Fakligur 5'ari tann 30. juni

Tíðindi | 28-05-2023

Fríggjadagin 30. juni kl. 17 verður fakligi 5'arin í Smæruni

Ætlanin við fakliga 5'aranum er at geva fysioterapeutum møguleika at tosa um evni, ið ein arbeiðir við og brennir fyri, og at deila síni sjónarmið og vitan innan evni. Framløgurnar kunnu so leiða til kjak har luttakarnir eisini kunnu deila sínar royndir og meiningar. 5'arin er eisini eitt upplagt høvi at koma í samband við aðrar fysioterapeutar, í einum meir óformellum høpi.

Fyribils skráin til komandi fakliga 5'aran sær soleiðis út:

1) Fortíðin, nútíðin og framtíðin á eldraøkinum, sæð við fysioterapeutiskum brillum v. Hedevig Matras

2) Søkking av organum í kokuni v. Trine Skov Eysturoy

3) Styrkivenjingar-tilmæli fyri eldri v. Bjartur Bernhardson Thomsen

Enn er pláss fyri fleiri framløgum, so um onkur brennur fyri at hava eina framløgu um eitt ávíst evni innan fysioterapi, er viðkomandi vælkomin til at seta seg í samband við Niklas Reginsson ella Bjartur Bernhardson Thomsen.

Allir fysioterapeutar og øll fysioterapeutlesandi eru hjartaliga vælkomin.

Fá meir kunning um tiltakið her.

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Góða ólavsøku
29.07.2026
1 árs sáttmáli undirskrivaður
15.06.2026
Innbjóðing: 40 ára veitsla
15.06.2026
Padel & pagna
31.05.2026
Nevndin fyrireikar limadagar
06.05.2026
Hvar var KVF – og hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?
18.02.2026
Almenn framløga um felags lønarkarm
16.02.2026
Webinar
12.02.2026
Ynskir til samráðingar
10.02.2026
Semja um felags lønarkarm
05.02.2026
JobMatch 2025
30.12.2025
Fysioterapeutfelag Føroya á JobMatch 2025
09.12.2025
Limadagur: Gløgg um fysioterapi
06.11.2025
Tveir fysioterapeutar í ráðgevandi nevndini hjá Brekumboðnum
17.10.2025
Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum
04.10.2025
Stilling av grundgjaldið
19.09.2025
Nevndarráðstevna í Middelfart
15.09.2025
Annika nýggj forkvinna
03.09.2025
Nevndin viðgerð framtíðina hjá felagnum
06.06.2025
Hvussu sær títt ynski-fakfelag út?
02.06.2025