samskifti ella eftirmeting.
§ 12. Fysioterapeuturin skjalprógvar veitingar sínar sambært galdandi reglum.
§ 13. Fysioterapeuturin skal kunna seg um sáttmálaavgerðir og fyrisitingina av teimum.
4. Kapittul – At skipa viðgerðarstað
§. 14. Fysioterapeutur kann virka á egnum viðgerðarstað ella á viðgerðarstaði hjá øðrum fysioterapeuti. Atkomuviðurskiftini til viðgerðarstaðið skulu vera í tráð við galdandi reglar á økinum. Miðað verður eftir at hava atkomuviðurskiftini soleiðis, at fólk, ið bera brek, eisini fáa lætta atkomu til viðgerðarstaðið.
5. Kapittul – Ávísing til fysioterapeut
§ 15. Eftir ávísing frá serlækna kann Heilsutrygd rinda ískoyti fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti. Tó kann bara serlækni í pædiatri ávísa persónum yngri enn 18 ár til fysioterapi eftir § 18,
stk. 2. Við serlækna er at skilja serlækni, sum starvast innan føroyska sjúkrahúsverkið ella í kommunulæknaskipanini.
§ 16. Í sambandi við ávísing til veitingar frá privatstarvandi fysioterapeutum skal ein góðkendur ávísingarseðil nýtast, sum Heilsutrygd og Fysioterapeutfelag Føroya hava gjørt.
§ 17. Á ávísingarseðlinum kann standa kunning um orsøk til ávísingina og møgulig sjúkugreining. Serlæknin kann krossa av á ávísingarseðlinum, um tað verður ynskt fysioterapeutisk kanning, samráð og/ella eftirmeting. Við ávísingini skulu sendast viðkomandi upplýsingar.
Stk. 2. Eftir avtalu við ávísandi læknan kann fysioterapeuturin gera broytingar í ávístu viðgerðini. Fysioterapeuturin skrivar avtalaðu broytingarnar á ávísingarseðilin, dagfestir og undirritar tær.
Stk. 3. Í samband við bráðfeingis tørv á fysioterapi, so kann viðgerðin byrja áðrenn borgarin hevur fingið ávísing frá kommunulækna. Tó kann talan í mesta lagi verða um 2 viðgerðir. Um viðgerðin skal halda fram eftir hetta, so skal ein skrivlig ávísing verða fingin til vega frá kommunulækna.
§ 18. Ávísandi serlæknin ásetur veitingarslag og veitingartal sambært kunngerð við heimild í løgtingslóg um almenna heilsutrygd.
Stk. 2. Tá ið talan er um persón yngri enn 18 ár, sum hevur likamligt brek ella varandi sjúku, ið hevur við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum, kann víkjast frá § 18 stk. 1 og § 20. Í slíkum føri kann serlækni í pædiatri ávísa til fleiri viðgerðir í mesta lagi tvær viðgerðir um vikuna. Ein slík ávísing kann í mesta lagi verða útskrivað fyri 2 ár í senn.
Stk. 3. Um ávísingin ikki er rætt útfylt, hevur fysioterapeuturin skyldu til at senda hana aftur til ávísandi serlæknan, áðrenn viðgerðin kann byrja.
§ 19. Lækni kann eisini ávísa til bólkavenjing og bólkaundirvísing, sí §§ 31 og 32. Afturat hesum kunnu persónar, sum eru ávístir til aðra viðgerð, eisini skifta til bólkavenjing, um tað er í samráð við ávísandi læknan.
§ 20. Ávísingin er bara galdandi, um fysioterapeuturin fær hana í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at hon er skrivað. Fyrstu ferð ein ávísing verður útskrivað, er hon galdandi í mesta lagi 12 mánaðir roknað frá 1. viðgerð. Møguligar fylgjandi ávísingar galda í mesta lagi í 12 mánaðar.
§ 21. Borgari skal hava læknaávísing við, tá ið viðgerðin byrjar.
6. Kapittul – Heimaviðgerð og gjald fyri koyring
§ 22. Er flutningur hjá borgara hindraður antin av heilsuávum ella tí hann ikki er ferðaførur uttan persónliga hjálp, ið ikki er tøk, kann serlæknin ávísa, at fysioterapeutisk viðgerð verður veitt í heiminum hjá viðkomandi.
Stk. 2. Fysioterapeutur, ið virkar á viðgerðarstovu fær tvey grundgjøld í § 30 eyka fyri heimaviðgerð.
7. Kapittul – At velja fysioterapeut
§ 23. Borgarar hava frítt at velja ímillum teir fysioterapeutar, sum eru fevndir av hesum sáttmála.
Stk. 2. Borgarar kunnu undir veitingini velja annan privatstarvandi fysioterapeut. Veitingartalið, sum er ásett sambært § 18, stk. 1 verður ikki broytt, um annar privatstarvandi fysioterapeutur verður valdur eftir 1. viðgerð.
§ 24. Sáttmálin fevnir um hesar veitingar og viðgerðarhættir: Kanningar, venjingar, fyribyrgjandi viðgerð, ráðgeving, samráð, kontrol, eftirmeting, undirvísing, avspenningar, handaviðgerð, termiskar viðgerðir, el-viðgerðir, ultraljóð, lungnafysioterapi, strekk og liðviðgerð. 3 viðgerðir kunnu fara fram sum fjarskiftis viðgerð.
§ 25. Tann í § 3 nevnda fysioterapeutiska kanningin verður annars gjørd sum ein partur av fyrstu viðgerðini. Eitt eyka gjald verður veitt fyri hesa kanning.
§ 26. Tær í § 24 nevndu veitingar verða latnar sum eindir. Ein viðgerð kann vera upp í 3 eindir. Ein ávísing er í mesta lagi 61 eindir.
§ 27. Hevur persónurin onkra av niðanfyri nevndu sjúkum og brek, tá kunnu fleiri enn tríggjar eindir vera í somu viðgerð: brot í ryggi ella limi, vøddaknýtingar í meira enn einum likamsparti ella átrokandi hálssnúran og átrokandi hald í ryggi, lamningar, t.d. hemiparesu, spastiskar paresur og tílíkt, arthrosur í lima- ella ryggjarliðum og lungnasjúkur.
§ 28. Gjald fyri viðgerð av børnum við serligum tørvi, vísandi til § 18 stk. 2, verða 5 ferðir grundgjøld í § 30 latin.
§ 29. Vanliga kann bara ein viðgerð veitast borgara um dagin.
§ 30. Grundgjaldið fyri tær í § 24 nevndu veitingar og viðgerðarhættir er 116,93 kr. tann 1. oktober 2020. Tá ið sama viðgerðareind varir longri enn 20 minuttir, verða 2 grundgjøld at gjalda, og varir henda sama viðgerðareindin longri enn 40 minuttir, verða 3 grundgjøld at gjalda.
§ 31. Viðgerðirnar verða veittar einstaklingum. Tó kunnu venjingar og avspenningar veitast bólkum.
§ 32. Upp til 9 persónar kunnu luttaka í somu bólkavenjing. Ein venjingartími er 3 eindir fyri hvønn persón, men verður avroknað sum tað er ásett í talvu.
§ 33. Har ikki annað er ásett, rindar Heilsutrygd 50% í endurgjaldi av grundgjøldum og eykagjøldum.
10. Kapittul – At stilla grundgjaldið
§ 34. Grundgjaldið verður stillað hvønn tann 1. oktober, tveir triðingar eftir lønarvøkstri í almenna geiranum og ein triðing eftir prístalsvøkstri undanfarna ár. Lønarvøksturin verður roknaður frá 1. oktober tvey ár frammanundan til 1. oktober eitt ár frammanundan. Er lønarvøksturin ikki staðfestur, ásetur Fíggjarmálaráðið hann. Prístalsvøksturin verður roknaður eftir prístalinum 2. ársfjórðing árið fyri til prístalið 2. ársfjórðing sama ár.
11. Kapittul – Avrokningarskipan
§ 35. Fysioterapeuturin avroknar við Heilsutrygd vegna borgaran.
§ 36. Nýtt verður ein avrokningarskipan.
§ 37. Miða verður ímóti, at allir fysioterapeutar nýta eina felags talgilda avrokningarskipan.
§ 38. Á avrokningarblaðnum skal standa, navn, bústaður, føðingardagur og undirskrift hjá tí, sum hevur fingið fysioterapihjálp, dagfesting av viðgerðardegi og tal av viðgerðum. Á avrokningarblaðnum skal eisini standa navnið á fysioterapeutinum, starvsstaður, samlaða gjaldið, ískoytisveiting frá Heilsutrygd og partur av gjaldinum hjá tí, sum hevur fingið fysioterapiveiting.
§ 39. Fysioterapeuturin sendir eina ferð um mánaðin Heilsutrygd avrokningartilfarið fyri útintar viðgerðir í einum álmanakkamánaði.
§ 40. Avrokningartilfarið fevnir um eina av pørtunum avtalaða samlaða uppgerð og avrokningarbløðini.
§ 41. Útgjald av ágóða fyri avrokningartilfar sent inn fyri tann 5. í mánaðinum, skal fara fram á slíkan hátt, at upphæddin er tøk, áðrenn mánaðurin er farin.
§ 42. Við avrokning verða útrokningar hjá Heilsutrygd nýttar.
§ 43. Sjúklingurin kann í viðgerðartíðini verða kravdur eftir gjøldum beinleiðis til fysioterapeutin. Tá ið viðgerðin endar, rindar sjúklingurin, ella foreldur ella verji hjá sjúklinginum, sín part av gjøldunum, frádrigin møgulig gjøld, beinleiðis til fysioterapeutin, sum letur honum kvittað avrit av rokningini.
§ 44. Fysioterapeutfelag Føroya og Heilsutrygd hava ein fund árliga og annars, tá ið annar parturin ynskir tað. Á fundinum kunnu partarnir umrøða mál, sum hava til endamáls at fáa ásetingarnar í sáttmálanum framdar í verki, herundir eisini umrøða spurningar og trætur, sum kunnu stinga seg upp partanna millum.
13. Kapittul – Gildiskoma og uppsøgn
§ 45. Sáttmálin fær gildi 1. oktober 2020.
Stk. 2. Í sáttmálaskeiðnum kunnu báðir partar siga sáttmálan upp við í minsta lagi 3 mánaða freist at fara úr gildi tann 1. í einum mánaði, tó í fyrsta lagi 1. oktober 2023.
Stk. 3. Eru partarnir samdir um at broyta einstakar partar í ásetingunum í sáttmálanum, kann hetta verða gjørt í sáttmálatíðini uttan uppsøgn.