Endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum

Sjúkrahúsverkið er skipað við trimum sjúkrahúsum: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Endurvenjing er á øllum trimum sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi. Endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing, eftir at vera útskrivaður av sjúkrahúsi.

Ambulant endurvenjingartilboð

Sjúklingar, sum eru útskrivaðir, kunnu halda fram við ambulantari endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið, eftir at teir eru útskrivaðir av sjúkrahúsi. Ambulantu endurvenjingartilboðini eru hesi:

  • Barnakonur við kokupínu fáa vegleiðing v.m.
  • Børn verða kannað, fáa vegleiðing og
    viðgerð
  • Heittvatnsvenjing
  • Hjartarehabilitering fyri skurðviðgjørdar sjúklingar og sjúklingar við hjartaviknan
  • Endurvenjing fyri krabbameinsjúklingar, sum eru í viðgerð
  • Lungnarehabilitering fyri KOL og aðrar lungnasjúkur
  • Framhaldandi venjing fyri sjúklingar við apopleksi
  • Uppfylgjandi endurvenjing eftir ortopedskurðviðgerðir
  • Ambulant psykiatrisk endurvenjing
  • Psykiatrisk ergoterapi, útgreining og venjing av førleikum, sansastimbrandi viðgerð v.m.
  • Psykiatrisk fysioterapi, kanning, meting, viðgerðir - kropskensluvenjing og kropsedukatión v.m

Harumframt veita sjúkrahúsini hesi ambulantu endurvenjingartilboðini:

Klaksvíkar Sjúkrahús

  • Bandagist/ortopediskan skómakara
  • Giktasjúk fáa bólkaviðgerð við venjingum í hyli og á landi
  • Lymfødemviðgerð eftir mettum tørvi
  • Petø-viðgerð fyri børn við kropsligum avbjóðingum
  • Ryggambulatorium/ryggbólkar, bólkaviðgerð við venjingum í hyli og á landi
  • Sclerosu-bólkaviðgerð við venjingum í hyli og á landi

Landssjúkrahúsið

  • Bróstkrabbasjúklingar fáa vegleiðing, venjing og viðgerð
  • Sjúklingar við dystoni fáa vegleiðing, venjing og viðgerð
  • Sjúklingar við krabba í høvdi og hálsi fáa vegleiðing, venjing og viðgerð
  • Sjúklingar við inkontinens fáa kanning, vegleiðing, venjing og viðgerð
  • Lymfødemviðgerð eftir mettum tørvi

Suðuroyar Sjúkrahús

  • Parkinsonvenjingar
  • Pínuklinikk við kropsterapi og fysioterapi
  • Screening fyri SI-trupulleikar til børn og ung
  • Barsilsvenjingar í viku 24 og fram til føðing
  • Heittvatnshyl til barnakonu og barn frá viku 8 eftir føðing
  • 1. hjálparskeið til mammu og barn
  • Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til børn við sjúku, førleikatarni og/ella breki
  • Motoriskar venjingar til børn

Nærri kunning um ávísu endurvenjingartilboðini er at finna á heimasíðunum hjá sjúkrahúsunum á www.ls.fo, www.ks.fo, og www.ssh.fo.

Seinast dagført juni 2022