• Mynd: World Physiotherapy
  • Altjóða fysioterapidagur 2026 | Mynd: Fysioterapeutfelag Føroya

Altjóða fysioterapidagur

Tíðindi | 08-09-2026

Rørsla skapar góða heilsu - í dag og í framtíðini

Í dag seta fysioterapeutar kring heimin sjóneykuna á leiklutin hjá fysioterapi og rørslu í fyribyrging, viðgerð og endurvenjing av hjarta- og æðrasjúkum og heilatilburðum (heilabløðingum og blóðtøppum í heilanum).

Rørsla er ein týðandi partur av góðari heilsu.
Reglulig rørsla kann minka um váðan fyri eitt nú hjarta- og æðrasjúkum, høgum blóðtrýsti, diabetes og heilatilburðum – og hevur samstundis stóran týdning fyri okkara sálarligu heilsu, trivnað og lívsgóðsku.

1 av 4 fær ein heilatilburð einaferð í lívinum. Men nógv kann gerast fyri at fyribyrgja, og eftir ein heilatilburð hevur endurvenjing stóran týdning fyri at endurvinna rørslu, javnvág og førleikar – og fyri aftur at kunna liva eitt so virkið og sjálvbjargið lív sum gjørligt.

Fysioterapeutar hava ein týðandi leiklut.
Vit arbeiða við heilsu og rørslu gjøgnum alt lívið – frá rørslugleði og motoriskari menning hjá børnum til fyribyrging, viðgerð og endurvenjing hjá vaksnum og eldri.

Vit vilja hjálpa fólki at fyribyrgja sjúku og førleikamissi, handfara sjúku og pínu og endurvinna ella varðveita førleikar. Málið er ikki bara fleiri liviár, men eisini fleiri góð og virkin ár við so stórum sjálvbjargni sum gjørligt.

Samstundis standa vit sum samfelag við stórum heilsuavbjóðingum. Fleiri liva við varandi sjúku, og tørvurin á fyribyrging, endurvenjing og heilsufremjandi átøkum er stórur.

Tí er spurningurin ikki bara, um vit hava ráð til at raðfesta fysioterapi og fyribyrging. Spurningurin er, um vit hava ráð til at lata vera.

At seta inn tíðliga og geva fólki møguleika at varðveita sína heilsu og sínar førleikar er ein íløga – í heilsu, sjálvbjargni og lívsgóðsku hjá tí einstaka, men eisini í eitt samfelag, sum skal vera ført fyri at lofta framtíðar heilsuavbjóðingum.

Rørsla er ikki bara venjing. Rørsla er ein partur av heilsuni – gjøgnum alt lívið.

Fysioterapeutfelag Føroya

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Altjóða fysioterapidagur
08.09.2026
Limakvøld fyri limir í 6'aranum
14.08.2026
Góða ólavsøku
29.07.2026
1 árs sáttmáli undirskrivaður
15.06.2026
Innbjóðing: 40 ára veitsla
15.06.2026
Padel & pagna
31.05.2026
Nevndin fyrireikar limadagar
06.05.2026
Hvar var KVF – og hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?
18.02.2026
Almenn framløga um felags lønarkarm
16.02.2026
Webinar
12.02.2026
Ynskir til samráðingar
10.02.2026
Semja um felags lønarkarm
05.02.2026
JobMatch 2025
30.12.2025
Fysioterapeutfelag Føroya á JobMatch 2025
09.12.2025
Limadagur: Gløgg um fysioterapi
06.11.2025
Tveir fysioterapeutar í ráðgevandi nevndini hjá Brekumboðnum
17.10.2025
Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum
04.10.2025
Stilling av grundgjaldið
19.09.2025
Nevndarráðstevna í Middelfart
15.09.2025
Annika nýggj forkvinna
03.09.2025