Fysioterapeutar úr 10 londum á altjóða seminari í Føroyum

Tíðindi | 07-08-2019

Leygardagin 3. til fríggjadagin 9. august er ein altjóða bólkur við 26 fysioterapeut
serfrøðingum savnaði í Runavík til árligt afturvendandi summarseminar. Teirra
serfrøði er innan fysioterapeutiska viðgerðarháttin Basic Body Awareness
Terapi, vanliga stytt til BBAT. Hesin viðgerðarhátturin verður m.a. nýttur til fólk
við tunglyndi, ótta, varandi pínu og langtíðar vødda trupuleikum.

Menningin av BBAT viðgerðarháttinum byrjaði í 1950’unum í teimum
norðurlendsku londunum og verður í dag nýttur um allan heimin. Høvuðskjarnan
í BBAT viðgerðini er, at man við løttum gerandisrørslum fremur rørslukvalitetin.
Royndir og gransking vísa, at støði av rørslu kvalitetinum hevur ein avgerðandi
týðning, tá umræður flest allar heilsutrupuleikum.

Seminarið verður hildið í skótahúsinum við Løkin í Runavík. Fyriskiparnir eru Lív
Egholm og Jórun Simonsen, ið báðar starvast sum fyrsioterapeutar á
Landssjúkrahúsinum á psykiatrisku deild. Á psykiatrisku deild hevur BBAT verði
ein partur av fysioterapeutiska viðgerðartilboðnum síðani 2009. Hetta er fyrsta
ferð at slíkt altjóða skeið er í Føroyum og at verða ein partur av einum altjóða
serfrøðingabólki meta tær, at verða ein styrki fyri fysioterapina í Føroyum. BBAT
viðgerðarhátturin vindur alt meira uppá seg og partur av hesum seminarinum er
at menna nýggjar hættir, til at fyribyrgja og viðgerða vaksandi heilsuavbjóðingar í
samfelaginum innan varandi pínu trupulleikar, psykosomatiskar og psykiatriskar
sjúkur.

 

Meira kunning fæst á http://www.iatbbat.com/

 

Contact for the media:
Liv Egholm
Email: lsliveg@ls.fo
Telephone: 508373

Jorun Simonsen
Email: lsjorsi@ls.fo
Telephone: 591203

Skrivað: Sólfríð Skoradal

ONNUR TÍÐINDI

JobMatch 2025
30.12.2025
Fysioterapeutfelag Føroya á JobMatch 2025
09.12.2025
Limadagur: Gløgg um fysioterapi
06.11.2025
Tveir fysioterapeutar í ráðgevandi nevndini hjá Brekumboðnum
17.10.2025
Tíðin er komin til beinleiðis atgongd til fysioterapi við almennum stuðli í Føroyum
04.10.2025
Stilling av grundgjaldið
19.09.2025
Nevndarráðstevna í Middelfart
15.09.2025
Annika nýggj forkvinna
03.09.2025
Nevndin viðgerð framtíðina hjá felagnum
06.06.2025
Hvussu sær títt ynski-fakfelag út?
02.06.2025
Dagføra upplýsingar
07.05.2025
Nýggja nevndin
24.02.2025
Aðalfundur og veitsla 22. februar
28.01.2025
Nevndin viðgerð samstarvi við Danske Fysioterapeuter
19.06.2024
Fysioterapeutar í miðlunum
10.01.2024
Virkin januar 2024
02.01.2024
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
15.12.2023
Limakvøld við LÍV
24.11.2023
Limadagur: Gløgg um evidens í fysioterapi - eitt orðaskifti
15.11.2023
Samhugaverkfall
02.11.2023