Aðalfundur og veitsla 22. februar
Góði limur,
Fysioterapeutfelag Føroya hevur aðalfund leygardagin 22. februar 2025 kl. 15.00 til 17.00 á Hotel Hafnia.
Aftur í ár hava vit valt at hava veitslu aftaná, hon verður somuleiðis á Hotel Hafnia frá kl. 19.00. Melda til veitsluna við at skriva til fys@fys.fo. Veitslan kostar 200 kr og tilmeldingin er endalig tá peningurin er fluttur. Tilmeldingarfreistin er 7. februar.
Skrá fyri aðalfundin:
1. Val av orðstýrara og skrivara
2. Formannsfrágreiðing
3. Roknskapur fyri 2023 og 2024
4. Samstarvi við Danske Fysioterapeuter
5. Innkomin mál
6. Val av nevndarlimum
7. Ymiskt
Innkomin mál til aðalfundin skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. februar. Send teldupost til fys@fys.fo.
Fýra nevndarlimir standa fyri vali hesu ferð.
Ársfundurin fyri privatstarvandi fysioterapeutar er frá kl. 14-15 á Hotel Hafnia.