Fysioterapi og diabetes

Tíðindi | 21-11-2014

Fysioterapi

Sjúklingar, ið hava fingið staðfest typu 2 diabetes, eiga at fáa undirvísing og ráðgeving í rørslu/venjing frá fysioterapeuti.

Onki skipað tilboð er til hesar sjúklingar, hvørki frá diabetesambulatorium á sjúkrahúsunum ella í primær sektorinum (kommunulæknar).

Um sjúklingar við typu 2 diabetes verður ávístir til fysioterapi, er tað ikki undir diagnosuni typa 2 diabetes, men heldur teimum fylgisjúkum tey kunnu fáa.

Fysioterapideildin á LS  hevur nógvar av hesum sjúklingum í viðgerð, vanliga sjúklingar sum t.d. hava apopleksi, hjarta/-æðrasjúkur, sár, amputation og nýrasjúku. Oftast seint í sjúkugongdini og við fleiri trupuleikum og skerdum førleikum.

Eisini verða sjúklingar ávístir til privatstarvandi fysioterapeutar frá kommunulæknum, tí teir m.a. hava neuropati og fylgir av apopleksi og hjarta/-æðra sjúkum.

Kommunur bjóða røslu-hold til eldri og her luttaka typu 2 diabetes sjúklingar, undir somu fortreytum sum aðrir borgar.

Tað eru ikki gjørdar mannagongdir fyri, hvussu fysioterpeutiska tilgongdin til sjúklingar  við typu 2 diabetes skal vera í Føroyum.

Endamálið við fysioterapi er, at fyribyrgja, kanna og viðgera sjúkur ið hava kropslig árin. Fysioterapi er tilætlað kropsliga førleikanum, tað vil siga vøddar, lið, nervalag, blóðrensl og andadrátt.

Tá diagnosan typa 2 diabetes er sett, eigur tilgongdin til sjúkuna at vera grundað á teir 4 hornasteinarnar í viðgerðini, kostur, rørsla, heiligvágur og undirvísing.

Fysioterapeutar eiga at kanna og undirvísa í rørslu/venjing. Tað er evidensur fyri at fysiskur aktivitetur (venjing) er týðandi partur av viðgerðini.

Typa 2-diabetes sjúkligar hava ov høgt blóðsukur og er hetta tí, at tað er mótstøðuføri móti insulin, serliga í tvørstríputu vøddunum (beinagrindsvøddunum). Brisi framleiðir meira insulin, men tað er ikki avtøka hjá vøddunum fyri hesi øktu insulinframleiðslu.

Fylgisjúkur, ið standast av typu 2 diabetes, eru t.d. ólag á fitievnunum í blóðinum, hetta førir til hjarta/-æðrasjúkur, nervabruna, nýratrupuleikar og eygnatrupuleikar.

Fysioterapeutisk viðgerð er rætta móti at styrkja vøddar og kondtionsvenjing (VO2max)  við støði í sjúkralæri, tí førleika sjúklingurin hevur, og tað ið er motiverandi fyri sjúklingin.

Kanningar vísa, at venjing økir um insulinupptøkuna í tvørstríputuvøddunum upp til 24-74 tímar eftir venjing, alt eftur huvssu hart vant verður. (Madsbad S, Krarup T. Non-farmakologisk intervention. I: Hilsted j, Borch-Johnsen K, Cristiansem JS, eds. Diabetes. København: Munksgaard Danmark; 2007)

Venjing  økir “den musklekontraktionsinducerede glukoseoptagelse” i vøddunum, sum er ein av størstu avtakarum av sukuri fra blóðrenslinum. Venjing 3-4 ferðir um vikna í minst 8 vikur kann fáa HbA1c at falla ca 0,6- 0,7%- point, sum svarar til somu mongd sum heilvágur. Mett verður, at hetta fall minkar um vandan á hjarta-/æðrasjúkum. (Pedersen KB, Saltin B. Evidens for prescribing exercise as theraphy in chonic disease. Scand J Med Sci Sports 2006; 16: 1-98)

Tað er umráðandi at koma ígongd at venja beinanvegin sjúkan er staðfest, áðrenn fylgisjúkur fara at gera um seg, og gera venjing torførari.  Rætti hátturin at venja styrki og longd, er ikki funnin, men bæði styrki og konditionsvenjing og ein blanding av hesum økja um insulinupptøku. Fleiri kanningar eru gjørdar av aerobrari venjing, har vant hevur verið við teimum stóru vøddunum t.d. renna, súkla og svimja. Fáar kanningar eru gjørdar við styrkivenjing . (Thomas DE, Elliott EJ, Naughton GA. Exercise for type 2 diabetes mellitus. Chochrane Database Syst Rev 2006; 3: CD002968)

Av tí at vøddar eru stórstu avtakarir av sukri, er tað umráðandi at hava stóra vøddafyllu. Vit vita at vøddafyllan minkar við inaktiviteti og tá vit eldast, tí er umráðani at styrkivenja.

Gransking hevur staðfest at fólk við typu 2 diabetes skulu í skipaða venjing. Venjingarætlan skal verða tillaga tí einstaka. Hetta gevur betri compliance.

Kanning vísir at venjing ikki hevur beinleiðis ávirkan á BMI ,hetta kann vera tí at hugurin at eta økist, ella at vødda/feitt deilingin broytist. Ein kanning vísti, at miðumáti gjørdist minni. (Mourier A, Gautier JF; De Kerviler E, Bigard AX, Vilette JM, Garnier JP, et al. Mobilization of viceral adipose tissue related to the improvment in insulin sensetivty in response to physical training in NIDDM. Effects of branched-chain amino acid supplements. Diabete Care 1997; 20(3):385-391.)

Vánalig kondition er ein er ein prognostiskur markørur fyri deyðiligheit av sjúklingum við typu 2 diabetes (Wei M, Gibbons LW, Kampert JB, Nichaman MZ, Blair SN. Low cardioresipratory fitness and physical inactivity as a prdictors of mortality in men with type 2 diabetes. Ann Intern Med 2000; 132(8):605-611.) (Kohl HW, Gordon NF, Villegas JA, Blair SN Cardiorespiratory fitness, glycemic status and mortality risk in men. Diabetes Care 1992; 15(2);184-192)(Myers J, Prakash M, Froelicher V, Do D, Partington S, Atwood JE. Exercise capacity and mortality among men referred for exercise testing. N Engl J Med 2002; 346(11):793-801)

Ein kanning er gjørd í mun til konditiónsvenjing(VO2Max). Intensiteturin var 50-75%, 3-4 ferðir í 49 minuttir hvørja ferð í 20 vikur. Úrslitið var at konditiónin(VO2Max) øktist 11,8%, móti eini  lækkan á 1% í kontrolbólkinum. (Boule NG, Kenny GP, Haddad E, Wells GA, Sigal RJ. Meta-analysis of the effect og structrued exercise training on cardiorespiratory fitness in Type 2 diabetes mellitus. Diabetologia 2003; 46(8):1071-1081.)

Styrkivenjing av eldri sjúklingum við typu 2 diabetes í 24 mdr. vísti eina økjan á 31 % í miðal, meðan onki hendi hjá kontrolbólkinum (Brandon LJ, Gaasch DA, Boyette LW, Lloyd AM. Effects of long-term resitive training on mobility and strenght in older adults with diabetes) J Gerontol A Biol Sci Med Sci 2003; 58 (8): 740-745.)

Hesar báðar síðstu kanningarnar vísa, at sjúklingar við typu 2 diabetes kunnu venjast til betri styrki og kondition.

Styrkji økir um sukurupptøku í vøddunum og konditión hevur positiva ávirkan á blóðrenslið. Hetta er við til at skjóta út og møguliga halda fylgisjúkunum burtur.

Hjá teimum, ið hava prediabetes er serliga umráðandi at venja, fyri eventuelt at fyribyrgja ella skjóta út fylgisjúkum.

Tá vant verður skal takast hædd fyri livimátanum hjá tí einstaka, og teimum komplikationum sum typa 2 diabetes sjúklingar kunnu hava.

Perifer neuropati. Hava niðursettan sensibilitet og tá er umráðndi at kekka føtur fyri sár og trykk, áðrenn og aftaná venjing. Tá sjúklingurin hevur sár er er venjing við vektbering kontraindicerað. Sjúklingurin kann hinvegin súkla ella rógva á maskinu.

Proliferativ retinopati. Venjing skal ikki føra til økt blóðtrýst, tí hetta kan føra til bløðing í eygunum. Tí skal man ikki venja tunga styrkivenjing og kontakt ítrótt. Ístaðin kann venjast við lágum til miðal intensiteti t.d. svimjing og stavgongd.

Neftopati. Tá sjúklingar við neftopatin hava økta mong av eggjahvíta í blóðinum, hava teir ofta høgt blóðtýst. Tá skal venjingin vera av lágum til moderatum intensiteti t.d súkling, jogging ella svimjing. Dialysusjúklingar kunnu venja á kondisúklu meðan teir eru í dialysu.

Autonom neuropati. Hesir sjúklingar kunnu útvikla stumt myokardieinfarkt  og økt blóðtyst. Tá er venjing við høgun intesiteti kontraidicerað.

Hjarta-/æðra sjúkur og høgt blótrýst. Venjingin skal byrja við lágum intensiteti og progrediera spakuliga, hetta fyribyrgir hjartaólag. Venjingin kan vera stavgongd, løtt renning og svimjing. Sjúklingar við høgun blóðtrysti, skulu ikki venjing við isometriskum kontraktiónum av  stóru vøddagruppunum. (kelda Træning i foreyggelse, behandlig og rehabilitering)

Monitorering

Tá typua 2 diabetes verður staðfest, er kropsliga útgangstøði hjá tí einstaka sjúklinginum styrki/kondition/fysioterapeutiska kanning, ein umráðandi vitanarpartur, tá samlaða kanningin av sjúklinginum verður staðfest.

Gransking innan fysiskan aktivitet er rúgvusmikil og tung, og eigur at vera skipað inn í viðgerð av diabetessjúklingum. Munnlig ella skriftlig tilráðing um rørslu/motión er gott, men ikki tað sama sum skipað fysioterapeutisk viðgerð. Tað eigur at verða skipað tvørfaklig frálæra, har fysioterapeuturin undirvísir í týdninginum av venjing. Viðgerðar ætlanin tekur støði í  samlaðu tvørfakligu metingini av sjúklinginum, og parturin hjá fysioterapeutinum er, at taka støði í kropsliga førleikanum, styrki og konditión.

Fysioterapeuturin hevur eina mongd av skjalfestum testum/royndum og út frá hesum verður viðgerðarætlanin løgd. Her er talan um eina mongd av skjalfestum testum/royndum við útgangstøði bæði í kanning og viðgerð.

Tað eigur at verða lagdur dentur á fysioterapi sum eitt miðil til fyribyrgjan og viðgerð av typu 2 diabetes. Málið verður ikki rokki við munnligari vegleiðing um at venja, soleiðis sum gjørt verður í diabetes-ambulatorium og hjá kommunulæknum nú. Sjúklingar við,  og fólk í vanda fyri at fáa  typu 2 diabetes,  eiga at fáa í  boði at lutaka í væl skipaðum tilboðum at bøta um liviháttin, har m.a verður vegleitt í kostráðgeving og skipaðari venjing. Tað er ein fyrimunur at Fysioterapeutar eru partur av tvørfakliga toyminum sum viðgera diabetes. (Flemming Dela et al)

Fysioterapeuturin kannar hvussu kropsligi førleikin er, metir um styki, konditión og úthaldni, hetta verður skjalfest. Viðgerðin tekur støði í kanning sum er skipað og málbar.

Dømi um testir/royndir ið vera nýttar eru

  • RM- testen sum sigur nakað um styrkna i einum sepcifikkum vødda.
  • 6MWT er ein indirekta mátan av kondition
  • Senior fitnesstest ein kanning í hevur 6 deilelement, har man kannar styrki, kondition og balancu.
  • Borg-skala er ein subjektiv monotiorering av arbeiðs tyngd tá vant verður kondition.

Fyri at fáa mest møguligt burtur úr at venja, skal venjingin vera progresiv, tvs at tann relativi belastningurin og intensiteturin skal vera konstantir ella økjast yvir tíð. Hetta kan eftirkannast við, at man javnan avgerð belastning í mun til intensitet. Hettar monitorerar fysioterapeuturin leypandi.

Timæli:

At personar við prediabetes og tey ið fáa staðfest typu 2 diabetes verða ávíst til fysioterapeut, har teirra funktionsstøði verður kannað í mun til ICF International Classification of Function.

T.v.s at teirra funktionstøði verður lýst ótengt av diagnosu, á krops- aktivitets- og lutakara niveau.

Venjingarstøði verður mett um og  relevant venjing skipað, mælt verður til at persónurin/sjúklingurin rørir seg 30 minuttir dagliga, og venur við hægri intensiteti 3 ferðir um vikuna.

Kanning skal gerast individuelt, meðan undirvísing og venjing kann verða á holdi.

Sjúklingurin kann fáa eina venjingarlogbók, har hann skjalfestir dagliga rørslu og nýtir Borg-skala at meta um tyngd av rørslu/venjing. Venjingin  skal liggja á 14 -17

Fysioterapeuturin skjalfestir í cosmic, ella við skriftligari kommunikation aftur til tann, ið hevur ávíst sjúklingin.


Skrivað: Ingi Petursson Jacobsen

ONNUR TÍÐINDI

Mótstríðandi heilsutilmæli skapa ørkymlan
19.04.2020
Øll óneyðug fysioterapeutisk viðgerð skal útsetast - Danska Sundhedsstyrelsen
12.03.2020
Vegleiðing um starvsfólka- og lønarviðurskifti í sambandi við COVID-19
05.03.2020
Heilsustarvsfólk sum hava verið í coronarektum umráði, skulu verða heima við hús í 14 dagar.
05.03.2020
Fysioterapeutar úr 10 londum á altjóða seminari í Føroyum
07.08.2019
Nýggjur limur í nevndini hjá Fysioterapeutfelag Føroya
26.02.2019
ABC toymið telur nú 20 samstarvsfelagar
20.12.2018
Meira venjing - minni heilivágur
16.10.2018
Fysioterapeuterne er hovedpulsåren i det færøske sundhedsvæsen
01.09.2018
Marjun Poulsen er nú master í heilsuvísind
24.05.2018
Fleiri filmsbrot í lýsa tey ymisku arbeiðsplássini runt um í landium
15.09.2017
Altjóða fysioterapidagur er 8. septembur
08.09.2017
Venjing ger mun fyri lívsgóðskuna hjá hjartasjúklingum
03.07.2017
Móttøka
01.05.2017
Endurvenjingartænastan betur samskipað millum geirar
02.04.2017
Nýggj nevnd í Fysioterapeutfelag Føroya
18.02.2017
Aðalfundur
16.02.2017
Semja millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya
16.11.2016
Fysioterapi og diabetes
21.11.2014