Limadagur 30. september 2022
Áleið 60 limir vóru í dag við til ein væleydnaðan limadag á Hotel Hafnia. Dagurin byrjaði við at forkvinnurnar í Danske fysioterapeuter og Fysioterapeutfelag Føroya, Jeanette Præstegaard og Augusta Mikkelsen, bjóðaðu limunum vælkomnum. Síðan fingu limirnir hvør sítt eintak av nýggju útgávuni av bókini "Hvidbog om rehabilitering", sum Thomas Maribo hevði eina áhugaverda framløgu um. At enda vórðu langtíðar limirnir heiðraðir við jubileumsnálum. 16 limir høvdu verið limir í yvir 25 ár, og ein limur hevði verið limur í yvir 40 ár. Fysioterapeutfelag Føroya takkar limunum fyri ein hugnaligan dag, og Jeanette Præstegaard, Thomas Maribo og Gurli Petersen fyri vitjanina.