• Frá vinstru síggjast: Súsanna Funding, Rubek Lillaa, Svanna Dam Joensen, Eirikur í Jákupsstovu, Ása Olsen, Teitur Jóannesarson, Bartal Dahl Andreassen, Jenny í Heiðunum og Leif Olsen. | Mynd: Almanna. og mentamálaráðið

Tveir fysioterapeutar í ráðgevandi nevndini hjá Brekumboðnum

Tíðindi | 17-10-2025

Ráðgevandi nevndin hjá Brekumboðnum er nú sett

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur út frá innkomnu tilmælunum frá viðkomandi pørtum valt hesi í ráðgevandi nevndina hjá Brekumboðnum:

  • Umboð vegna løntakarar: Súsanna Funding, limur, og Bartal Dahl Andreassen, varalimur

  • Umboð vegna arbeiðsgevarar: Svanna Dam Joensen, limur, og Jenny í Heiðunum, varalimur

  • Umboð vegna kommunurnar: Jákup Foldbo, limur, og Ester Eysturskarð, varalimur

  • Umboð vegna almannaøkið: Teitur Jóannesarsson, limur, og Leif Olsen, varalimur

  • Umboð vegna heilsuøkið: Gudrid Nolsøe, limur, og Eydna Iversen Lindenskov, varalimur

  • Umboð vegna skúlaøkið: Rubek Lillaa, limur, og Páll Mohr Joensen, varalimur

  • Umboð vegna MEGD: Ása Olsen, føddur limur og forfólk í MEGD. Næstforfólkið verður valt í næstum.

Tey, ið verða tilnevnd í nevndina, skulu hava breitt innlit í tað økið, tey umboða, eins og innlit í viðurskifti sum serliga eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek.

Endamálið við ráðgevandi nevndini er at vera eitt sambindingarlið millum Brekumboðið og teir ymisku áhugabólkarnar á økinum, og at geva Brekumboðnum faklig ráð, íkast og sjónarmið í arbeiðinum at styrkja rættindini hjá fólki, ið bera  brek.

Landsstýrismaðurin hitti fyrr í vikuni fleiri frá nýggju nevndini, har høvi var at skifta orð um uppgávurnar hjá nevndini og hjá Brekumboðnum.

Nevndin fer í næstum at skipa seg, so hon kann fara undir sítt virksemi.

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Limadagur: Gløgg um fysioterapi
06.11.2025
Tveir fysioterapeutar í ráðgevandi nevndini hjá Brekumboðnum
17.10.2025
Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum
04.10.2025
Stilling av grundgjaldið
19.09.2025
Nevndarráðstevna í Middelfart
15.09.2025
Annika nýggj forkvinna
03.09.2025
Nevndin viðgerð framtíðina hjá felagnum
06.06.2025
Hvussu sær títt ynski-fakfelag út?
02.06.2025
Dagføra upplýsingar
07.05.2025
Nýggja nevndin
24.02.2025
Aðalfundur og veitsla 22. februar
28.01.2025
Nevndin viðgerð samstarvi við Danske Fysioterapeuter
19.06.2024
Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023