Mótstríðandi heilsutilmæli skapa ørkymlan

Tíðindi | 19-04-2020

Tá Fysioterapeutfelag Føroya herfyri vendi sær til landslæknan vóru boðini, at tað fór at bera til hjá okkara limum aftur at lata upp fyri viðgerðum eftir páskir. Hetta er tíverri ikki sama tilmæli, sum farsóttanevndin síðani er komin við. Haðani verður mælt til, at vit bíða til 4. mai við at taka upp aftur okkara heilsutænastur, sum eru ein nátúrligur partur av sjálvum heilsuverkinum.

Tað hevur verið rættiliga ørkymlandi fyri limirnar í Fysioterapeutfelag Føroya, at heilsumyndugleikarnir ikki hava verið á einum máli um, nær okkara viðgerðartænastur kunnu byrja aftur.

Eftir at hava verið í samband við landslæknan fyrr í mánaðinum, fingu vit at vita, at til bar hjá okkara limum at taka upp aftur viðgerðir eftir páskir. Landslæknin helt okkara øki vera skilagott fyriskipað, og tí kundu klinikkirnar spakuliga lata uppaftur, tí tað heilt givið eru nógv, ið hava tørv á okkara viðgerðum.

Hetta er tíverri ikki sama niðurstøða, sum farsóttanevndin síðani er komin við. Haðani verður mælt okkum frá at lata upp aftur áðrenn 4. mai. Og hetta er bert galdandi, um støðan heldur sær, og tað framvegis fer at ganga so væl sum nú, tá ræður um at steðga útbreiðsluni av koronasmittuni.

Hesi tvíbýttu og mótstríðandi heilsutilmælini hava verið sera óheppin fyri fleiri av okkara limum, sum sjálvandi hava tikið boðini frá landslæknanum fyri góða vøru og longu latið varisliga uppaftur.

Lyklapersónar, eitt nú Bjarni á Steig, yvirlækni við sæti í farsóttanevndini, hava beinleiðis mælt fólki til ikki at halda seg aftur, men eisini fara til lækna við øðrum enn korona tengdum læknaørindum.


Størsti sjúkrabólkur yvirhøvur

Samlað sæð eru fólk við rørslulikamliga tengdum trupulleikum ein hin størsti alheims sjúkrabólkurin yvirhøvur. Allar leiðreglur vísa, at hesir sjúklingar í útgangsstøðinum so vítt gjørligt fyrst og fremst skulu hava konservativa viðgerð eitt nu fysioterapeutiska viðgerð. Hesum leiðreglum fylgja kommunulæknarnir sjálvandi og ávísa tí nógvar av hesum sjúklingum til fysioterapeut.

Í vegleiðingini hjá danska Sundhedsstyrelsen er støðan hjá nøkrum av hesum flokkað sum hættislig, og tí hava tey kunnað fingið fysioterapeutiskar viðgerðir, hóast koronafarsóttin herjar. Frá í morgin mánadagin kunnu millum annað fysioterapeutar í Danmark alment lata upp aftur fyri sínum viðgerðum.  

Tað harmar okkum í nevndini í Fysioterapeutfelag Føroya, at vit hava fingið mótstríðandi tilráðingar frá heilsumyndugleikunum, og at hetta hevur skapt so stóra ørkymlan millum okkara limir. Vit tóku sjálvandi fyrstu boðini frá landslæknanum fyri góða vøru og virkaðu út frá okkara bestu sannføring við at geva hetta víðari til okkara limir. 

Hvat limirnir í felagnum nú gera, er framvegis upp til teir sjálvar at gera av. Hetta hóast niðurstøðan hjá farsóttanevndini er, at okkara limir ikki eiga at halda fram við at hava opið nú, men í hvussu er fram til 4. mai steðga okkara heilsuviðgerðum, sum annars eru ein natúrligur partur av sjálvum heilsuverkinum. Talan er tó ikki um eitt páboð frá myndugleikunum, men um eitt tilmæli.

Tað er eingin trupulleiki hjá fysioterapeutum at hava nógvar av hesum viðtalum í 2 metra frástøðu, eins og tað í fleiri førum ber til at hava fjarskiftisviðtalur, sum oftani eru væl egnaðar til tær fyrstu kanningarnar og viðgerðirnar.

Av tí at viðgerðarstovurnar eru rættiliga ymiskar í stødd, er tað eisini ymiskt, hvat skal til fyri at fylgja teimum tilmælum, ið eru givin viðvíkjandi frástøðu og øðrum. Tað er tí eitt gott hugskot hjá hvørji einstakari viðgerðarstovu at venda sær til koronaráðgevingina umvegis teldupostin, corona@arb.fo, og á tann hátt fáa røttu vegleiðingina.

Í Fysioterapeutfelag Føroya eru umleið 90 limir, sum felagið er talurør fyri. Felagið arbeiðir áhaldandi við at betra um fólkaheilsuna í Føroyum, eins og at skapa góðar arbeiðsumstøður við at bera so í bandi, at brúkarar fáa neyðugu fysioterapeutisku tilboðini.

Skrivað: Ingunn Hansen

ONNUR TÍÐINDI

Nevndin viðgerð samstarvi við Danske Fysioterapeuter
19.06.2024
Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
01.11.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
12.10.2023
Broyting í nevndini
18.09.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
11.09.2023
Væleydnaður summar 5'ari
03.07.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
26.06.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
31.05.2023
Fakligur 5'ari tann 30. juni
28.05.2023
Ítróttartingið 2023: Børn og ítróttur - Skaðar, trýst og fráfall
13.05.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
29.04.2023
Agnas 40 ára starvsdag sum fysioterapeutur
16.04.2023
Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital
30.03.2023
Fysioterapeutar í miðlunum
15.03.2023