Hátíðarhald - Danske Fysioterapeuter 100 ár

| 07-03-2018

Í samband við at 100 ár eru liðin síðani upprunin til Danske Fysioterapeuter varð stovnað, verður nógv gjørt burturúr at varpa ljós á felagið. Eitt nú verður bók givin út um søgu felagsins og áhugaverdir tættir verða á ráðstevnuni í apríl. Afturat hesum verða veitslur fyri limum felagsins í øllum økunum.

Hátíðarhaldið fyri limum í Fysioterapeutfelag Føroya verður í Tórshavn, tann 1. septembur 2018. Setið x í álmanakkan - meiri kunning um hetta seinni.

 

Les um gongdina hjá felagnum ígjøgnum 100 ár: Upprunasøgan hjá Danske Fysioterapeuter

Skrivað: Sólfríð Skoradal