Hvar var KVF – og hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?
Seinnapartin í gjár bjóðaðu tey 12 fakfeløgini handan avtaluna, sum varð undirskrivað 5. februar saman við Fíggjarmálaráðnum til almenna framløgu. Endamálið var at greiða frá gongdini upp til, at henda avtala kom í lag og frá sjálvari avtaluni.
Hetta varð gjørt, tí vit mettu, at avtalan ikki hevur fingið nóg neutrala og sakliga umrøðu í miðlunum. Alt ov nógv hevur verið merkt av misskiljingum og einvegis sjónarmiðum. Tí vildu vit við hesi framløguni royna at fáa greiðu á og svara teimum ivamálum, sum hava verið.
Áleið 40 fólk møttu, og tað eru vit sera glað fyri. Tað vísir, at áhugi er fyri sakligari upplýsing og opnum kjaki.
Men spurningurin er:
Hvar var Kringvarp Føroya?
Hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?
Hendan framløgan var ein opin og greið innbjóðing til dialog og kjak. Øll høvdu møguleika at koma, lurta og seta spurningar. At eingin av teimum forfólkum sum alment hava gramt seg um avtaluna, og at einki hevur verið í tíðindunum hjá KvF síðani, vísir manglandi áhuga at seta seg inn í tingini frá øllum sjónarhornum, og hetta eru vit vónbrotin av.
Hetta var okkara seinasta roynd at greiða frá á opnum fundi.
Nú gleða vit okkum at síggja, hvussu avtalan roynist tey næstu fimm árini. Vónandi fer hon at vísa, at nógv av kritikkinum hevur verið ógrundaður, og at fleiri fakfeløg við tíðini síggja virðið í avtaluni og koma við.
Annika O. Sørensen
Forkvinna í Fysioterapeutfelag Føroya