• Annika O. Sørensen, forkvinna

Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum

Tíðindi | 04-10-2025

Í Føroyum tosa vit nógv um tørvin á fleiri kommunulæknum. Tað er gott, at ein nýggj læknaviðtala verður sett á stovn í Havn, men vit mugu eisini tora at hugsa øðrvísi. Tað er ikki nóg mikið bara at seta fleiri læknar – vit mugu eisini broyta skipanina, so hon gerst einfaldari og meira burðardygg.

Í Danmark, sum okkum dámar so væl at avrita, hava royndir víst, at beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli uttan læknaávísing er bæði trygg og gagnlig. Í Ballerup og Frederikssund kommunu svaraðu heili 40 % av sjúklingunum, at tað hevði stóran ella sera stóran týdning fyri, hvussu skjótt teir leitaðu sær hjálp. Sjúklingarnir vóru nøgdari, teir fingu skjótari hjálp, og tað var ikki meirnýtsla av heilsutænastum samanborið við vanligu skipanina.

Hetta førdi til, at Region Sjælland frá 2025 lat upp fyri beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli – og Danske Regioner vilja nú breiða skipanina út til alt Danmark. Tað verður rópt eitt gjøgnumbrot fyri borgarar við vødda- og beinagrindstrupulleikum – ein av størstu orsøkunum til sjúkrafráveru og pínu í gerandisdegnum.

Sum tað varð orðað í einum av innsløgunum í Danmark: “Tað skal vera so lætt sum gjørligt hjá borgarum at fáa røttu hjálpina í heilsuverkinum. Við beinleiðis atgongd sleppa borgarar skjótari til fysioterapi, óneyðug afturstig kunnu fyribyrgjast, og tað verður lætt um hjá læknunum.” Hetta er eisini púra í tráð við okkara egnu løgtingslóg nr. 66, sum leggur dent á at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum.

Gransking vísir, at individuelt lagað venjing hjá fysioterapeuti ofta gevur skjótari bata, minni tørv á heilivági – og í summum førum betri og meira burðardygg úrslit enn við heilivági. Tað vísir, at beinleiðis atgongd ikki bert lættir um hjá læknum, men eisini gevur borgarum betri heilsu.

Vit mugu eisini minnast, at fysioterapi sum fak hevur ment seg nógv gjøgnum árini. Fysioterapeutar eru í dag væl útbúnir til at screena og uppdaga reyð fløgg – tekin um álvarsligar sjúkur, sum krevja læknaviðgerð. Í Danmark verður hetta eisini ment enn meir við skeiðum og webinarum um screening og reglur um kunnað samtykki – so fakliga trygdin skal vera væl vard. Hetta er sjálvandi eisini møguligt í Føroyum. 

Vit hava ov fáar læknar í Føroyum – serliga í Tórshavnar kommunu er støðan óheppin, nú nærum 800 borgarar standa uttan fastan kommunulækna. Tí er tað bæði óneyðugt og óskynsamt, at fólk við ryggjapínu ella akslapínu fyrst skulu bíða eftir læknaávísing, tá fysioterapeuturin hevur fakliga serkunnleikan til at hjálpa beinleiðis.

Latið okkum eisini fáa beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum – til fyrimunar bæði fyri borgara og heilsuverk!

Annika Osvaldsdóttir Sørensen
Forkvinna í Fysioterapeutfelag Føroya

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum
04.10.2025
Stilling av grundgjaldið
19.09.2025
Nevndarráðstevna í Middelfart
15.09.2025
Annika nýggj forkvinna
03.09.2025
Nevndin viðgerð framtíðina hjá felagnum
06.06.2025
Hvussu sær títt ynski-fakfelag út?
02.06.2025
Dagføra upplýsingar
07.05.2025
Nýggja nevndin
24.02.2025
Aðalfundur og veitsla 22. februar
28.01.2025
Nevndin viðgerð samstarvi við Danske Fysioterapeuter
19.06.2024
Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023
Broyting í nevndini
18.09.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
11.09.2023