• Ung, venjingarmongd og skaðar | Mynd: Ítróttasamband Føroya
  • Jóhan Esmarsson Heimustovu og Bjartur Bernhardson Thomsen | Mynd: Ítróttasamband Føroya
  • Ítróttartingið 2023 | Mynd: Ítróttasamband Føroya
  • Trænerbarhed og vækstspurt | Mynd: Ítróttasamband Føroya

Ítróttartingið 2023: Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall

Tíðindi | 13-05-2023

29. apríl skipaði Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttatingið 2023, undir yvirskriftini ‘Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall”. Til hendan dagin høvdu Bjartur Bernhardson Thomsen og Jóhan Esmarsson Heimustovu, sum umboð fyri Fysioterapeutfelag Føroya, eina framløgu um “Ung, venjingarmongd og skaðar.”
Niðanfyri er ein samandráttur av framløguni, ið Ítróttasamband Føroya hevur skrivað:

Flestu fysioterapeutar í Føroyum vilja svara játtandi til spurningin: ‘Síggja vit fleiri skaðar innan ítrótt í Føroyum’. Mest vanligu skaðarnar, sum vit síggja, bæði í Føroyum og í gransking uttanlands, eru sprongdarskaðar (yvirbelastningsskaðar), sum tó ikki altíð eru so álvarsamir.

Teir heilt álvarsomu skaðarnar (so sum krossbandsskaðar, slitnar hælsinur og heilaskjálvtar) eru eisini vaksandi, men ikki eins útbeiddir sum smáskaðarnar. Fært tú ein av hesum álvarsomu skaðunum, er ikki ósannlíkt, at t.d. kappingarárið er farið. Og hóast tað eru dømi um tað mótsatta, so vísir tað seg hjá einum meiriluta, at fært tú ein av hesum álvarsomu skaðunum, so megnar tú ikki at koma á sama støði, sum tú hevði áðrenn. Tí eru góðar orsøkir at gera alt fyri at fyribyrgja slíkar skaðar.
Hyggja vit so nærri eftir teimum “minni” álvarsomu skaðunum, sum eitt nú skaða í meniskinum, so kann viðkomandi t.d. hugsast at íðka aftur eftir einum mánaði, men tíverri vísir tað seg ofta, at slíkir skaðar spøkja aftur seinni. Gransking vísur, at tað eru júst hesi, sum tá tey t.d. koma upp í 40’ini og 50’ini, fáa trupulleikar við slitgikt í knøunum og annað, ið ávirkar lívsgóðskuna. Sostatt eru langtíðaravleiðingarnar av hesum smáskaðum, sum ofta standast av ovbyrðan, stórar, og av somu orsøk er eisini alneyðugt at taka hetta í álvara og arbeiða fyribyrgjandi.

Hví fáa ung skaðar?
Tað, sum setur teg í størst vanda at fáa ein skaða er, um tú hevur havt ein skaða fyrr. Aldur er eitt annað. Alt eftir, hvar tú ert í búningini, ert tú meira ella minni útsett/ur fyri at fáa ein skaða. Og tað triðja, sum ávirkar, er venjingarmongd. Tey, sum venja meira enn 10 tímar um vikuna, eru meira útsett fyri at fáa skaða enn tey, sum venja færri enn 10 tímar um vikuna. Onnur viðurskifti eru: Manglandi upphiting, manglandi fyrireiking til ta venjing tey skula gera, manglandi fyribyrgjandi venjing, ópassandi belastningar og onnur viðurskifti kring venjingina, so sum venjingarumstøðurnar. Hesi viðurskifti eru avgerandi at vita um, tí hetta er alt nakað, sum vit kunnu gera nakað við:

Hvussu kunnu vit fyribyrja skaðar?:
1. Um vit kunnu fyribyrgja fyrsta skaðanum eru vit komin langt
2. At vit eru tilvitað um, nær vit skulu halda eyga við barninum/tí unga, viðv. aldri og búning, og harvið passa uppá tey
3. At venjingarmongdin verður stýrd (t.d. við at gera eitt skema)
4. Góða og rætta upphiting
Alt hetta eru viðurskifti, sum vit beinleiðis kunnu gerast nakað við, og tí vísir tað seg eisini, at í øllum føri helmingurin av øllum skaðum, sum vit síggja hjá børnum og ungum, kunnu fyribyrgjast.

Hvussu nógv skulu børn venja?
Og tá er viðkomnadi at spyrja bæði hvussu lítið og hvussu nógv.
Tað eru sera ymisk tøl, ið koma fram, alt eftir hvønn man spyr, men sambært danska Sundhedsstyrelsen, verður mælt til, at børn venja í minsta lagi ein tíma um dagin í skipaðari venjing. Men hvat er so ov nógv? er tað 50% meira ella 100% meira? Her er eingin greið niðurstøða sambært fysioterapetunum, men teir vísa á, at hetta er treytað av, hvussu fjølbroytt venjingin er, og hvør ítróttagrein talan er um, tí summar ítróttagreinar belasta meira enn aðrar. Og síðani avhongur tað sjálvsagt eisini av, hvussu hørð venjingin er.

Ein grundregla er, at tú venur ikki somu vøddar hart tveir dagar í rað. Og tað er avgerandi eisini at hava rættan kost og svøvn, um kroppurin skal halda til harða venjing.

At enda er tað eisini týdningarmikið at spyrja barnið ella tann unga, hvørt tey tíma ella ikki. Kemur motivatiónin innanífrá ella venja tey, tí felag, vinir, foreldur ella samfelagið sum heild leggur upp til tað? Um vit taka hetta trýstið úr líkningini - tíma tey so at venja so nógv, sum tey gera?

At vit gerast tilvitaði um, at trýstið, sum kemur útifrá og ikki innifrá, kann ofta vera tað, sum skapar tað ósunna. Tí tað er munur á trýstinum, sum kann koma bæði innanífrá og uttanífrá, og so kropsliga trýstinum.

Og at vera tilvitaður um tað mentala og krosliga trýstið er serliga avgerandi í skiftinum frá t.d. summarítrótt til vetrarítrótt. Tað er oftast í hesum tíðarskeiðnum, at skaðar og ovbyrjan uppstendur. Og tað er serliga í hesum tíðarskeiðunum, at tað er viðkomandi at gera sær eitt skema, og at taka støðu til, hvat mann skal velja til og frá í góðum samstarvi við partarnar kring barnið. Eitt skema kann vera ein sera góð hjálp, tí tað vísir venjingarmongdina, og tað ítøkiligger svart uppá hvítt, hvørt tillagingar skulu til fyri at fyribyrgja mentala og kropsliga ovbyrðan.

Innihaldið í venjingini
Hyggja vit so nærri eftir innihaldinum í hvørjari einstøku venjing, so eru eisini áhugaverdar fyribyrgjandi loysnir at hugsa um. Royndirnar hjá Jóhan vístu beinleiðis, at tað var munur á tveimum liðum, sum vandu á sama støði og somu ítróttagrein. Íðkarar á eina liðnum hevði so at siga ongar skaðar, meðan hitt liði, hevði afturvendandi skaðar. Alt bendir tá á, at talan er um endurtakandi venjingar og ov lítla variatión. Tá hann spyrdi nærri inn til venjingarnar í hesum ávísa føri, vísti tað seg, at eini venjarin hevði eitt prinsipp um, at íðkararnir skuldu hoppa til hvørja venjing, ímeðan hin venjarin hevur eina aðra tilgongd, sum var meira fjølbroytt.

Í dagliga arbeiðnum hjá fysioterapeutum vísir tað seg ofta, at heldur enn at geva venjingar, er “viðgerðin” at ráðgeva barninum og foreldrunum um, hvussu tey skipa eina viku hjá unga íðkaranum - sokallað ‘load management’. Endamálið er at taka belastningin av venjingini, heldur enn at steðga við at venja og at taka tann unga úr felagsskapinum. Tá verður ein ætlan løgd, so tey framhaldandi kunna venja eitt sindur, kanska saman við t.d. styrkivenjing. Tað ger, at tann ungi ofta kemur seg skjótari umframt, at tann ungi varðveitir sambandið við felagsskapin, sum hann ella hon er partur av.

Eisini er tað týdningarmikið at meta um, hvørt tað er viðkomandi at hyggja eftir aldrinum og kyninum, tí tað er munur á gentum og dreingjum. Tvørtur um aldur og kyn ber til at venja grundleggjandi motorikk, smidleika og ferð, men tá tað snýr seg um styrkivenjing, skal venjingin tilllagast eftir aldri, búning og kyni. Tá eru summar venjingar betur egnaðar til gentur, meðan aðrar venjingar eru betur egnaður til dreingir osfr. Tað hevur týdning at tillaga venjingina eftir, hvar á menningarkurvini tey ungu eru.

Niðurstøða:
• Vit síggja fleiri skaðar, enn vit hava gjørt áður
• Teir flestu eru ikki álvarsamir, men nakrir eru
• Teir flestu kunna fyribyrgjast, og vit vita enntá í ein ávísan mun, hvussu vit kunnu gera hetta
• Venjingarmongdin má tillagast bæði eftir ítrótti og einstaklinginum
• Skaði kann vera eitt boð um væntandi hug og motivatión
• Fakligheitin er tilstaðar, og tað ber væl til at fáa góða vegleiðing, sum fyribyrgir
• Venjingin skal tillagast aldur og kyn
• Vísið serligt uppmerksemi í skiftinum millum summarítrótt og vetrarítrótt og umvent. Gerið skema fyri venjingarmongdina í hesum tíðarskeiðnum, tí tað er oftast í hesum tíðarskeiðnum, at skaðarnir vísa seg.

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023
Broyting í nevndini
18.09.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
11.09.2023
Væleydnaður summar 5'ari
03.07.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
26.06.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
31.05.2023
Fakligur 5'ari tann 30. juni
28.05.2023
Ítróttartingið 2023: Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall
13.05.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
29.04.2023
Agnas 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur
16.04.2023
Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital
30.03.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
15.03.2023
Forkvinnan afturvald
19.02.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
25.01.2023