Niklas Reginsson, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

1. november 2023 var Niklas Reginsson í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Fysioterapeuturin: Ikki altíð gott at vera ov raskur til arbeiðis

Tað er ein misskiljing, at fólk, sum hava krevjandi kropsligt arbeiði, ofta halda, at teimum ikki nýtist at venja, sigur fysioterapeuturin.
Niklas Reginsson, fysioterapeutur, er gestur í serfrøðingatáttinum.

Høvuðsevnið hesa ferð er tungt kropsligt arbeiði.

Handverkarar, námsfrøðingar, sjómenn og fleiri onnur teljast millum hesi.

Tað kann eitt nú vera tungt arbeiði ella somu rørslur, ið verða gjørdar umaftur og umaftur, ið sum frálíður kunnu elva til skaðar og slit.

Í Føroyum er tað framvegis eitt stórt kompliment, um tú fært at vita, at tú ert røsk ella raskur til arbeiðis.

Tað nýtist tó ikki altíð at vera gott fyri tann einstaka, vísir Niklas Reginsson á.

Tí tað kann hava við sær, at persónurin ovtekur seg og ikki tekur neyðug fyrilit fyri sær sjálvum.

 

 

 

Jónfríð Olsen, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

12. oktober 2023 var Jónfríð Olsen í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Vit eru felags um hetta

Tá fólk við krabba hittast til venjing hjá fysioterapeuti, er tað ikki bert kropsligi styrkurin, um er týdningarmikil.
- Tá tú ert sjúk, hevur tú ikki orku til at vera sosial, men tú hevur brúk fyri ti hóast alt, sigur Una Jacobsen, sum hevði nógva gleði av tilboðnum um liðvenjing fyri fólk við krabbameini, sum fysioterapiin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi bjóðar.

Í staðin fyri at bjóða fólki at koma einsamøll til fysioterapeut til endurvenjing, hava tey sett á stovn eitt tilboð við liðvenjing, har sjúklingar kunnu fáa styrk til bæði kroppin og sinnið.

- Tað kemur meira enn so fyri, at fólk eru so niðurundirkomin, at tey ikki síggja seg før fyri at fara frá húsum, men tá royna vit at lokka tey at koma allíkavæl, tí sjálvt um tey ikki orka at vera kropsliga virkin, so kunnu tey sita og fáa eina løtu saman við okkum her, sigur Jónfríð Olsen, annar av fysioterapeutunum, ið vara av venjingini.

Sum nú er, so fáa krabbasjúklingar tilboð um venjing tríggjar ferðir um vikuna í tólv vikur.

- Hetta er eitt tilboð, sum av álvara ger mun, sigur Una, sum nú er liðug við hesa endurvenjing, men sum heldur áfram at venja hóast tað.

11. september 2023 vóru Hedevig Matras og Jóngerð Juliusdóttir Biskopstø í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Tey eldru skulu venja harðari

Skulu tey eldru búgva heima sum longst og vera væl fyri, er neyðugt við meira og harðari venjing, enn higartil mett.
Fólkapensjónistar eiga at venja. Ikki bara gera róligar rørslur, men teir skulu venja harðari, enn teir hava gjørt higartil.

Tí harða venjingin hevur fleiri fyrimunir. Hetta vísir gransking.

- Kanningar vísa, at tað í størri mun er ov lítil rørsla í gerandisdegnum, og ikki tað at mann verður eldri, sum ger, at vit vikna, tá vit koma upp á árini, sigur Hedevig Matras, deildaleiðari í Ven og virka, sum er fysioterapi- og ergoterapieindin í Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Í farnu viku skipaði fysio- og ergoterapieindin í Norðoya Búð- og Heimatænastu saman við donskum serfrøðingum fyri skeiði um fólkapensjónistar og venjing. Tilsamans 22 fysioterapeutar úr øllum landinum vóru á skeiðnum.

Niðurstøðan er, at tey gomlu kunnu og skulu venja harðari enn higartil.

Í morgunsendingini greiða Hedevig Matras og Jóngerð J. Biskupstø frá venjingini, sum eldri fólk eiga at gera, soleiðis at tey kunnu klára seg sjálvi í egnum heimi sum longst.

 

 

 

Niklas Reginsson, fysioterapeutur | Mynd: Kringvarp Føroya

26. juni 2023 skrivaði Niklas Reginsson eina grein fyri Giktafelag Føroya. Les greinina við at fylgja hesi leinkjuni. Niðanfyri er ein lítil brellbiti:

Fólk, sum liva við gikt, skulu venja so hart tey megna

"Fólk við kroniskari sjúku, so sum liðagikt, kunnu hava sera góðan ágóðan av venjing. Venjing kann niðurseta risiko fyri at fáa eitt ótal av lívsstílssjúkum, men kann eisini betra um nøkur av teimum symptomunum, ið sjúkan hevur við sær. Venjing eigur sostatt at vera ein berandi partur av einari heildarviðgerð, til ein persón, ið hevur liðagikt. Tó síggja vit heldur sjálvdan, at fólk við gikt hava bindindi til at venja støðugt og nóg hart. Tað er har fysioterapi skal spæla ein leiklut í viðgerðini," sigur Niklas Reginsson fysioterapeutur hjá NB Fysioterapi.

 

 

 

Durita Reinert, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

31. mai 2023 var Durita Reinert í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Rørslulagið hjá børnum mennist best uttan hjálpartól

Durita Reinert, barnafysioterapetur, mælir til at brúka motorisk hjálpartól til smábørn við máta

Í næstan hvørjum smábarnaheimi eru tól og hentleikar, sum skulu eitast at gera gerandisdagin hjá foreldrum lættari.

Tað ræður tó um, at avmarka nýtsluna, heldur Durita Reinert, barnafysioterapeutur.

Í serfrøðingatáttinum gevur Durita lurtarum góð ráð um, hvussu vit best kunnu stimbra rørslumenningina hjá smábørnum.

Eisini svarar hon spurningum frá lurtarum.

 

 

 

Jóhan Esmarsson Heimustovu og Bjartur Bernhardson Thomsen til Ítróttating 2023 | Mynd: Ítróttasamband Føroya

Ítróttarting 2023

29. apríl 2023 skipaði Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttatingið 2023, undir yvirskriftini ‘Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall”. Til hendan dagin høvdu Bjartur Bernhardson Thomsen og Jóhan Esmarsson Heimustovu, sum umboð fyri Fysioterapeutfelag Føroya, eina framløgu um “Ung, venjingarmongd og skaðar.”
Fylg hesi leinkjuni fyri at lesa ein samandrátt av framløguni, ið Ítróttasamband Føroya hevur skrivað.
Niðanfyri sæst niðurstøðan av framløguni:

Niðurstøða:
• Vit síggja fleiri skaðar, enn vit hava gjørt áður
• Teir flestu eru ikki álvarsamir, men nakrir eru
• Teir flestu kunna fyribyrgjast, og vit vita enntá í ein ávísan mun, hvussu vit kunnu gera hetta
• Venjingarmongdin má tillagast bæði eftir ítrótti og einstaklinginum
• Skaði kann vera eitt boð um væntandi hug og motivatión
• Fakligheitin er tilstaðar, og tað ber væl til at fáa góða vegleiðing, sum fyribyrgir
• Venjingin skal tillagast aldur og kyn
• Vísið serligt uppmerksemi í skiftinum millum summarítrótt og vetrarítrótt og umvent. Gerið skema fyri venjingarmongdina í hesum tíðarskeiðnum, tí tað er oftast í hesum tíðarskeiðnum, at skaðarnir vísa seg.

 

 

Mynd: Granskingarráðið

Í samband við ph.d. verjuna hjá Høgna H. Andersen, fysioterapeuti, hevur Granskingarráðið skriva hesa greinina.

Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital

Hósdagin 30. mars 2023 vardi Høgni Hammershaimb Andersen ph.d. ritgerð sína við heitinum: "The effect of and barriers towards exercise-based interventions in patients with breast cancer in systemic treatment and the influence of CRP on the prognosis".

Høgni hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet og verkætlanin er gjørd í samstarvi við Herlev og Gentofte sjúkrahús.

Í metingarnevndini vóru Julie Midtgaard, professari á Københavns Universitet og forkvinna í nevndini, Anders Bonde Jensen, professari á Aarhus Universitet og Anna Campbell, professari á Edinburgh Napier University.

Vegleiðarar hava verið Dorte Lisbet Nielsen, professari, Julia Sidenius Johansen, professari, Carsten Bogh Juhl, professari, Anders Vinther, ph.d. og Cecilia Margareta Lund, dosentur.

 

 

 

Niklas Reginsson, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

15. mars 2023 var Niklas Reginsson í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Alsamt vanligari at børn fáa ítróttarskaðar

- Bæði her og í londunum rundan um okkum síggja vit børn niður í 12 ára aldur, sum dragast við ítróttarskaðar, sigur Niklas Reginsson, fysioterapeutur.

Børn og ítróttarskaðar.

Seinastu árini er hetta blivi ein alsamt vanligari trupulleiki.

- Fyrr sóu vit ung um 15-16 ár við ymiskum ítróttarskaðum, men í dag er als ikki óvanligt at síggja børn niður í 12 ár, sum hava onkran skaða at dragast við orsakað av ov nógvari venjing.

Soleiðis sigur Niklas Reginsson, fysioterapeutur, sum saman við øðrum eigur og rekur klinikkina NB Fysioterapi.

Eitt nú kemur tað javnan fyri, at børn, sum íðka nógvan ítrótt, hava trupulleikar við knøunum.

- Vit síggja børn, sum hava osgood-schlatter. Tað vil siga, at tey fáa eina kúlu niðan fyri knøðini, sum síðani kann geva pínu og avmarka rørslurnar. Eisini síggja vit børn við krossbandsskaðum, sigur Niklas Reginsson.

Í morgunsendingini greiðir hann frá trupulleikanum við børnum, ið dragast við ítróttarskaðar, og harafturat svarar hann spurningum frá lurtarum.

 

 

 

Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

25. januar 2023 var Hallgerð Bjartalíð í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Minnist til at venja kokubotnin

Tað er týdningarmikið hjá bæði kvinnum og monnum at venja kokubotnin, sum kann vera eitt sindur trupul at finna viðhvørt

Kokubotnurin er ein vøddi sum allir aðrir vøddar í kroppinum, og sum hinir, so kann hann vera ov veikur. Tað merkir, at hann skal venjast fyri at rigga, sum hann skal.

Hallgerð Bjartalíð er GynObs fysioterapeutur og hevur serkunnleika í trupulleikum, sum kunnu vera í kokubotninum.

- Kokubotnurin er ikki ein stórur vøddi. Hann er umleið ein sentimetur tjúkkur, og hann flytur seg ikki meira enn ein sentimetur, so hann kann vera trupul at fáa fatur á. 

Uppgávan hjá kokubotninum er at halda teimum innaru organunum, har tey skulu vera, og so at syrgja fyri, at vit kunnu at halda upp á land, luft og skarn.

Men hjá nógvum verður henda uppgáva ikki loyst til fulnar, tí kokubotnurin er ov veikur, og tí kunnu vit fara at leka.

Sjálvt um tað er upplagt at hugsa, at hetta er ein trupulleiki hjá kvinnum, sum júst hava átt barn, so eru nógv fleiri, ið dragast við trupulleikar við kokubotninum.

 

 

 

Niklas Reginsson, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

16. november 2022 var Niklas Reginsson í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Ræður um at broyta arbeiðsstøðu javnan

Tað er eitt gott hugskot hjá arbeiðsgevarum, at veita starvsfólkum góðar umstøður at venja, heldur Niklas Reginsson, fysioterapetur
Um tú hevur sitið ella staðið í 20 minuttir, er skilagott at broyta støðu. Tað sigur Niklas Reginsson, fysioterapetur.

Í serfrøðingatáttinum verður tosað um tað, at nógv okkara hava størv við lítlari rørslu.

Eisini svarar Niklas Reginsson spurningum frá lurtarum.

 

 

 

Niklas Reginsson, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

21. september 2022 var Niklas Reginsson í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Hevur tú slitgikt, so ven!

Hesi eru ráðini frá fysioterapeutinum Niklas Reginssyni, sum er serfrøðingurin hesaferð.

Nógvir føroyingar dragast við slitgikt, og tú kanst veita tær sjálvum linna við at venja vøddarnar kring slitna liðin.

Men hvat er slitgikt? Niklas Reginsson, fysioterapeutur, sum er serfrøðingurin hesaferð, sigur soleiðis:

- Tað er ein kronisk degenerativ sjúka, har bróskið í liðunum støðugt brýtist niður. Tá mongdin av bróski byrjar at minka, so verður liðurin ávirkaður, og tað er tað vit kalla slitgikt.

Tey flestu okkara merkja liðirnar vikna við árunum, og sjálvt um slitgikt mest sæst hjá eldri fólki, eru fleiri ung, sum hava slitgikt.

At tú hevur fingið slitgikt merkir tó ikki neyðturviliga, at tú mást liva við pínu, tí tey flestu fá tað nógv betur av at venja regluliga og rætt.

- Tað er eitt sindur trupult at geva øllum, sum til dømis hava ilt í knænum, somu ráð, tí ein venjing, sum kann geva einum linna, kann geva einum øðrum pínu, so tað er ymiskt frá einum til annan persón, leggur Niklas afturat.

 

 

 

Durita Reinert, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

24. mars 2022 var Durita Reinert í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Tað er munur á, hvussu nógv gentur og dreingir røra seg

Tað er stórur munur á, hvussu dreingir og gentur mennast motoriskt, og hvussu nógv tey røra seg, hóast fortreytirnar eru tær somu

Ein danskur barnafysioterapeutur gav einari gentu og einum dreingi ein fettalja við á stovn ein dag, sum eina roynd. Tá ið dagurin var liðugur, hevði drongurin umleið 18.300 fet, og gentan hevði 5300 fet. Drongurin hevði spælt úti størsta partin av degnum saman við øðrum dreingjum, meðan gentan gjørdi ymiskt kreativt inni saman við øðrum gentum.

Durita Reinert, barnafysioterapeutur, sigur, at bæði gentur og dreingir hava tørv á tí sama. Bæði gentur og dreingir hava tørv á líka nógvari rørslu, og bæði hava tørv á at menna fínmotorikk (at tekna, perla o.s.fr.) og grovmotorikk (at renna, hoppa, klatra o.s.fr.). Tað skal eisini vera javnvág í, so børn bæði spæla villari spøl og sita hugbundin við róligari virksemi í gjøgnum allan dagin.

Men kanningar vísa, at dreingir røra seg meira enn gentur. Orsøkin kann vera, at mann býtir leikur upp í gentuleikur og dreingjaleikur heima, so at tað er ymiskt, hvat gentur og dreingir fáast við.

Men tað vísir seg eisini, at dreingir eisini verða verða eggjaðir at fara út at spæla, meðan gentur verða eggjaðar at gera ymiskt kreativt á stovnum og í skúlum.

Eru dreingirnir ov aktivir, so læra teir ikki ymiskt, sum krevur meira tíð og nærlagni. Genturnar eru nógv betur fyri tí viðvíkjandi. Tær verða skjótari sjálvbjargnar, tær leggja blæuna av fyrr enn dreingir, tær duga at lata seg í sjálvar, duga betur at skriva o.s.fr.

At hava góðan motorikk merkir, at mann dugir at regulera spæl og rørslu í gjøgnum dagin, og at rørslur eru innlærdar og ikki krevja, at tú hugsar um, hvat tú gert.

Har vísir tað seg, at gentur eru betur fyri motoriskt, meðan dreingir hava hægri virkisstig.

Durita Reinert heldur, at tað er neyðugt at geva kyni minni ans og stimbra bæði gentur og dreingir eins nógv á øllum økjum. Og tað týdningarmesta er, at børn skulu hava tað stuttligt og sleppa at royna seg fram.

 

 

 

Katrin Jacobæus, fysioterapeutur og H.K.H. Prinsessa Benadikta | Mynd: Elsass Fonden

Í samband við at Katrin Jacobæus fekk Elsass virðislønina, gjørdi Dimmalætting eina samrøðu við hana 24. august 2021. Samrøðan kann lesast niðanfyri.

Katrin Jacobæus fingið Elsass virðisløn á 150.000 krónur

Forkvinnan í CP Føroyum, Katrin Jacobæus, hevur vunnið virðisløn frá viðurkendum stovni, ið virkar fyri at betra um korini hjá teimum, ið hava CP - ella spastiskt lamni, ið tað æt fyrr. Bænadikta prinsessa handaði henni virðislønina í dag.

Katrin Jacobæus, forkvinna í felagnum CP Føroyar og fysioterapeutur á laandssjúkrahúsinum, fekk fyri løtu síðani handað Elsass virðisløn fyri sítt arbeiði innan CP økið í Føroyum.

CP, ella cerebral parese, er tað, sum vit fyrr kallaði spastiskt lamni, og CP Føroyar er nýggja heitið á spastikkarafelagnum.

Virðislønin varð handað á Elsass deplinum í Charlottenlund, og tað var eingin annar enn Bænadikta prinsessa, ið handaði Katrin Jacobæus virðislønina og tær 150.000 krónirnar, ið fylgja við.

Elsass grunnurin er ein altjóða viðurkendur danskur grunnur, ið virkar fyri gransking og betri korum hjá teimum, ið hava CP.

Tað kemur ikki óvæntað á Katrin Jacobæus, at hon nú fekk eina virðisløn, tí hesum hevur hon vitað av leingi.

- Tað er øgiliga langt síðani, at eg fekk tað at vita, og handanin hevur verið útsett nakrar ferðir orsakað av koronu. So eg havi vitað tað leingi, sigur Katrin Jacobæus, sum fyrstu ferð fekk boðini frá Elsass grunninum umvegis messengerboð klokkan sjey um morgunin, tá hon var farin upp við børnunum.

- Formaðurin í Elsass grunninum skrivaði til mínum, og eg helt fyrst, at tað hevði samband við okkurt, ið vit í CP Føroyar høvdu verið í sambandi við Elsass grunnin um fyrr.

- So segði hann, at eg hevði vunnið ein Elsass. Í fysioterapiini er tað sum at vinna ein Oscar, so tað er fantastiskt, sigur Katrin Jacobæus.

Í frágreiðingini fyri virðislønina sigur Elsass grunnurin, at Katrin Jacobæus fær virðisløn fyri at hava havt áhuga fyri CP og fyri at hava sett sjøtul á arbeiðið at fáa CPOP skipanina fyri CP sjúklingar virkna í Føroyum. CPOP er ein uppfylgingarskipan, ið hevur til endamáls at staðfesta, hvør støðan hjá fólki við CP er, og hvørjum leisti venjingin skal ganga eftir. Harumframt er Katrin Jacobæus eisini vorðin forkvinna í CP Føroyar, eftir at áhugin fyri CP stakk seg upp.

Katrin Jacobæus ger sjálv greitt, at CPOP skipanin ikki er virkin í Føroyum enn, og at CP Føroyar framvegis hava nógv á skrá. Men hon fegnast kortini um tær 150.000 krónirnar, ið koma væl við hjá CP Føroyum.

Virðislønin á 150.000 krónur fer beint í felagið, men Katrin Jacobæus fær eisini okkurt heim við sjálv.

- Eg fái eisini til eitt nýtt køksborð, sigur Katrin Jacobæus.

Á Landssjúkrahúsinum eru tey sum vera man fegin um ta álitisváttan, ið nú er latin einum av starvsfólkunum har úti.

- Vit eru øgiliga errin av Katrin, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við virðislønini frá Elsass grunninum. Vit eru altíð errin av teimum eldsálunum, sum ikki bara gera eitt gott arbeiði her í húsinum, men sum eisini eru virkin uttan fyri sjúkrahúsið fyri teir borgarar, ið hava tørv á hjálp, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á sjúkrahúsverkinum.

Sí grein, ið Elsass Fonden skrivaði um Katrin her.

 

 

Mynd: Kringvarp Føroya

21. mai 2021 var Jórun Simonsen í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá um tykisendurvenjingina á Landssjúkrahúsinum. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Tykisendurvenjing á Landssjúkrahúsinum

Tað er á ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum, at tey hava gjørt sær eitt tykisrúm til endurvenjing

Jórun Simonsen er varaleiðari á ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum. Hon tekur sær millum annað av krabbameinssjúklingum, sum hava tørv á endurvenjing.

Vanligt er, at sjúklingar koma á tey ymisku sjúkrahúsini at venja, men fyri mong er tað ikki so lætt at ferðast aftur og fram. Jórun legði til merkis, at fysioterapeutar uttanfyri Føroyar hava arbeitt við virtuellari venjing undir korona tíðini. Serliga hevur tað verið forritið 'Teams', sum hóskar væl til endamálið. Hetta mátti eisini bera til at gera í Føroyum, hugsaði Jórun, og fór undir at seta sær útgerð upp, so hon eisini kundi hava virtuella endurvenjing, ella tykisendurvenjing, sum tað eisini kann nevnast.

Onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava tikið sama hugskot til sín, tí hetta er ein góður máti at viðgera sjúklingar, sum annars ikki fáa møtt upp á sjúkrahúsinum av ymiskum orsøkum.

 

 

 

Spælihetja á Landssjúkrahúsinum | Mynd: Kringvarp Føroya

30. mars 2021 var Stefanie Lausen (saman við Elmari Ósá) í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá um spælihetjurnar á Landssjúkrahúsinum. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Spælihetjur hjálpa á Barnadeildini

Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur fingið fysioterapeutar, sum skulu hjálpa børnunum við rørslu og spæli

Á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum fáa tey tvær ferðir um vikuna vitjan av tveimum sokallaðum spælihetjum.

Talan er um fysioterapeutar, sum skulu syrgja fyri, at børnini hóast sjúku og kanningar sleppa at stuttleika sær við rørslu og spæli.

Tí júst stuttleiki, rørsla og spæl hevur stóra og jaliga ávirkan á børn, sum hava sjúku at dragast við.

- Hetta gevur teimum eitt frírúm og ger, at tey eisini hava góðar og stuttligar upplivingar, tá tey skulu til onkrar kanningar, sum ikki altíð eru so stuttligar.

Tað sigur Elmar Ósá, sum er barnalækni.

Í morgunsendingini varð tosað við Elmar Ósá, barnalækna, og Stefanie Lausen, sum er onnur av teimum báðum spælihetjunum, sum í løtuni eru knýttar at deildini.

 

 

 

Mynd: Kringvarp Føroya

23. februar 2021 var Durita Reinert í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Børn eiga at klintra

- At klintra krevur nógv av børnum, og tí kann tað virka sissandi upp á eitt óróligt barn, sigur barnafysioterapeutur.

Børn, sum eru órólig, kunnu hava gott av at klintra.

Tað sigur Durita Reinert, sum er barnafysioterapeutur.

Sambært henni virkar klintring sissandi upp á børn, sum onkursvegna eru órólig og hava torført við at slappa av.

- At klintra krevur nógv av einum barni. Styrki, úthaldni, javnvág, samskipan, hugsavnan og planlegging. Og av tí at tað krevur nógv av barninum at klintra, so kann tað vera við til at sissa eitt barn, sum er óróligt, sigur Durita Reinert.

Aðrir aktivitetir, sum kunnu virka sissandi, eru til dømis eitt karbað, at spæla við sand ella at sleppa at spæla við, smakka og lukta mat.

Í morgunsendingini fortaldi barnafysioterapeuturin um rørslur og sansir, sum kunnu vera við til at stimbra børn.

 

 

 

Í samband við at nýggi robottarmurin til endurvenjing, er komin á Klaksvíkar Sjúkrahús, hevði Uni Leitistein Hansen, 19. januar 2021, eina samrøðu við m.a. Ingibjørg Matras og Benadictu S. Ellingsgaard, fysioterapeutar. Hoyr samrøðuna her.

Robottarmurin ger endurvenjingina hugaligari

Ofta monotona endurvenjingin verður stuttligari við telduspølum við robottarminum

Tey, sum skulu endurvenja armar og hendur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, fáa nú hjálp frá einum nýggjum, framkomnum tóli. Ja, talan er um eitt tólmenni, ella ein robott.

Tí fyrsti robottarmur til endurvenjingar av ørmum og hondum er nú settur upp á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Robotturin ger ofta montonu venjingarnar meira hugaligar, halda Ingibjørg Matras, fysioterapeutur, og Kitty Trúgvadóttir, ergoterapeutur, sum starvast á endurvenjingardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Stórt framstig

Robotarmurin er ikki bara eitt stórt framstig fyri tey, ið hava tørv á at endurvejan førleikar í ørmum og hondum. Hann er eisini eitt stórt framstig fyri sjálva endurvenjingardeildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur leiðandi fysioterapeuturin, Benadicta Ellingsgaard.

Spildurnýggi robottarmurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum kostaði eina hálva millión krónur, ber eisini boð um, at endurvenjing nú verður meira raðfest, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

 

Bjartur Bernhardsson Thomsen, fysioterapeutur, í Góðan morgun Føroyar | Mynd: Kringvarp Føroya

9. desember 2020 var Bjartur Bernhardsson Thomsen í Góðan morgun Føroyar. Hoyr samrøðuna her.
Niðanfyri er ein samandráttur av samrøðuni, sum KVF hevur skrivað:

Nógv hava trupulleikar við rygginum

Spurningarnir til fysioterapeutin vóru nógvir, tá hann vitjaði morgunsendingina og greiddi frá um pínu í rygginum

Summi fáa hald í ryggin, onnur diskusprolaps, meðan uppaftur onnur sova á ov bleytari madrassu ella sita ov leingi still.

80 - 90 prosent av okkum uppliva trupulleikar við rygginum onkuntíð í lívinum, og hetta merkir, at nógv av teimum, sum leita sær til Bjart B. Thomsen, fysioterapeut, koma fyri at fáa linna fyri ryggpínu.

- Tá vit tosa um pínu í rygginum, so kann tað bæði koma av kropsligum ella av sálarligum ávum. Tað er ofta lættari at fyrihalda seg til fysiska pínu enn tað er at fyrihalda seg til okkurt í lívinum, sum ikki er sum tað skal, sigur Bjartur, tá hann verður spurdur breiða spurningin um ryggpínu.

Tað, at vera kropsliga aktivur og at hava sterkar vøddar, hjálpir, tá tú skalt verja ryggin móti overvan.

 

 

 

Frá vinstru: Søren Thorgaard Skou, vegleiðari, Pætur Mikal Holm, Inger Mechlenburg Brit-Elin Øiestad og Lise Hestbæk, metingarnevndarlimir | Mynd: Granskingarráðið

Í samband við ph.d. verjuna hjá Pætur Mikal Holm, hevur Granskingarráðið skriva hesa greinina.

Pætur Mikal Holm vart ph.d. á SDU

Týsdagin 21. oktober 2019 vardi Pætur Mikal Holm fysioterapeutur og MSc. ph.d.-ritgerð sína í fysioterapi á Slagelse Sygehus.

Ritgerðin kallast: "Muscle function, physical function and strength training in patients with knee osteoarthritis".

Pætur hevur verið í starvi sum ph.d. lesandi fysioterepeutur á Afdeling for Fysioterapi og Ergoterapi, Næstved-Slagelse-Ringsted Sygehuse og innskrivaður sum ph.d. lesandi á Institut for Idræt og Biomekanik, Syddansk Universitet, Odense (2016-2019).  Søren Thorgaard Skou, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Britt Elin Øiestad, lektari, Institut for fysioterapi, Oslo Metropolitan University
Inger Mechlenburg, professari og dr.med., Institut for Klinisk Medicin, Aarhus Universitet
Lise Hestbæk, lektari á Institut for Idræt og Biomekanisk, Syddansk Universitet, forkvinna

Ph.d. verkætlanin hevur fevnt um kanningar av leiklutinum hjá vøddum og fysisku funktiónini hjá fólki vid slitgikt í knænum. Tann stóra verkætlanin hesi trý aríni hevur verið ein ”randomized controlled trial (RCT)”, sum hevur kannað, hvussu ítøkilig styrkivenjing av lærvøddunum kann nýtast í endurvenjingini av fólki vid slitgikt í knænum.

Ph.d. ritgerðin fevnir um tríggjar greinar og væntandi koma eini 3-4 greinar afturat frá hesi verkætlan komandi mánaðirnar.