Endurvenjing í Almannaverkinum

Almannaverkið veitir tvey sløg av venjing: Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing.

Fyri fólk í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur, sum eru heimabúgvandi og hava tørv á venjing, eru hesi tilboð møguliga ein hjálp.
Tilboðini fevna um allar borgarar í Føroyum. Borgarin fær bjóða venjing so nær sínum bústaði sum gjørligt. Almannaverkið hevur í løtuni venjingarhøli í Klaksvík og Tórshavn. Um tað tænir venjingini og umstøðurnar loyva tí, kann venjingin fara fram heima hjá borgaranum ella í hansara nærumhvørvi.
Fysio- og ergoterapeutar samskipa og stíla fyri venjingini. Áðrenn venjingin byrjar, verður ein persónlig og ítøkilig venjingarætlan um mál, innihald og tíðarskeið gjørd.
Venjingartilboðini eru ókeypis og krevja ikki ávísing frá lækna. Avgerðin er grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvinum og støðuni hjá tí einstaka.

Endurvenjing

Eru førleikar mistir, sum kunnu endurvinnast, kann endurvenjing verða ein góð hjálp. Vant verður, fyri at endurvinna kropsfunktiónir og førleikar, við at gera ymiskar venjingar sum t.d.:

  • Venjing í persónligum gerandisaktivitetum, sum t.d. persónligt reinføri og í/úrlating
  • Venjing í mobiliteti/flytføri í heiminum og nærumhvørvinum, tað vil siga at flyta seg frá einum
    staði til annað. Venjing í, heilt ella partvíst, at megna gerandisaktivitetir, t.d. gera mat, keypa inn, vaska klæði, gera reint, arbeiða í hava o.s.fr.
  • Venjing í kognitivum, sálarligum og sosialum funktiónum, sum t.d. at halda skil á og skipa gerandisdagin
  • Venjing av ítøkiligum førleikum, t.d. javnvág, liðiligheit, úthaldni, lungakapasiteti og styrki, sum kann vera ein fortreyt fyri at megna omanfyrinevndu gerandisaktivitetir
  • Venjing í at nýta hóskandi hjálpartól

Talan er um eitt málrættað og tíðaravmarkað tilboð, sum verður lagt til rættis í samráð við borgaran. Venjingin kann verða veitt sum bólkavenjing, einstaklingavenjing ella sum ein samanseting av báðum. Vanliga venur ein 2-3 ferðir um vikuna.

Finn kunning og oyðublað um endurvenjing her: www.av.fo/fo/taenastur/endurvenjing

Viðlíkahaldsvenjing

Hevur ein, orsakað av breki ella sjúku, støðugar avbjóðingar í mun til virkisføri, kann viðlíkahaldsvenjing vera ein góð hjálp. Fyri at fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar, verður vant fyri at viðlíkahalda likamligar førleikar, og fyri at minka um møguligar avleiðingar av skerdum virkisføri.

  • Venjingin kann t.d. fevna um venjing í persónligum gerandisaktivitetum, sum t.d. persónligt reinføri og
    í/úrlating
  • Venjing í mobiliteti/flytføri í heiminum og nærumhvørvinum, tað vil siga at flyta seg frá einum staði til annað
  • Venjing í, heilt ella partvíst, at megna gerandisaktivitetir, t.d. gera mat, keypa inn, vaska klæði, gera reint, arbeiða í hava o.s.fr.
  • Venjing í kognitivum, sálarligum og sosialum funktiónum, sum t.d. at halda skil á og skipa gerandisdagin
  • Venjing av ítøkiligum førleikum, t.d. javnvág, liðiligheit, úthaldni, lungakapasiteti og styrki, sum kann vera ein fortreyt fyri at megna omanfyrinevndu gerandisaktivitetir
  • Venjing í at nýta hóskandi hjálpartól

Talan er um málrættað tilboð, sum verða løgd til rættis í samráð við borgaran. Venjingartilboðini verða í høvuðsheitum veitt sum bólkavenjing. Vant verður 1-2 ferðir um vikuna, skipað í skeiðum á 8-10 vikur. Venjingartilboðið hjá tí einstaka verður endurskoðað eftir hvørjar 24 mánaðir.

Finn kunning og oyðublað um viðlíkahaldsvenjing her: www.av.fo/fo/taenastur/vidlikahaldsvenjing

Tilboðið er, at byrja við, avmarkað og verður støðugt útbygt. Mælt verður til at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá Almannaverkinum: www.av.fo.

 Seinast dagført juni 2022