• Frá vinstru: Trine Skov Eysturoy, Bjartur Bernhardson Thomsen og Hedevig Matras | Mynd: Fysioterapeutfelag Føroya
  • Hedevig Matras | Mynd: Fysioterapeutfelag Føroya
  • Hedevig Matras | Mynd: Niklas Reginsson
  • Trine Skov Eysturoy | Mynd: Niklas Reginsson
  • Trine Skov Eysturoy | Mynd: Fysioterapeutfelag Føroya
  • Bjartur Bernhardsson Thomsen | Mynd: Fysioterapeutfelag Føroya
  • Bjartur Bernhardsson Thomsen | Mynd: Niklas Reginsson

Væleydnaður summar 5'ari

Tíðindi | 03-07-2023

Fríggjadagin 30. juni var fakligi 5'arin hildin. Áleið 25 fysioterapeutar vóru møttir upp í Smæruni.

5'arin byrjaði við at Hedevig Matras hugleiddi um fortíðina, nútíðina og framtíðina á eldraøkinum, sæð við fysioterapeutiskum brillum. Hedevig er master í fólkaheilsu og starvast sum deildarleiðari í Ven og Virka hjá Norðoya bú- og heimatænastu.

Síðan greiddi Trine Skov Eysturoy frá um søkking av organum í kokuni. Trine hevur eftirútbúgving sum UroGynObs fysioterapeutur, og starvast hjá Havnar Fysioterapi.

At enda tosaði Bjartur Bernhardson Thomsen um styrkivenjingar-tilmæli fyri eldri. Bjartur hevur ein kandidat í ítrótti og heilsu, og er ein av eigarunum av NB fysioterapi.

Fyrireikarnir eru væl nøgdir við góða uppmøting og gott kjak. Ætlanin er at hava ein 5'ara aftur í vetur. So um onkur er áhugaður í at hava eina framløgu um eitt ávíst evni innan fysioterapi, er viðkomandi vælkomin til at seta seg í samband við Niklas Reginsson ella Bjartur Bernhardson Thomsen.

Skrivað: Ingibjørg Matras

ONNUR TÍÐINDI

Hvar var KVF – og hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?
18.02.2026
Almenn framløga um felags lønarkarm
16.02.2026
Webinar
12.02.2026
Ynskir til samráðingar
10.02.2026
Semja um felags lønarkarm
05.02.2026
JobMatch 2025
30.12.2025
Fysioterapeutfelag Føroya á JobMatch 2025
09.12.2025
Limadagur: Gløgg um fysioterapi
06.11.2025
Tveir fysioterapeutar í ráðgevandi nevndini hjá Brekumboðnum
17.10.2025
Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum
04.10.2025
Stilling av grundgjaldið
19.09.2025
Nevndarráðstevna í Middelfart
15.09.2025
Annika nýggj forkvinna
03.09.2025
Nevndin viðgerð framtíðina hjá felagnum
06.06.2025
Hvussu sær títt ynski-fakfelag út?
02.06.2025
Dagføra upplýsingar
07.05.2025
Nýggja nevndin
24.02.2025
Aðalfundur og veitsla 22. februar
28.01.2025
Nevndin viðgerð samstarvi við Danske Fysioterapeuter
19.06.2024
Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024