Visjón

Fysioterapeutfelag Føroya

  • Fysioterapeutfelag Føroya setir dagsskránna fyri hvussu fólk fáa betur heilsu
  • Fysioterapeutfelag Føroya er tann náttúrligi samstarvspartnarin fyri ein hvønn persón, stovn ella virki, sum arbeiðir fyri heilsu
  • Fysioterapeutfelag Føroya skal tryggja atdráttarmikil lønarviðurskifti, samsýning og arbeiðsumstøður, sum spegla týdningin fyri heilsu

Misjón

  • Fysioterapeutfelag Føroya mennir fysioterapeutiska professiónina og styrkir fatanin hjá samfelagnum av virðini av fysioterapi fyri tann einstaka og fyri heildina
  • Fysioterapeutfelag Føroya tryggjar best møguligar treytir fyri fysioterapeutar, tá tað snýr seg um løn-,starvs- og setunarteytir, útbúgving og førleikamenning

Virði

  • Dokumentatión: Fysioterapeutfelag Føroya arbeiðir fyri at dokumentera fakligheit og úrslit fyri professiónina
  • Ávirkan: Fysioterapeutfelag Føroya hevur mest  mest møguliga ávirkan
  • Íverksetan: Fysioterapeutfelag Føroya setur ígongd, sær og skapar møguleikar
  • Samstarv: Fysioterapeutfelag Føroya samstarvar fyri at skapa úrslit
  • Samanhangur: Fysioterapeutfelag Føroya sær og skapar samanhang í innsatsin

Snúvningsdepilin hjá Fysioterapeutfelag Føroya:

Tú merkir munin

Um felagið

Fysioterapeutfelag Føroya er økislimur í Danske Fysioterapeuter, og arbeiða eftir “loven om kollegiale vedtægter” hjá Danske Fysioterapeuter. Í Danmark eru fimm øki, umframt Føroyar.

Nevndin hevur til uppgávu at røkja áhugamál hjá fysioterapeutum í Føroyum. Nevndin hevur førleikar og avgerðarmynduleika vegna høvuðsfelagið innan føroysk viðurskifti.

Felagið er sáttmálapartur vegna fystioterapeutar í Føroyum og forhandlar sáttmálar við Fíggjamálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.

Í Fysioterapeutfelag Føroya eru umleið 110 limir.