Terapeutar sum avloysarar

Leyst starv | 16-02-2026

Vit hava tørv á summarferiuavloysarum, tá okkara fysio- og ergoterapeutar fara í summarfrí. Ert tú fysio- ella ergoterapeutur og dámar ein fjølbroyttan gerandisdag og fakligar avbjóðingar, so hevur tú møguleika at søkja avloysarastarv hjá okkum.

Nánd er Heimatænastan fyri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nánd fatar um heimatænastuna, staðsett í Leirvík, sambýlir í ávikavist Norðragøtu, Leirvík og Fuglafirði og dagtilhald í Doktarahúsinum í Fuglafirði.

Felags køkurin er á sambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.

Í Nánd starvast sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksstarvsfólk, bussførarar og reingerðarfólk.

 
Terapeutarnir eru staðsettir á Miðstøðini í Leirvík, og veita tænastur til heimabúgvandi og búfólk á teimum trimum sambýlunum.

 
Vit leggja dent á:

  • Persónsrættaða viðgerð
  • Endurmenning
  • Tvørfakligt samstarv
  • Eitt lærandi umhvørvi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt gott endurmenningartoymi
  • Eitt meiningsfult og gevandi arbeiði
  • Góða innleiðslu og upplæring
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar

Setan og løn
Starvið er tímalønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið.  

 
Umsóknir
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.

Tú kanst eisini søkja talgilt á heimasíðuni hjá Nánd: https://www.nand.fo/terapeutar-sum-avloysarar/

Skrivað: Ingibjørg Matras

LEYS STØRV

Terapeutar sum avloysarar
16.02.2026
Send okkum eitt prei
20.04.2014